mikudagur 13. februar 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
30
nr. 31 • 13. februar 2008
Her verða brøv lisin frá
Walbaum og Steel, sum boða
frá, at teir vilja loysast úr starvi,
skuldi Danielson komið aftur til
maskindeildina hjá missiónini.
Tað varð samtykt, at tað besta
vildi verið, at mælt Dollanum til
at senda inn eina uppsøgn.
Á hesum fundi varð eisini
einmælt samtykt at senda eitt
bræv til bretsku stjórnina so
skjótt sum gjørligt um viður
skiftini í Congo. Tað varð eisini
samtykt, at sendast skuldi eitt
kopi av brævinum til konsulin
hjá Congo í Liverpool, Alfred
Jones, sum er umrøddur fyrr sum
handlangari hjá Leopold kongi.
Á fundi tann 23. februar
1904 varð greitt frá, at svar var
komið frá Uttanríkisráðnum til
fyrr umrødda bræv. Í hesum
sambandi tók Guinnes á seg at
hitta konsulin hjá Congo í London
fyri at fáa enn betur greiðu á
almenna politikkinum í Congo.
Málið viðvikjandi Dollanum
verður umrøtt. Og tað var ein
mælt samtykt, nú hann hevði
biðið um tað, at bíðað varð eftir
ummæli frá økisnevndini í Congo,
áðrenn hann sendi eina uppsøgn.
Tað varð eisini samtykt, at tað
varð sent honum eitt bræv, har
sagt varð frá, at tað er lítil vón
um, at hann verður sendur aftur
til Congo. Hann skuldi tí taka við
møguligum øðrum starvi, sum
hann kundi fáa í boði. Í meðan
skuldi framhaldandi samskifti fara
fram við økisnevndina í Congo.
Av áhuga kann her verða skoytt
uppí, at nevndin við takksemi
hoyrdi frágreiðing frá Guinnes
um teir fundir, hann hevði skipað
fyri í Skotlandi um viðurskiftini í
Congo, og at tað hevur verið so
stórur áhugi fyri hesum fundum.
Hetta var eitt fundarvirksemi sum
var byrjað av Dollanum.
Á fundi tann 22. mars 1904
verður eitt bræv lisið frá
Armstromg um Danielsen og
tað arbeiðið, hann hevur gjørt
í maskindeildini, og her varð
útsagnin endurtikin um hvussu
óeftirfarandi tað var, sum hann
segði. Hetta man vera meira
smáligheit enn nakað annað.
Eftur at hava viðgjørt málið
sera gjølla, var einmælt samtykt
at bíða við endaligari støðu
takan, inntil svar var komið frá
økisnevndini uppá brævið frá
Guinnnes.
Trupulleikar um hann
giftist
Fundur er 17. mai 1904, har sagt
verður frá:
”Tað var komið bræv frá Daniel
son, har hann strongdi á at fáa
eitt endaligt svar um sína framtíð
í missiónini. Hann greiddi eisini
frá síni ætlan um at giftast í
komandi viku. Eftir enn eina gjølla
viðgerð varð samtykt, at eingin
endalig avgerð kundi takast fyrr
enn frætt var aftur úr Congo.
Men havandi í huga teir sam
starvstrupulleikar, sum kundu
væntast í maskindeildini, er tað
mest sannlíkt, at hann ikki verður
sendur aftur til Congo. Vísandi
til ivan um hansara framtíð,
kann nevndin ikki síggja nakran
møguleika at góðkenna ætlaða
giftarmálið. Tey føldu, at skuldi
nevndin í Congo komið við ynski
um, at hann skuldi avstað aftur,
varð nóg góð tíð til at hugsa um
eina trúloving.
Sjálvt um nevndin ikku kundi
forbjóða giftarmálinum, føldi hon,
at um tað varð framt, kundi hetta
gera viðurskiftini enn truplari.”
Orsøkin fyri hesum var helst
tann, at Missiónin eisini skuldi
góðkenna konurnar, sum fóru út
við trúboðarunum, og í hesum
førinum vistu teir ikki so frægt,
sum hvør hon var. Men seinni
royndir vístu tó, at henni var so
einki galið við.
Óynsktur av myndug
leikunum í Congo
Á fundu 14. juni 2004 byrjar ein
avkláring at nærkast. Tað verður
sagt í fundarbókini:
”Brøv vóru lisin frá limunum av
Field Committe, økisnevndini í
Congo. Hetta vóru svar uppá teir
fyrispurningar sum eru settir hesi
nevnd viðvíðjandi spurninginum,
hvørt Danielson skuldi sendast
aftur til missiónsmarkina.
Tað hevur verið avgjørt av
”council” at gera eina endaliga
niðurstøðu nú heldur enn at bíða
eftir einum endaligum fundi,
serliga nú, ið Danielson legði
trýst á at fáa eina endaliga niður
støðu um sítt framtíðar samband
við missiónina.
Hr Jackson mælti til, at
havandi í huga hesar verunleikar:
1. Meirilutin av
nevndarlimunum í Field Committe
eru ímóti, at hann kemur aftur.
2. At lata hann koma aftur til
Congo fer at føra til, at trupul
leikarnir í maskindeildini fara at
halda áfram.
3. Hann er óynsktur av myndug
leikunum í Congo.”
Júst hetta punkt man hava
komið væl við, tí hetta avgjørdi
málið endaliga. Men hetta er
eisini eitt gott eftirmæli at hava
hjá Dollanum.
Á fundinum var eisini eitt evni,
hvussu viðurskiftini á maskindeild
ini skuldu skipast, og hvussu Daniel
son kundi vera til hjálpar í so máta.
Annars staðfesti Home Council,
at burtursæð frá hansara sinni
og samstarvstrupulleikum, so
høvdu teir einki ímóti Danielson,
og um tað var ynskt, vildu teir
geva honum sítt viðmæli sum
ein samvitskufullur arbeiðari,
fyrsta floks mekanikari og ein
álvarsamur kristin.
Fer til Føroyar
Á fundi 12. juli 1904 verður eitt
bræv lisið frá Danielson í sam
band við hansara uppsøgn. Eftir
eina gjølla viðgerð varð samtykt
at senda honum eitt bræv at
spyrja hvørjar framtíðarætlanir,
hann hevði, og sagt varð frá, at
missiónin vildi gjalda honum fyri
ferðina til Føroyar ella onkra aðra
staðni í heiminum, har hann kundi
finna arbeiði.
Tann 6. oktober 1904 er vist
seinasti fundur, har Dollin er á
fundarskránni hjá Congo Balolo
Mission.
Bræv varð lisið frá Danielson,
har hann greiddi nevndini frá
sínum ætlanum at byrja virksemi
í Føroyum, sum hann skuldi stuðla
sær sjálvum at gera evangeliskt
arbeiði millum sítt egna fólk,
soleiðis sum møguleikarnir fóru
at vísa seg. Hann greiddi frá, at
kostnaðurin av at fara til Føryar
var 10 pund, og nevndin samtykti
einmælt at rinda hesa upphædd.
Hetta merkir sostatt, at tað er
í oktober 1904, at Dollin kemur
aftur til Føroya at virka eftir at
hava verið í Føroyum ein stuttan
túr á vári sama ár, har hann hevur
víst ljósmyndir úr Congo.
Fangar í leinkjum
Næstu ferð
Í komandi parti verður
serliga greitt frá samskifti
num millum Daniel J.
Danielsen og Edmund Morel,
eftir at Dollin er komin aftur
til Bretlands. Her sæst, at
Daniel er í fremstu røð í tí
virksemi, sum fer fram fyri
at verja fólkið í Congo móti
yvirganginum hjá Leopold
kongi.
Hetta var útgerðin hjá hvíta
manninum. Her høvdu tey innføddu
ongan møguleika at verja seg
Teir hvítu høvdu onga neyð. Hetta eru húsini hjá belgiska kommandantinum Gehot
Espen Wæhle er ein tann fremsti Congoserfrøðingur í Norðanlondum. Hann
fegnast um, at Daniel J. Danielsen nú fær sítt rætta pláss í søguni um
norðurlendingar í Congo