Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. februar 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 31 - 13. februar 2008 Virkandi lands­djóra­ læknin er giftur við lands­s­týris­kvinnuni í vinnumálum, s­um lands­djóralæknin hoyrir undir. Hann hevur nú valt at leggja frá s­ær Starv Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Síðani fyrrverandi lands­ djóralæknin, Bjørn Harlou, gjørdist sjúkur og andaðist í fjør, hevur Peter Østergaard, djóralækni, ið er deildar­ leiðari fyri fiska­ og djóra­ sjúkur undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, virkað sum landsdjóralækni. Hetta er hann ikki longur. Orsøkin er, at kona Peter Østergaard, Bjørt Samuelsen, nú er nýggj landsstýriskvinna í vinnumálum, sum Starvs­ stovan hoyrir undir. ­ Nú kundi tað sæð út, sum um eg havi koyrt mann­ in hjá mær frá, men tað havi eg ikki. Tað er onki løgfrøð­ isligt til hindurs fyri, at hann situr í starvinum, men tá tað nú verðu sókt eftir nýggjum landsdjóralækna, og hann longu í fjør ætlaði sær úr starvinum, hevur hann valt at gera tað nú. Um hann var settur lands­ djóralækni, var støðan sjálv­ andi øðrvísi, sigur Bjørt Samuelsen. Maðurin Peter Østergaard váttar, at hann ongantíð hev­ ur ætlað sær at verði sitandi sum virkandi landsdjóra­ lækni. ­ Tað er eitt spennandi starv, men sera krevjandi, tá hugsað verður um, at eg frammanundan eri deildar­ leiðari fyri fiska­ og djórasjúkur. Tí er avtalað, at Andras Strøm avloysir meg, til vit fáa ein djóra­ lækna frá Fødevarestyrelsen til at taka sær av hesum frá hálvum mars. Hesin skal so virka, til nýggjur landsdjóra­ lækni er settur, sigur Peter Østergaard. Týsdagin fór lýsingin út, har Heilsufrøðiliga Starvs­ stovan søkir eftir landsdjóra­ lækna. Virkandi landsdjóra­ læknin, Peter Østergaard, ætlar sær ikki at søkja starv­ ið, nú tað er lýst leyst. Orsøkin er ikki útlitini fyri at koma at arbeiða undir konu síni sum landsstýris­ kvinnu í vinnumálum. Høv­ uðsorsøkin eru ætlanirnar um at flyta lóggevandi part­ in fyri stovnin úr Vinnu­ málaráðnum á Heilsufrøði­ ligur Starvsstovuna. ­ Hetta merkir, at sami sami stovnur, sum ger lógar­ smíðið, eisini kemur at hava eftirlitið við arbeiðinum hjá stovninum, og tað er eftir míni meting sera óheppið, sigur Peter Østergaard. Freistin at søkja starvið sum landsdjóralækni er 31. mars. Sum landsstýriskvinna í vinnumálum hevur Bjørt Samuelsen politisku ábyrgdina av landstjóralæknanum, har maður hennara, Peter Østergaard, hevur verið fyribilssettur. Hann hevur nú sjálvur valt at siga seg frá sum virkandi landsdjóralækni. Savnsmynd Maður Bjørt farin frá Peter Østergaard, ið júst hevur lagt frá sær sum virkandi landsdjóralækni, ætlar sær ikki at søkja starvið, nú tað er lýst leyst Mynd: Jens Kristian Vang Vestmanna fingið brandbil við stiga Kommunan í Vestmanna hevur keypt brandbil við 30 metrar longum stiga til sløkkiliðið í bygdini. Bilurin, sum er av merkinum Dodge, er keyptur frá sløkkiliðnum í danska býnum, Ikast. – Bilurin er 25 ára gamal, men av tí at slíkir bilar eru undir neyvum eftirliti, er hann í tipptopp standi, sigur Fríðálvur Bláhamar, sløkkiliðsleiðari. Tveir mans koma í næstum úr Danmark at læra sløkkliðsmennirnar í Vestmanna at handfara bilin. – Tað er ikki bara í sam­ bandi við eld, at brúk er fyri honum. Ætlanin er eisini at brúka hann í samband við ymisk arbeiði hjá kommununi, so hann kemur altso ikki at standa til pynt. Fyri fáum mánaðum síðani brendu eini hús í Vestmanna, har brúk hevði verið fyri slíkum bili, sigur sløkkiliðs­ leiðarin. Bilurin kostar 180.000 krónur. Um sløkkiliðið skuldi keypt ein nýggjan av slíkum slagi, lá prísurin millum 2,5 og 3,0 mió. krónur. Útyvir Havnina og Fuglafjørð er tað bert Vestmanna, sum nú eisini hevur brandbil við stiga.