mikudagur 13. februar 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 • 13. februar 2008
MIÐvIkaN
29
annan persón í missiónini,
sum nýtti pískin móti teimum
innføddu. Fyrst svarandi hann
noktandi, men segði síðan, at Mr.
Wallbaum hevði ikki bert sæð
Danielson nýta hesa framferð,
men hann hevði eisini nýtt hana
mangar ferðir. Hann váttaði, at
tað var ”meira enn sjey ferðir
men minni enn 12 ferðir”.
Sawyers segði, at Mr. Arm
strong, Mr. Gilchrist og aðrir limir
í missiónini kendu hesa manna
gongd. Hann hevði eisini hoyrt,
men ikki sæð, at Mr. Ellery hevði
pískað eina kvinnu í eini bygd og
eisini hennara smáu døtur.
Sjálvt um tey innføddu vóru
tápulig, og tað var neyðugt í
minstu smálutum at siga teimum,
hvat tey skuldu gera, so hevði tað
ongantíð skapað honum trupul
leikar í samband við hansara
smíðingarvirksemi. Hann helt, at
tey arbeiddu hampiliga væl.”
Viðmerking
Vit hava roynt at fáa meira at
vita um hendan Sawyers, men
tað er ikki eydnast enn. Hann er
ikki nevndur í nøkrum av okkara
keldum. Men hann hevur bæði
verið trúboðari og havt smíðing
sum yrki. Hetta var ikki óvanligt,
at missiónin eisini hevði fólk
til eina handliga upplæring av
teimum innføddu.
Tað tykist greitt at ”the
counsil” ikki hevur havt havt
nakað serligt álit á Sawyers, tí
teir mæla frá, at hann verður
sendur aftur til Congo. Tað, sum
eisini man hava fingið nevndina
at ivast, er, at trúboðarin Harris
eisini verður lagdur undir sama
ágang. Hann er annars roknaður
sum ein av teimum lutfallsliga
fáu trúboðarunum, sum royndu at
verja fólkið móti yvirganginum hjá
myndugleikunum.
Men hetta eru sjálvsagt sera
álvarsligar ákærur móti einum
trúboðara.
Fríkenningin
Hósdag 24. september 1903 er
fundur í ”the Home counsil” í
London.
Her verður fyrst greitt frá, at
Sir Alfred Jones, konsulin hjá
Congo í Liverpool, hevði boðað
frá, at hóast stjórnin í Congo ikki
vildi geva missiónsfeløgum øki
til nýggjar missiónsstøðir, so vildi
hon fegin lata Balolo missiónini
fíggjarligan stuðul. Tað kann
hugsast, at hetta hevur verið eitt
slag av mutur fyri at fáa Balolo
missiónina at tiga um viðurskiftini
í Congo. Jones var ikki heilt
ókendur við mutur. Tá ið Edmund
Morel arbeiddi á Elder Dempster
skipafelagnum, sum sigldi millum
Europa og Congo, og Morel kom
fram til, at her ruggaði ikki rætt,
var tað Jones, sum bjóðaði Morel
eina stóra lønarhækking fyri at
tiga. Hetta miseydnaðist eisini.
Jones var ein forrætnings
maður, sum hevði tætt samband
við skipafelagið sum sigldi millum
Liverpool og Congo, og hann var
ein íðin verji av stýrinum í Congo.
Dr. Harry Guinness greiddi frá á
fundinum, at eftir sum Danielsen
varð boðsendur at koma heim
vegna ákærur móti honum av
privatpersóni, og hesar kærur
høvdu víst seg at vera falskar ella
í hvussu er vilt yvirdrivnar, varð
henda boðsending um at koma
heim afturkallað.
Ákærur vóru eisini settar fram
móti trúboðararnar Mr. Armstrong,
Mr. Ellery umframt Dollan.
Teir høvdu allir svarað hesum
ákærum. Tað var staðfest við
stórum nøgdsemi, at teirra frá
greiðingar eftir gjølligar kanning
ar hava verið góðkendar av ”the
counsil”, sum fullkomiliga tekur
frástøðu frá øllum ákærum móti
nevndu persónum.
Tað varð greitt frá, at Daniel
er á veg heim oman eftir
Congoánni, tá hansara heimkall
ing vegna hesa ákærur verður
afturtikin. Tá er tað, at Roger
Casement, sum skal gera eina
ferð við amerikanska missións
bátinum ”Henry Reed”, manglar
ein skipara/maskinmeistara.
Casement hittir Dollan og biður
hann kom við, og tað gjørdi hann
so. Sigast kann kanska, at tað var
henda kæran, sum gjørdi, at vit
kunnu skriva eina slíka søgu.
Bakbit í trúboðarasøgu
Her skal skoyast uppí, at hetta
mál eisini hevur verið umrøtt í
bókini hjá David Lagergen.
Her verður henda kæran hjá
Sawyers rátt endurgivin, men
tað verður einki sagt um niður
støðuna hjá stýrinum, og tí
standa hesar kærur í leysari luft
í bókini. Tað verður bert greitt
frá, at kærurnar vóru viðgjørdar
á einum fundi í Home Council,
sum er umrøddur í fundarbókini
og á einum serligum fundi saman
við trúboðarum, sum vóru heima
í farloyvi. Tað, sum var serliga
óheppið, var, at frágreiðingin
frá hesum fundi varð likin til
umboðsmenn fyri gummiídnaðin
í økinum, har Dollin virkaði, og
hetta kann saktans hava verið
brúkt ímóti honum.
David Lagergren tykist eisini
at hava verið ímóti Dollanum.
Tað skilst á hansara bók, at
ákærurnar eru rættar, og hann
undirbyggir hetta við at vísa til
dagbókina hjá Casement, har
hann nevnir dømi um, at Dollin
er lopin fram av. Hetta tykist at
vera beinleiðis lúsut. Tí tað sum
Casement nevnir í síni dagbók
er ”bert”, at Dollin hevur givið
onkrum dreingi ein frammaná.
Hetta kann ikki sammetast við
ákærur um písking av fólki og
gíðslatøku.
Tað er so avgjørt einki, sum
bendir á, at Casement ikki hevði
álit á Dollanum, heldur er tað
hinvegin. Tað er jú eisini, meðan
hann er á veg heim orsakað av
hesum máli, at hann verður biðin
til skipara hjá Casement. Hann
hevði neyvan verið góðkendur av
honum, um hesar ákærur vóru
rættar.
Niðurstøðan má tí vera, at
Dollin helst av sínum sinnalagi
hevur skapað sær óvinir millum
teir hvítu, og hesir hava so ella
so viljað lagt honum meinbogar
í vegin.
Hetta hendi eisini í eini støðu,
har trúboðarar vóru í villareiði,
um teir yvirhøvur skuldu finnast
at stjórnini ella ikki fyri hennara
viðferð av fólkinum. Dollin hevði
honum líkt eina greiða støðu,
meðan aðrir vóru meira lunkaðir.
Tá kundi tað lættliga enda
soleiðis, sum her er greitt frá.
Tað er eisini løgið, at einki orð
verður í somu bók hjá Lagergren
sagt um tað, sum Dollin, hóast
hvat kundi havt verið, hevði gjørt
fyri fólkið í Congo, meðan hetta
verður nevnt um aðrar trúboðarar
sum J. H. Harris, sum fyrst var
lunkaður móti myndugleikunum,
men seinni fóru í part við fólkinum.
Dollin er komin heim
Fyrst í oktober kemur Dollin heim
til Bretlands og hetta merkist
eisini á fundarbókini hjá Home
Council, har tað tann 22. oktober
1903 verður sagt:
”Tað var einmælt samtykt at
bíða eftir heimkomuni hjá Mr.
Casement, bretska konsulinum,
áðrenn tilfarið hjá Danielsen um
ræðuleikarnar í Congostatinum
verður nýtt..
Hetta sigur so nakað um, at
Dollin beinanvegin, hann er heim
komin, ætlar at fáa Missiónina
at leggja í vaðið fyri at kunna um
støðuna hjá fólkinum í Congo
heima í Bretlandi.
Men sum tað fer at koma fram
í komandi parti av hesi frásøgn,
hevði Dollin ikki tíð at bíða.
Casement kom heim 1. desember,
men longu 7. november hevur
Dollin sín fyrsta almenna fund um
skilið í Congo.
Men hetta hevur ikki skapt
skilna millum partarnar. Tann
26. november verður sagt í
fundarbókini:
”Tað varð greitt frá, at Pioneer,
ein av missiónsbátunum, skuldi
hava ein nýggjan ketil. Her hevði
Danielsen gjørt sítt tilmæli, og
samtykt varð at fylgja tí.”
Aftur til Congo ella ikki
Tað sum nú verður ein avgerandi
spurningur hjá Council er, hvørt
Dollin skuldi sendast aftur til
Congo ella ikki, og hetta kemur
eisini upp á hesum fundinum.
Her verður víst til, at trúboðara
felagin Armstrong sigur, at
útsagnirnar hjá Danielson eru
víttgangandi og óálítandi, og
hann mælir til, at Danielson ikki
verður sendur aftur til Congo.
Henda sakin var gjølla viðgjørd.
Aftaná gjølla viðgerð samdist
nevndin um, at bíðað verður við
at taka avgerð, tá tað ikki ber
til at taka støðu til mótstríðandi
metingarnar um Danielson.
Eitt bræv varð eisini lisið frá
Danielson, har hann biður um
at ein endalig støða verður tikin
til hansara framtíð viðvíkjandi
Congo. Men semja var um, at
nevndin mátti bíða eftir endaligu
niðurstøðuni frá økisnevndini
”Field Committe” í Congo, áðrenn
støða kundi takast.
Dr. Harry Guinnes útgreinaði
stutt, hvat gerast skuldi við
víkjandi Congo. Uppskot var
um at gera ein bókling, sum
skuldi innihalda teir veruleikar,
sum trúboðararnir høvdu um
vanstýrið í Congo. Hetta var eisini
gjørt við einum bóklingi, sum
kallaðist Congo Slavery. Tað var
eisini samtykt at halda eina røð
av stórfundum í teimum stóru
býunum í Bretlandi. Nevndin tók
av fullum hjarta undir við hesum
tilmæli, at tað skuldi verða sett
í verk.
Júst hetta við ætlaðu fundu
num er rættiliga áhugavert, tí
hetta verður samtykt, áðrenn
Casement er heimkomin.
Sum greitt verður frá í komandi
parti hevði Dollin longu fyrst í
november havt stórar fundir í
Edinburgh, eins og hann hevur
havt samrøður við fleiri bløð um
støðuna í Congo. Hetta kundi
bent á at missiónin eftir hesi stig
hjá Dollanum er sannførd um, at
missiónin mátti fara inn í málið.
Men missiónin hevur undir øllum
umstøðum byrjað sítt virksemi,
áðrenn tað var ætlað.
Hóast pástandin um, at Dollin
skuldi vera víttgangandi í sínum
útsagnum, er einki sum bendir á,
at tað, sum hann hevur sagt um
Congo, ikki skal vera eftirfarandi.
Hóttan úr Congo
Tann 26. januar 1904 er fundur í
”counsil”, og aftur er framtíðin
hjá Dollanum í Congo til viðgerð.
Henry Stanley verður ofta settur í samband við David Livingstone. Men ólíkari
menn hava ikki verið til. Í sínum bókum reypar hann enntá við tekningum av,
hvussu teir innføddu vóru jarðlagdir. Hetta eru tvær av myndunum hjá Stanley
sjálvum. Seinni gjørdist hann fremsti handlangari hjá Leopold kongi at fáa
Congo lagt undir hansara persónliga ræði