mikudagur 13. februar 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 13. februar 2008
27
tíðindi
Á bilaframsýningini í Detroit
var ein heilt nýggjur bilur frá
Hyundai sýndur fram. Talan er
um Hyundai Genesis, sum er ein
bakhjólsdrivin luksusbilur, sum
serliga er gjørdur til at kappast á
amerikanska marknaðinum
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hyundai hava leingi arbeitt við eini ætlan
um at gera eina limousinu í luksusklass
anum, og nú er komið so langt, at ein
heilt nýggjur Hyundai Genesis varð frum
sýndur á bilaframsýningini í Detroit í hes
um mánaðinum.
Genesis er fyrsti Hyundai, sum einans
verður drivin av bakhjólunum í nýggjari
tíð.
Bilurin verður eftir ætlan til sølu bæði í
Suðurkorea og í USA heilt skjótt. Genesis
skal kappast við amerikansku og evro
peisku luksusbilarnar í USA.
Í fyrstu atløgur verður Genesis gjørdur
við tveimum V6 motorum (3.3 og 3.8
litra) við ávikavist 265 og 305 hk og ein
um 4.6 litra V8motori við 380 hk. Seinni
kemur eisini ein dieselútgáva. Allir
útgávurnar fáast við einum heilt nýggjum
6trins automatgirkassa.
Hyundai hava í nøkur ár havt Grandeur,
sum eisini er ein stórur luksusbilur. Um
hesin nýggi avloysir hann, verður einki
sagt um. Um Genesis kemur til Evropa er
ikki avgjørt enn.
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Kendi enski sjónleikarin
Rowan
Atkinson,
betur
kendur sum Mr. Bean, hev
ur skift sín gamla gula Aus
tin Mini út við ein nýggjan
Morgan Aero Max.
Talan er um ein av heim
sins kvikastu bilum, sum
hann hevur keypt fyri for
110,000 pund. Í Danmark
kostar ein slíkur bilur um
2,5 milliónir krónur.
4,4 litra V8 motorurin
hevur 333 hk, koyrir frá 0
100 km/t upp á 4,5 sekund
og toppferðin er 274 km/t.
Botntrekkið er upp á 450
Nm við 3.600 snún/min.
Tað verða einans gjørdir
100 bilar av júst hesum
modellinum á Morgan verk
smiðjuni nærhendis Birm
ingham í Onglandi. Rowan
Atkinson
mátti
gjalda
25,000 pund í depositum,
fyri at vera vísur í ein fáa
ein av hesum hundrað bilun
um.
Mr. Bean skift til Morgan
Ein glaður Mr.Bean við sínum nýggja
Morgan Aero Max
Gamli guli Austin Mini hjá Mr. Bean
er helst ein av heimsins kendastu bilum
Bert hundrað bilar verða gjørdir av júst hesum modellinum,
Morgan Aero Max
Hyundai í
luksusklassa
Peugeot og VW mest
seldir í Danmark
Áttanda árið á rað bleiv Peu
geot mest seldi persónbilur
í Danmark í 2007 við næst
an 20.000 seldum bilum og
12,2 prosentum av mark
naðinum,
nummar
tvey
varð Volkswagen við 8,5
prosentum og nummar trý
varð Toyota við 8,4 prosent
um av marknaðinum. Ann
ars er Volkswagen mest sel
da bilmerki í Danmark, tá
eru persónbilar, vørubilar,
minibussar og smáir lastbil
ar roknaðir uppí. Peugeot er
nummar tvey og Toyota
nummar trý.
Peugeot er mest seldi persónbilur í Danmark
Volkswagen mest selda bilmerki í Danmark, tá persónbilar,
vørubilar, minibussar og smáir lastbilar eru roknaðir uppí