Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. februar 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindi Nr. 31 - 13. februar 2008 Í herviliga ódnarveðr­ inum herfyri tók ein hørð hvirla Anfinn Kalls­berg, s­um s­aman við øðrum var í holt við at bjarga tveimum fjós­um á Viðareiði. ­ Eg helt í ein las­tbil, tá ið hvirlan kom, men hon s­kræddi meg leys­an, og eg fór s­endandi meira enn 10 metrar gjøgnum luftina. Eg minnis­t, tá ið eg mis­ti takið, men eg áni ikki, hvus­s­u eg var komin heilt hagar, eg lá, tá ið avtornaði, s­igur fyrrverandi løg­ maður Skaði Orð: Vilmund Jacobsen Myndir: Berghild Kallsberg vilmund@sosialurin.fo Hósdagin 31. januar var av allar ringasta veðri og skaða­ vindur um meginpartin av landinum. Ættin var land­ nyrðingur, sum út á seinna­ partin og kvøldið hækkaði upp í ein landnyrðing norð­ an. Tað var kolandi stormur, og vegirnir gjørdust kraputir nógvastaðni. Almenna ferðs­ lan helt uppat at koyra, og á nógvum arbeiðsplássum fóru fólk tíðliga til húsar. Tað vóru eisini tey, sum noyddust at hanga eftir á arbeiðsplássunum nakað út á seinnapartin, og av hesum mundu mong hava ein óbe­ hagiligan túr heim til húsa. Í illveðrinum hendu nógv­ ir materiellir skaðar kring landið – ikki minst í Skála­ vík, har flestu bátar í bygd­ ini fórust og í Gøtu, har stormurin eisini gjørdi feigdina um seg. Í Noyð­ oyggjum hendu eisini skað­ ar á hús, bygningar og bátar, og eitt nú misti kappróðrar­ felagið í Sundunum onkrar av sínum bátum, tá ið brim­ ið breyt seg niðan gjøgnum neystini. Vit vildu ynskt, at vit nú kundu sagt, at hóast veðrið leikaði í og gjørdi feigdina um seg kring um landið, hendi eingin mansskaði. Myndirnar, sum vit pren­ ta saman við hesi greinini, vísa tó, at mannskaði hendi – um enn tað kundi verið uppaftur verri, um verri vil­ di til. Hjálptu til úti Mong vóru tey, sum kring um landið veittu hjálpandi hond, tá ið tekjur byrjaðu at ríva, vindeygu brotnaðu, og hurðar ikki kláraðu at stan­ da ímóti nógva storminum. Á Viðareiði var eisini kol­ andi stormur hendan dagin, og bygdin slapp ikki óskal­ að. Anfinn Kallsberg, sum vit øll kenna úr politiska lívinum – og ikki minst sum ein siðiligan og sáttlig­ an løgmann, var millum teirra, sum hendan dagin veittu hjálpandi hond í bygd­ ini, tá ið harðast leikaði á. ­ Hann var landnyrðingur norðan og kanska norðan í ættini, tá ið vindurin var mestur. Her var kolandi stormur alla dagin – ja fakt­ iskt himmalsins ódn, sum hann tekur til. Anfinn sigur, at stormurin hevði gjørt um seg fleiri staðni á Viðareiði og eitt nú fyrsti skúlin í bygdini, sum hevur verið fyri hóttafalli, fór av grundini. ­ Klokkan var um 18.30 hetta hóskvøldið, tá ið vit vóru í holt við at byrgja upp­ fyri, at størri skaði stóðst á tey bæði stóru fjósini eystan­ fyri bygdina. Onkrar plátur vóru farnar á takinum, og vit royndu at breiða útyvir. Eisini stóð nógv á hurðun­ um. Anfinn skaddur Hann sigur, at teir vóru flei­ ri mans til verka í bygdini hetta kvøldið. ­ Hvirlurnar vóru títtar og harðar við onkrum lítlum skáa ímillum tær. So kemur hendan eina og ógvuliga harða hvirlan oman av. Vit kendu á okkum, at hon kun­ di gera um seg, og tí hildu vit okkum fast í ein lastbil, sum stóð har. Onkur misti ella slepti takinum og legði seg niður. Tá ið hvirlan er komin oman til okkara, vendir hon og kemur líka sum øvutan veg niðan yvir okkum aftur. Og Anfinn heldur fram: ­ Hendan hvirlan skræddi meg leysan, og eg fór send­ andi gjøgnum luftina. Eg minnist, tá ið eg misti takið, men eg áni ikki, hvussu eg var komin heilt hagar, eg lá, tá ið avtornaði. Kortini minnist eg, tá ið eg lá har. Hann sigur, at eingin tíð var til umhugsunar, tí alt hendi upp á sekundir. ­ Eg kann ikki siga, at eg hugsaði nakað serligt, tí alt gekk ógvuliga skjótt fyri seg. Tað var kjálkabeinið undir høgra eyga, sum tók niður í hart grót­og betong­ tilfar, men eg haldi ikki, at stoyturin var heilt frontalur. Kjálkin stoytti niður á og líka sum streyk eitt lítið sindur framvið. Meðan Anfinn lá við veg­ kantin, hugsaði hann, at ”nú er okkurt – og nú er ikki væl vorðið”. ­ Menninir vóru ógvuliga skjótir yvir til mín og fingu meg uppaftur á føtur. Eg minnist, at teir spurdu, um eg hevði fingið skaða – og eg segði ja. Sjálvur haldi eg ikki, at eg nakrantíð var utt­ an vit, men alt hendi bara so ógvuliga knappliga og óvæntað, at eg fekk ikki stundir at fylgja gongdini, fyrr enn eg var tikin við hvirluni, og skaðin var hend­ ur. Vegurin stongdur Anfinn bløddi nakað úr nøs og munni, og onkur riva var komin í sjálvan kjálkan, men hetta vóru ikki so djúp­ ar rivur. ­ Eg føldi beinanvegin, at vinstri kjálki bólgnaði upp. Vangin líka sum doyvdist, Anfinn fekk ein ordans u Ein ordans ”risi” Hesin kalvin smæðist ikki burtur millum aðrar stórar kalvar, sum veiddir eru undir Føroyum. Tað var ísfiskatrolarin Vesturbúgvin, sum fekk henda kalvan í trolið á seinasta túri. Hann var heilar 272 cm. langur og vigaði 440 pund! Ein ordans fiskur, má sigast. Jónálvur Andreasen, sum hevur arbeitt á fiskavirkinum í Vestmanna í samfull 30 ár, heldur, at hetta er ein tann størsti kalvin, sum er landaður í Vestmanna í longri tíð. Umborð á Vesturbúgvanum minnast teir seg ikki at hava fingið ein so stóran kalva áður. Ísfiskatrolarin landaði annars 170.000 pund av upsa í Vestmanna í mánadagin.