Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. februar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 31 - 13. februar 2008 Barrack Obama gjørdi aftur bart í gjár. Hann vann øll trý uppstillingarvalini og er nú fyri fyrstu ferð framman fyri Hillary Clinton Klokkan trý í nátt vistu amerikonsku sjónvarps­ støðirnar at siga, at nú var Barrack Obama farin fram um Hillary Clinton í upp­ stillingardystinum hjá demokratunum. Sambært CNN hevði hann tryggjað sær 1.195 valmenn, men Hillary Clinton er í hølunum á honum við 1.178 val­ monnum. Tað var væntandi, at Barrack Obama fór at vinna valini í Virginia, Maryland og Washington D.C. í gjár, men politiskir eygleiðarar í USA siga, at úrslitið var kortini enn ein ósigur hjá Hillary Clinton. Kanningar í gjár vístu, at 90 prosent av teimum svørtu veljarunum atkvøddu fyri Obama, og í Virginia fekk hann eisini stuðul frá teimum flestu monnunum. Soleiðis hevur tað verið í øðrum statum eisini, men hjá Hillary Clinton má tað kennast hugstoytt, at 51 pro­ sent av teimum hvítu veljar­ unum atkvøddu fyri Obama, og at heili 58 prosent av kvinnunum atkvøddu fyri honum. Við sigrunum í Virginia, Washington D.C. og Mary­ land hevur Barrack Obama vunnið sjey av teimum sein­ astu uppstillingarvalunum hjá demokratunum. Hjá republikanarunum vann John McCain øll trý uppstillingarvalini í gjár. Kortini var sigur hansara sera tepur í Virginia, har tað leingi stóð á jøvnum millum McCain og Mike Huckabee. Politiskir eygleiðarar siga, at valið í Virginia var enn eitt tekin um, at McCain hevur ikki takið á teimum konservativu veljarunum hjá republikanarunum. Ikki avgjørt enn Hóast sigursrøðina hjá Barrack Obama tora polit­ isku eygleiðararnir í USA ikki at siga, at talan er um eina flóðaldu, sum ikki er til at steðga, og sum Hillary Clinton tí fer at drukna í. Eygleiðararnir vísa á, at kappingin teirra millum er so jøvn, at sjálvt um Obama fær 55 prosent í øllum teimum statunum, sum eru eftir, er tað kortini ikki nóg mikið til at vinna tað endaliga uppstillingarvalið. So verða tað teir serligu valmenninir, sum fáa tað avgerandi orðið at siga, og meirilutin av teimum styðja Hillary Clinton. Í sínari takkarrøðu í nátt segði Barrack Obama, at tey seinastu úrslitini benda á ein nýggjan meiriluta, sum er settur saman av fólki úr øllum pørtum av land­ inum, øllum rasum og bólk­ um, sum taka undir við hansara fráboðan um eina vón í framtíðini. ­ Vit hava vunnið í eystri og vestri, suðuri og norðuri og miðskeiðis í hesum landinum, sum vit øll elska. Hendan rørslan steðgar ikki, fyrr enn ein broyting hendir í Washington, og í kvøld hava vit tikið eitt týðandi stig, segði Obama, tá hann í morgun kom til Wisconsin, har val verður í næstu viku. Hillary Clinton hevði lagt leiðina suður til Texas, tí tað er greitt, at skal hon vinna uppstillingarvalið, má hon vinna í øllum teim­ um trimum stóru statunum, sum eftir eru, Texas, Ohio og Pennsylvania. Tekur frá Hillary Sigurin hjá Barrack Obama í gjár var sera greiður. Í Vir­ ginia fekk hann 64 prosent av teimum demokratisku atkvøðunum, í Maryland 62 og í Washington D.C. 75 prosent. Í øllum trimum var veljaraskarin júst tann rætti fyri Obama, tí har eru nógv svørt og nógv við góðari útbúgving. Men kanningarnar í gjár vístu eisini, at Obama hevur tikið nógvar veljarar frá Hillary Clinton. Sum væntað fekk hann tær flestu atkvøðurnar frá teimum svørtu og frá monnunum, men hann fekk eisini tey flestu hvítu at atkvøða fyri sær og tær flestu kvinn­ urnar. Í Virginia fekk hann eis­ ini tær flestu atkvøðurnar frá fólki av latínamerikonsk­ um uppruna, og í Maryland atkvøddu tey flestu gomlu og fólk á bygd fyri honum. Í øðrum statum hava júst hesi verið týdningarmiklir stuðlar hjá Hillary Clinton. Politisku eygleiðararnir siga, at hon noyðist nú at leggja seg eftir at fáa atkvøðurnar frá teimum nógvu latínamerikanarun­ um í Texas og teimum eldru og lágløntu í Ohio og Pennsylvania. Trýr upp á undur Við at vinna øll trý valini í gjár hevur John McCain tryggjað sær eina so greiða leiðslu í kappingini hjá republikanarunum, at tað skal eitt undur til, um hann skal tapa fyri Mike Hucka­ bee. Men Huckabee hevur júst sagt, at hann trýr ikki upp á tøl, men upp á undur, og tí dugir hann ikki at síggja nakra grund til at gevast. Í Virginia gav Huckabee eisini McCain okkurt at hugsa um, tí har vann Huckabee í fleiri valdømum, og í teimum mest konser­ vativu økjunum fekk hann heili 80 prosent av teimum republikonsku atkvøðun­ um. Hetta merkir sambært amerikonsku eygleiðarun­ um, at McCain hevur ikki fingið fatur á teimum mest konservativu veljarunum, og teimum fær hann brúk fyri, um hann skal vinna á demokratunum í novembur. Stutt Sagt Putin ávarar Ukraina Russisku myndugleikarn­ ir ávara nú grannalandið Ukraina ímóti at fjeppast ov nógv uppi í vestur­ lendsku verjusamgonguni NATO. Tá ukrainski for­ setin, Viktor Justsjenko, var á vitjan í Moskva í gjár, fekk hann at vita frá Vladimir Putin, for­ seta, at Russland fer ikki at sita hendur í favn, um Ukraina fer upp í NATO og kanska loyvir USA at seta rakettverju upp í landinum. Sambært rus­ siskum fjølmiðlum segði Putin, at so hava russar bara eitt at gera, og tað er at venda sínum rakettum ímóti Ukraina. Regn í Angola Tað hevur verið oysandi regn í Angola teir seina­ stu dagarnar, og tað hevur elvt til vatnflóð nógva­ staðni. Serliga illa stendur til har suðuri í landinum, og myndugleikarnir siga, at meiri enn 10.000 fólk hava mist hús og heim av vatnflóðini. Tey, sum eru vorðin heimleys, hava fin­ gið tjøld at vera í fyribils, og nøkur hava fingið in­ nivist í skúlum. Angolsku myndugleikarnir siga, at teir hava ikki fult yvirlit yvir støðuna. Eitt nú vita teir ikki við vissu, hvussu støðan er í býnum Ond­ jiva, sum stendur undir í vatni. Flýggja til Uganda Ófriðurin aftan á tjóðar­ tingsvalið í Kenya hevur fingið umleið 12.000 fólk at flýggja úr landinum um markið til Uganda. Ugand­ isku myndugleikarnir og ST siga, at fleiri av teim­ um, sum eru komin um markið, hava mist hús og heim, tí álopsmenn hava sett eld á hús teirra. Í Uganda eru flóttafólkini savnað í einari stórari legu nærhendis markinum. Hildið verður, at ófriðurin í Kenya hevur noytt uml­ eið 300.000 fólk frá húsi og heimi. Nógv tey flestu eru nú flóttafólk í egnum landi. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Vit hava tikið enn eitt týðandi stig, og vit helma ikki í, fyrr enn vit kunnu broyta Washington (Barrack Obama) útlond So er hann á odda Barrack Obama: - Tann nýggja rørslan helmar ikki í, fyrr enn vit fáa broyting í Washington Mike Huckabee er langt aftan fyri John McCain, men hann trýr framvegis upp á eitt undur