mikudagur 13. februar 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindi
Nr. 31 - 13. februar 2008
Ganstara rapparar til Føroya
Kendi danski rapp-bólkurin ”Suspekt” kemur til Føroya komandi vikuskiftið. Fram-
førslur verða í Eclipse fríggjakvøldið og í TB-húsinum leygarkvøldið. Bólkurin kemur
úr harða umhvørvinum í Albertslund og ger tónleik, ið nevnist gangstararap. Harðaur
rapptónleikur við einum sterkum stíli bæði hvørjum tónleiki og teksti viðvíkir. Seinasta
útgávan hjá Suspekt, Prima Nocte, tók ummælarar á bóli. Bólkurin fekk eisini sera góð
ummæli fyri sína konsert á Roskilde Festivalinum í fjør. Teir fingu seks stjørnur frá
Gaffa. Umframt fleiri løg, sum hava verið tráðspæld í donskum útvarpi, hava teir fýra
rappararnir úr Albertslund millum annað gjørt tónleik til kenda danska entertainaran-
um Anden umframt Drengene Fra Angora. Teir í Suspekt vóru eisini gestatónleikarar á
fløguni hjá L.O.C. Tað lagið nevnist Få din flask’ på. Suspekt hevur eisini arbeitt við
føroyska myndamannin, Bárður Eklund. Lesið meira á www.primanocte.dk
Nýtt frímerki í Klaksvík
Mánadagin 18. februar 2008 byrja Torradagarnir í
Klaksvík, og lagt verður fyri á posthúsinum. Postverk
Føroya hevur givið út nýtt frímerki í samband við at
Klaksvíkar Kommuna verður 100 ár í 2008, og Steinbjørn
Jacobsen fer at avdúka frímerkið mánamorgunin kl.
11.00. Eftir avdúkingina verður móttøka á posthúsinum
og Edward Fuglø fer at signera fyrstadagsbjálvar við
Klaksvíksfrímerkinum. Allar Torradagarnar verður ein
framsýning á posthúsinum um postleiðir. Postverk Føroya
vónar at nógv fólk fara at leita inn á posthúsið í Klaksvík
hesar dagar.
Tað var stórur
áhuga fyri
smábátafundinum,
sum Shell og
Tórshavnar Bátafelag
skipaðu fyri
sunnudagin
SMÁBÁTAR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Sunnudagin skipaðu Shell
og Tórshavnar Bátafelag
fyri tiltaki fyri bátaeigarar í
hølunum hjá Starvsmanna-
felagnum í Havn. Nógv
fólk møttu – tá fundurin
byrjaði kl 16 var salurin
fullur, tí eini 130 fólk vóru
komin at lýða á.
Tiltakið byrjaði við, at
Niclas Heri Jákupsson frá
Shell og Kartni Olsen frá
Tórshavnar Bátafelag, bjóð-
aðu vælkomin. Fyrstur á
pallin var Marius Magnus-
son frá Trygdarmiðstøðini í
Klaksvík. Hann greiddi frá
sínum dagliga arbeiði og
teimum avbjóðingum sum
liggja í at hava eina trygdar-
mentan. Hann tók dømi
millum Føroyar og Sumatra,
sum hann nýliga hevur vitj-
að, har trygdin als ikki verð-
ur sett í hásæti.
Ein áhugaverdur, og sera
upplýsandi fyrilestur, siga
fólk, sum lýddu á.
Næstur at halda fyrilestur,
var Hanus Kjølbro. Hann
greiddi frá sínum arbeiði at
evna til og geva út bókina
Veðurlæra. Á ein sera
hugnaligan og gevandi máta
greiddi Hanus frá um hetta
drúgva
arbeiðið.
Hanus
kom eisini inn á, hvussu
man avlesur veðurkort, og
hevði hetta sera stóran
áhuga millum áhoyrararnar.
Eftir ein kaffisteðg, har
menn eisini fingu strekt
beinini, hevði Fiskirann-
sóknarstovan tveir áhuga-
verdar fyrilestrar.
Bjarti Thomsen tosaði
um royndir, sum teir hava
gjørt at fiska tosk við rús-
um, og Kristian Zacharias-
sen greiddi frá um royndir
við snelluveiðu á Land-
grunninum og á Føroya
Banka.
Hetta vóru eisini tveir
menn, sum dugdu væl at
siga frá, og vístu teir eisini
livandi myndir av fiski, sum
bítur á húk, og hvussu hann
kemur
í
rúsu.
Fleiri
spurningar komu frá áhoyr-
ararnum, og tá Niclas Heri
Jákupsson og Kartni Olsen
endaðu kvøldið, vóru tað
fleiri menn sum stungu høvd-
ini saman, fyri at tosa um
tað, sum teir høvdu hoyrt.
- Vit eru sera fegnir um
hetta samstarvið við Shell
og takksamir fyri, at vit
kundu bjóða limum okkara
til eitt slíkt gevandi og spen-
nandi tiltak, sigur Kartni
Olsen, formaður í Tórs-
havnar Bátafelag.
130 fólk á bátafundi í Havn
Óli Jacobsen hev
ur higartil skrivað
200 síður við
siðsøguligum tilfari
í Miðvikuni í Sosial
inum hvønn miku
dag. Í dag prenta vit
Miðviku nummar 50
BLAÐ
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Miðvikan, sum er í blaðnum
í dag, er nummar 50 í hesi
røð við siðsøguligum tilfari.
Henda skriving byrjaði í
FF-blaðnum, har tað var ein
táttur hjá Óla Jacobsen av
mongum at fáa upp á prent
mest møguligt av søguni og
lagnusøguni hjá fiskimonn-
um og annars hjá “vanliga”
føroyinginum.
- Hetta var tilfar, sum var
sera væl umtókt av lesarun-
um og sum eisini gjørdi sítt
til at skapa virðing fyri
fiskimannafelagnum
og
fiskimonnum. Hvussu væl
hetta var umtókt sást ikki
minst, tá ið FF-blaðið steðg-
aði, sigur Óli Jacobsen.
Sosialurin metti hetta
tilfar hava týdning, og tí
vóru boð eftir Óla Jacobsen,
sum síðani hevur havt fasta
táttin, Miðvikuna, hvønn
mikudag við siðsøguligum
tilfari – nú í skjótt eitt ár.
Í Miðvikuni hevur fram-
vegis dentur verið lagdur á
søguna hjá fiskimonnum
og fiskimannakonunum.
Greitt hevur eisini verið
frá lagnusøguni hjá fiski-
monnum. Tær mest kenslu-
bornu hava verið um Acorn,
Lauru og Immanuel, og so
Stella Argus.
- Tað hevur eisini verið
pláss fyri øðrum, sum tilfar
hjá og um Petur Alberg, um
Honnu og Harry Wilson,
bretskur
hermaður
undir
krígnum og nú tann higartil
ókenda søgan um Daniel
Jacob Danielsen í Congo,
sum kann sigast at hava verið
í (næst)fremstu røð í heims-
politikkinum fyri 100 árum
síðani, sigur Óli Jacobsen.
Hetta er alt tilfar, sum er
íkast til okkara søgu frá
seinast í 1800-talinum og
fram í 20. øld.
Fýra síður í blaðnum sær
kanska ikki út av so nógv-
um. Men tilsamans er talan
um 500 skrivaðar síður og
afturat tí eins nógvar mynd-
ir, nógvar hava ikki verið
frammi fyrr. Hetta hevði
fylt tvær trivaligar bøkur.
Afturat hesum tilfarinum
hjá Óla Jacobsen kemur
røðin “Hendur ið Sleptu”,
har tað higartil hava verið
35 greinir.
- Tað tykist, sum at tað er
nærum óendaligt, hvussu
nógv søga, ið kann fáast
burtur úr hesum gamla
kirkjugarði, sigur Óli Jacob-
sen, sum skrivar hesa greina-
røð út frá søgum, íbirtar av
gravum og gravsteinum í
Gamla Kirkjugarði í Havn.
Talan er um tilfar, sum er
sera væl umtókt millum
lesararnar á Sosialinum, og
hetta er ein framúr eggjan
hjá Óla Jacobsen at halda
áfram.
Óli skrivað fimmti Miðvikur
Seinasta árið hevur Óli Jacobsen skrivað 200 síður av siðsøguligum tilfari í Miðvikuni – fýra
síður í Sosialinum hvønn mikudag. Umframt nógv annað tilfar eisini hevur Óli skrivað 35
greinar í røðini “Hendur ið sleptu”, sum er íbirt úr Gamla Kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn
Mynd: Álvur Haraldsen
Eini 130 mans møttu til bátafundin, sum Shell og Tórshavnar
Bátafelag skipaðu fyri sunnudagin
Marius Magnussen frá Trygdarmiðstøðini í klaksvík greiðir frá