Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. februar 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 31 - 13. februar 2008 tíðindi Gott pláss í viðførisrúminum er ikki tað sum Ferrari eru kendir fyri. Men nú er ein »stationcar« útgáva av Ferrari á veg við góðum plássi í viðførisrúminum. Talan er um ein Ferrari, sum verður gjørdur hjá hálendsku designfyritøkuni Vandenbrink Design. Útgangsstøðið er nýggi Ferrari 612 Scaglietti, sum teir hava navngivið Shooting Brake. Motorurin er ein 6,3 litra V12 við 739 hk. Endaligi prísurin er ikki ásettur enn, men roknað verður við, at hann í Danmark kemur at kosta umleið fimm milliónir uttan avgjøld. MC Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Motorjournalistar frá motor­ súkklubløðum í Evropa hava royndarkoyrt nýggjas­ tu Kawasakis ZX­10R við sera góðum úrsliti. Í seks dagar royndarkoyrdu tilsam­ ans 85 motorjournalistar frá motorsúkklubløðum í øllum Evropa súkkluna,og fekk hon góð skotsmál sum ein tann kvikasta og best koyrandi sportsúkklan í sínum klassa. Kawasaki ZX­10R hevur 4 syl. vatnkøldan 998 ccm raðmotor við 188 hk við 12.500 snún/min. Súkklan hevur 6­gir og eina sera framkomna motor­ stýring, sum Kawasaki kalla KIMS (Kawasaki Ignition Management System), sum altíð gevur optimala kraft saman við minst møguliga útlátinum. Kawasaki ZX­10R hevur aluminium chassis, sum er gjørt í samstarvi við pro­ fessionellar rasarakoyrarar. Hetta er við til at gera súkkluna lætta at umgansast og at koyra. Súkklan kemur á mark­ naðin síðst í februar. Kawasaki ZX­10R kostar kr. 156.845. Tað er MC­Søl­ an á Norðasta Horni í Havn sum umboðar Kawasaki motorsúkklurnar. Heima­ síða: www.mc­solan.fo Subaru eru nú til reiðar við heimsins fyrsta boxer diesel­ motori, sum verður sýndur fram á altjóða bilaframsýn­ ingini »Biler i Bella« í Keypmannahavn síðst í mars. Japanska Subaru verk­ smiðjan vil vera við, at nýg­ gi boxer dieselmotorurin larmar sera lítið og er uttan tær ristingar, sum kunnu merkjast í boxer bensin­ motorunum. Talan er um ein kvikan og økonomiskan 2,0 litra motor við 150 hk og snún­ ingsmomenti upp á 350 Nm og koyrir frá 0­100 km/t upp á 8,7 sekund. Oljunýtsl­ an er 17,9 km/l við blandað­ ari koyring. Fyrstu bilarnir sum fáa hendan motorin boxer dieselmotorurin eru Subaru Legacy og Legacy Out­ back. Nýggj Kawasaki ZX-10R Kawasaki ZX-10R er gjørd í samstarvi við professionellar rasarakoyrarar Ferrari sum stationcar Heimsins fyrsti boxerdiesel