mikudagur 13. februar 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 31 - 13. februar 2008
Í útvarpssendingini
Bylgjan hjá Kring
varpinum hesa
vikuna vórðu tveir
bilar ummældir:
Opel Corsa GSI og
Toyota Corolla Sedan.
Annar ein sportligur
hatchback og hin ein
tradionellur persón
bilur
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Bilarnir sum vórðu ummæld
ir í sendingini Bylgjan hjá
Kringvarpinum mikudagin
13. februar vóru Opel Corsa
GSI við 1,6 litra 4 syl. ben
sinmotori við 150 hk, og
Toyota Corolla sedan við
1,6 litra 4 syl. bensinmotori
við 124 hk.
Fyrri bilurin, sum varð
royndarkoyrdur, var Opel
Corsa GSI. Hesin Corsa
kom á marknaðin í 2006 og
er fjórðu generatión síðan
1982, tá teir fyrstu ferð
komu á marknaðin.
Corsa hevur heilt nýtt
design og er ein praktiskur
og rúmligur bilur í mun til
støddina. Viðførisrúmið er
285 litrar, og við baksetrun
um niðri verður tað heilar
1.100 litrar.
1,6 litra GSI motorurin
við 150 hk er kvikur og hev
ur gott snúningsmoment
(260 Nm), koyrir frá 0100
km/t upp á 8,1 sek og topp
ferðin er 210 km/t. Corsa
fæst bæði við bensin og
dieselmotori og við trimum
og fimm hurðum. Koyri
eginleikarnir eru millum
teir bestu í klassanum.
Bilurin sum varð royndar
koyrdur, Opel Corsa GSI,
kostar kr.225.000. Corsa
kann síggjast og roynast hjá
Auto Service við Oyggjar
vegin. Prísirnir byrja við kr.
139.900.
Toyota Corolla
Seinni bilurin er ein Toyota
Corolla Sedan, sum saman
við Corolla Verso hava
behildið Corolla navnið, nú
hatchback útgávan eitur
Auris. Hesin er 10. genera
tion av Corolla, síðan teir
fyrstu ferð komu á markn
aðin í 1966.
Corolla Sedan er ein heilt
nýggjur bilur, sum hevur
eyðkent Toyota design, eisi
ni innan, har hann er smart
ur og einfalt ergonomiskt
innrættaður. Bilurin er næst
an líka stórur sum Toyota
Avensis einans 9 cm stytt
ri. Viðførisrúmið er upp á
450 litrar, og hann hevur
ikki minni enn 15 rúm í kab
inuni til at leggja ymiskar
lutir frá sær á.
Bilurin, sum varð roynd
arkoyrdur, hevur 1,6 litra
bensinmotor við 124 hk.
Annars fæst hann eisini við
1,4 litra bensinmotori og
1,4 og 2,0 D4D dieselmo
tori. Corolla Sedan hevur
nógvar innbygdar trygdar
skipanir. Eisini hevur hann
eina sera væl virkandi ESP
skipan, sum til eina hvørja
tíð heldur bilinum á rættari
kós.
Bilurin sum varð royndar
koyrdur er ein Corolla 1,6
Sol sum kostar kr. 257.600.
Toyota Corolla kann síggj
ast og roynast hjá Auto Ser
vice. Biligasti Corolla Sed
an kostar kr. 218.000.
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
bilar
Corsa GSI og Corolla Sedan
Opel Corsa GSI er ein sportligur hatchback
við kvikum 1,6 litra motori við 150 hk
Corsa GSI er sportligur bæði innan og uttan. Corsa varð kosin ársins bilur í Danmark 2007
Corolla Sedan er ein heilt nýggjur bilur
við eyðkendum Toyota designi. Hann er
næstan líka stórur sum Avensis og líkist
mest Toyota Camry
Corolla Sedan er ein tradionellur og rúmligur sedan við stórum 450 litra viðførisrúmi