mikudagur 13. februar 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 31 - 13. februar 2008
Ummæli
★★✩✩✩✩
Sunneva H. Eysturstein
seysturstein@gmail.com
Andaligt. Hvat er tað? Summi
siga pátrúgv. Onnur siga, at tað
andaliga er skilgreiningin av
teirra lívi. Eg veit ikki heilt
sjálv. Eg veit bara, at tað er ikki
tað sama fyri meg, sum tað er
fyri teg. Og fyri Proclaim er tað
uppaftur nakað annað, enn tað
er fyri okkum bæði.
Proclaim eru úr Heimamissi
óns samfelagnum í Eysturoynni,
eru kristnir og hava givið eina
andaliga fløgu út, fløguna
»Grateful«. Mín skilgreining av
andaligum samsvarar slett ikki
við hana, sum er á »Grateful«,
men tað kann sum so eisini gera
tað sama, tí »Grateful« er eisini
tónleikur. Ein leikur við tónum,
sum fólk flest kunnu skilja, viga
og meta um. Og tað er tað, sum
eg skal gera. Andaligt ella ikki.
Ein fjølbroytt manning
Proclaim eru: forsangarin
Bjartur Fonsdal Johannesen,
Jákup Justinussen á tangentar
og kór, Pauli Reinert Poulsen á
gittara og kór, Bárður Reinert
Poulsen á bass og Jens Súni
Hansen á trummir og kór.
Saman eru teir ein sterkur hópur
av góðum tónleikarum, ið spæla
knasandi væl saman. Tað
hoyrist, at teir hava spælt nógv,
og at teir hava tað gott við at
spæla saman.
Miksing av løgunum er gjørd
av fýra ymsum persónum:
Bárður Háberg, Finnur Hansen,
Kristoffur Mørkøre og Jónas
Bloch Danielsen. Tað hoyrist
eisini aftur í ein rættiliga avger
andi mun, at tað eru fleiri
miksarar, ið hava havt fingurin
við í spælinum. Løgini eru
frammanundan ógvuliga fjøl
broytt í stíli, og tað hoyrist
uppaftur betri við, at miksingin
eisini er fjølbroytt. Løgini eru
ov ymisk, sum úrslitar
í, at fløgan ikki hongur
nóg væl saman sum
ein heild. Eg rokni við,
at framleiðslan, ið er
ógvuliga væl úr
hondum greidd, hevur
bjargað heildini og lyft
hana upp á eitt hægri
støðið. Tað kann tó
ikki væntast annað enn
eitt gott ljóð, tá ein
mætur tónasnillingur
sum Gunnar G.
Guttesen hevur
framleiðsluna um
hendi.
Gunnar G. Guttesen
hevur eisini staðið fyri
upptøkuni, meðan
Heimamissións
forlagið hevur givið
fløguna út.
Fangandi byrjan
»Grateful« leggur hart
út við funkbeatum í
lagnum »Bow Down«.
Hetta er Jamiroquai, tá hann er
mest uppi at koyra og Sting, tá
hann svingar best. Lagið er
tight, væl spælt og væl
framleitt. Vokalurin er ógvuliga
góður og beinrakin. Tað er eitt
gott trekk at byrja við hesum
lagnum, tí tað slær til og dregur
hugan beinanvegin.
Seinna lagið »God is there«
byrjar rátt við distortion á
rútmusektiónini og røddini.
Skiftir síðani yvir í reinan klang
við gittaraplinkri. Hetta er eitt
rættiliga gott rokklag. Tað
manglar nakað av upprudding í
arrangementinum fyri at blíva
ordiliga fangandi, men tað
hevur eitt feitt rokkriff í brotum
a la Clickhaze shoe gaze. Endin
byggir upp og brestir, sum er
júst tað, ið førir tankarnar aftur
til Clickhaze dagarnar og
»Indigo brow«. Ikki akkurát í
somu eksplosivu ekstasu, men
nakað í ta ættina við larmutum
rokki, ið kókar harðari og
harðari fyri so at enda brádliga.
Men moðinskapurin
ræður
Byrjanin av »Grateful« leggur
upp til eina ráða, funkuta popp
fløgu við kanti. Men tað steðgar
eitt sindur har, aftaná tey bæði
byrjunarløgini. Aftaná hesi
koma nøkur løg, ið ljóða sum
um, at tey ikki hoyra heima á
fløguni. Løgini hava lítið uppá
seg, og tekstirnir eru illa
skrivaðir. Summi av teimum
tykjast vera ein desperat roynd
uppá at vera rokkutur og kul,
sum tað bara ikki er. Hesi løgini
eru t.d funk/jazz lagið »Frí
her«, rokkroyndin »Alveldis
Gud«, ið minnir einum ov nógv
um I AM og »His eyes«, ið
einki nýtt hevur at bera
ljóðmessiga sæð.
Yvirhøvur eru ov nógv moðin
elementir á fløguni. Hon luktar
ov nógv av tónleikarum, ið bara
vilja spæla saman og ov lítið av
gjøgnumhugsan. Sjálvt um tað
er stuttligt at hoyra íblástur frá
t.d Jamiroquai og Sting, tí tað er
sjáldsamt her á leiðum, hevði
tað verið meira spennandi at
hoyrt meira av limunum í
Proclaim; hvat teir vilja spæla.
Hvussu teir høvdu ljóðað, um
teir høvdu spælt tað, sum teir
sjálvir eru og ikki tað, sum
onkur annar er.
Hittið í rokanum
Aftaná hesi haltandi løgini (tó
við onkrum ímillum, ið skínur
burturúr, m.a sambalagið
»Praise Him« og Stevie Wonder
inspireraða lagið »Smile«)
kemur endalagið »Go out« og
bjargar degnum. Hetta mann
vera eitt tað vakrasta lagið, eg
havi hoyrt í fleiri mánaðar.
Laglinjan er perfekt allan vegin
ígjøgnum. Ger ongantíð ov
nógv av og ongantíð ov lítið,
hevur javnvág í tónunum, og
sangarin syngur tað fantastiskt.
Lagið byrjar ógvuliga vakurt og
tekur síðani eitt smooth skift
yvir til rútmuundirspæl, ið
svingar og koyrir væl. Røddin
økist eisini akkurát tilpass nógv
í mun til skiftið. Hugsi eitt
sindur um Damien Rice í
hesum, men ikki ov nógv.
Teksturin er væl skrivaður og
erligur. Hann snýr seg um, tá
Jesus gav lærusveinunum boð
um at fara út í heimin at fortelja
øllum fólkasløgum um seg.
Jesus var júst risin upp aftur frá
deyðanum, og lærusveinarnir
høvdu blandaðar kenslur um,
hvat nú fór at henda. Bjartur F.
Johannesen, ið hevur skrivað
tekstin, reflekterar sjálvur yvir
hesa hendingina og greiðir
ógvuliga menniskjaliga frá,
hvussu tað fór fram. Hvat
lærusveinarnir hugsaðu, og hvat
Jesus segði. »They were all
gathered on a mountain top. Far,
far away. There were mixed
feelings inside of them. What
will he do? (...) The faith is
born from what is heard. How
can they hear if no one is there
to tell them? Go to the world
and tell them of me. Go to the
world, I will be with you«
Meðan lagið koyrir uppá sítt
allarbesta, kemur upplestur av
brotinum í Bíbliuni, har hendan
søgan stendur skrivað, og brýtur
tað feita við sanginum niður
aftur. Teksturin er
frammanundan komin ígjøgnum
til áhoyraran. Bjartur hevur
greitt frá hendingini út frá
egnum sjónarhornið, og tað er
nokk í sær sjálvum. Eg haldi, at
tað er at smyrja ov tjúkt uppá at
sitera søguna beinleiðis úr
Bíblinui, tá tað longu er sagt við
Bjartasa egnu, væl valdu orðum.
Serliga um tú ynskir at appelera
til fólk uttanfyri sam
komuhøpið. Men kanska skal
fløgan ikki tað.
Tá næsta stigið kemur
Nøkur løg eru øgiliga haltandi,
og so er okkurt lag so feitt, at eg
blívi í góðum lag av tí. Haraftur
at eru nøkur løg væl miksað,
meðan onnur eru minni væl
miksað. Tað er eingin ivi í, at
góð framleiðsla hevur bjargað
fløguni í rættiliga avgerandi
mun. Men alt í alt gevur hetta
ov ógvusligar mótpólar. Hesir
mótpólarnir elva til frustratión,
ið ger, at ein missir áhugan fyri
fløguni. Eg tími ikki at lurta
eftir nøkrum fleiri ferðir, ið ikki
er nøktandi, men heldur irriterar
meg, tí tað kundi verið so nógv
betri.
Tá alt tað er sagt, má eisini
sigast, at hetta er ein debutfløga.
Og eg veit, at allir limirnir í
Proclaim longu eru farnir víðari
at arbeiða, uttanlands í skúla
osfr. Hetta er bert eitt stig á
leiðini hjá nøkrum framúr
góðum tónlistarmonnum. Men
eg veit ikki, um eg skal gleða
meg til tað næsta, ið teir fara at
gera í tónleikinum. Eg veit ikki,
hvat eg skal vænta, sjálvt um
hetta bara er ein byrjan. Eg
haldi ikki, at eg fari at gera
nakra niðurstøðu hesum
viðvíkjandi, vil ei heldur vóna
nakað. Fari heldur at lata tað
liggja, og lata tíðina vísa, hvat
fer at henda. So eru eingir
forvæntningar, men so tekur ein
tað bara, sum tað er, tá tað
næsta kemur.
Takksemi uttan tokka
Stílurin er funk og gospel, íblásturin frá uppruna gospeltónleiki. Úrslitið er ein
øgiliga fjølbroytt samanseting av m.a Jamiroquai, Damien Rice, Stevie Wonder,
Sting og I AM. Sumt gott og sumt minni gott. Sumt, ið ikki burdi verið við á
fløguni. Og sumt, ið er somikið gott, at tað heldur ikki burdi verið við á fløguni.
Debut-fløgan »Grateful« hjá ungu heimamissións dreingjunum í Proclaim fær
tvær av seks stjørnum frá ummælaranum, Sunnevu H. Eysturstein