mikudagur 13. februar 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindi
Nr. 31 - 13. februar 2008
og eg hevði onga pínu at
tosa um. Eg kann siga, at eg
lítla og onga pínu hevði
seinni heldur.
Anfinn og Berghild eiga
tríggjar synir, og tað var
Kári, sum koyrdi hann til
hús hetta kvøldið.
- Konan og allir tríggir
synirnir vóru heima hjá okk-
um beinanvegin. Ein sjúkra-
systir og svigarinda, sum
býr her í bygdini, var í fyrst-
ani í iva um, hvørt eg hevði
fingið heilaskjálvta. Hinveg-
in fekk eg vikað kjálkabein
og munn, og hon sá, at her
var ikki brot.
Veðrið var so ringt hetta
kvøldið, at vegurin millum
Viðareiði og Klaksvík var
stongdur. Tí bar ikki til hjá
Anfinni at sleppa á skaða-
stovuna í Klaksvík til kann-
ingar.
- Eg hevði tað hampiligt
eftir
umstøðunum,
men
kortini var eg so mikið illa
fyri eftir viðferðina, at eg
hevði í hvussu er ikki farið
útaftur hetta kvøldið.
Einki brot
Fríggjamorgun, sum hend-
ingin fór fram hóskvøldið,
fór Anfinn á sjúkrahúsið í
Klaksvík, men har varð
staðfest, at einki brot var
nakrastaðni.
- Eg hevði brotið okkurt
pettið úr tveimum tonnum,
og eg føldi eisini tenninar
ógvuliga eymar og kanska
trýstar eitt sindur inn. Týs-
dagin í vikuni eftir var eg
hjá tannlækna, og her vísti
tað seg, at tríggjar tenn vóru
loysnaðar í høgru síðu í
yvirmunninum. Hesar eru
nú undir eftirliti av tann-
læknanum.
Anfinn sigur, at serliga
høgra síða av andlitinum
hovnaði ógvuliga skjótt og
nógv eftir stoytin.
- Ja, eg vil siga, at andlitið
var sum eitt stórt egg at føla
uppeftir. Eg hovnaði upp-
undir høgra eyga, sum at
enda var heilt afturlatið,
tvørtur um nøsina og yvir í
vinstra eyga – og munnurin
hekk skeivur. Tá ið ringast
var, var høgra eyga hovið,
blátt og afturlatið, og vinstra
eygað var eisini blánað.
Andlitið blánaði heilt niður
í barkakílan høgrumegin.
Eg haldi, at blóðsamlingar-
nar fordeildu seg væl kring
um andlitið, leggur hann
aftrat.
Men líka so skjótt, sum
andlitið hovnaði, fall tað
eisini niðuraftur.
- Eg haldi, at hetta rættaði
seg lutfalsliga skjótt aftur,
og teir næstu dagarnar sást
dagamunur, sum hann tekur
til. Skjótt fekk eg høgra eyg-
að uppaftur, eins og munn-
urin kom upp á pláss aftur.
Feyk langt
Anfinn sigur, at hann hevur
verið á staðnum aftur, har
skaðin hendi hetta herviliga
illveðurskvøld.
- Eg síggi, at eg eri fokin
meira enn 10 metrar gjøgn-
um luftina. Um beinini
komu niður á í hesi viðferð-
ini ella ikki, dugi eg ikki at
siga, men eg hevði í hvussu
er einki sum helst stýr á
kroppinum hesa løtu. Ei
heldur fekk eg tikið fyri
meg, sum eg fór sendandi.
Hann sigur, at hvirlan,
sum tók hann hetta kvøldið,
hevði eina øgiliga megi og
undarliga atferð.
- Vit plaga at siga, at land-
nyrðingurin líka sum fer
uppfyri bakkan eysturi í
Bergi, vit rópa, men tað
gjørdi hann ikki á sama hátt
hetta kvøldið. Hvirlurnar
kastaðu sær líka sum í allar
ættir og hendan, sum tók
meg, vendi líka sum aftur
við somu øði.
Hetta kvøldið, sum hend-
ingin fór fram, tørnaði
Anfinn inn um 22-30-tíð-
ina, og tað var bevíst, sum
hann tekur til.
- Vit hildu ikki, at eg
hevði nakrar innaru bløðing-
ar, men ein ávísur ivi var
sum nevnt um heilaskjálvta.
Tí varð hildið vera rættast
ikki at fara til songar ov
stutt eftir skaðan fyri at
síggja, hvussu hetta nú tók
seg upp.
Leygardagin, sum illveðr-
ið herjaði hósdagin, var
fyrsti tingfundur eftir løg-
tingsvalið, og tá boðaði
Anfinn í brævi tinginum
frá, at hann ikki kundi møta
vegna skaða.
- Eg kundi sikkurt farið
til Havnar hendan dagin,
men eg valdi ikki at fara, tí
eg var simpulthen ókenni-
ligur. Fólk høvdu øtast,
leggur hann aftrat.
Størri virðing
Anfinn sigur, at hann hevur
altíð havt stóra virðing fyri
veðri og vindi, og henda
virðing er ikki vorðin minni
eftir hesa hending.
- Eg havi ongantíð uppliv-
að slíkt áður – ella nakað,
sum líkist hesum, og hetta
skal upplivast fyri at trúgva,
at tað er satt. Hevði onkur
fortalt mær, at slíkt kundi
henda, hevði eg næstan
sagt, at tað var kolasvørt
lygn. Men eg havi fingið
annað
at
síggja,
sigur
Anfinn Kallsberg, sum tíbet-
ur ikki hevur fingið varandi
mein av hendingini.
mgang í ódnarveðrinum
- Andlitið var sum eitt stórt egg at føla uppeftir.
Eg hovnaði uppundir høgra eyga, sum at enda
var heilt afturlatið, tvørtur um nøsina og yvir
í vinstra eyga – og munnurin hekk skeivur.
Andlitið blánaði heilt niður í barkakílan
høgrumegin, sigur Anfinn Kallsberg
Kona Anfinn, Berghild, tók myndir av andlitinum á manninum
í allari gongdini. Tá ið skaðin hendi, var vegurin millum
Viðareiði og Klaksvík stongdur, og tí slapst ikki av bygdini og á
skaðastovuna
Yvirvaksnir kalvar
Í fjør heyst fekk norðmaðurin Tom Richard Kristiansen ein velduga
stóran kalva í gørnum sínum. Norðmenn siga, at hetta er størsti kalvi,
sum veiddur er í norskum sjógvi. Men spurningurin er, um kalvin, sum
føroyski skiparin Hjalgrím Vestergaard fekk við Skjøtninberg á sinni, ikki
var uppaftur størri. Kalvin hjá Tom Richard vigaði heili 629 pund, sum er
49 pund meira enn gamla metið, sum var 580 pund. Hann varð máldur at
vera tríggjar metrar langur og ein metur breiður. Ein føroyskur skipari í
Noregi, Hjalgrím Vestergaard av Tvøroyri, fekk ein velduga stóran kalva í
norskum sjógvi í 2001. Á tí eina túrinum fingu teir ein kalva, sum var
2,85 metrar langur, 1,36 breiður og 50 sentimetrar tjúkkur. Teir skóru upp
í seks kurvar av flaki - og haraftrat varð nógv koyrt burtur, sigst.