Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-13, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. februar 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 31 - 13. februar 2008 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Nógv hildu hann kanska vera eitt sindur ráðisligan. Men hann dugdi sera væl at síggja, hvørjar leiðir vóru gongdar at fara Ísakl Mikladal, aðalskrivari í FSF Eftir heilt stutta sjúkralegu andaðist fyrrverandi FSF forset­ in í gjár 61 ára gamal­ ur Minningarorð Sosialurin Í gjár bórust boðini um, at Torleif Sigurðsson var deyð­ ur. Hann andaðist seinna­ partin, eftir at hann gjára­ morgunin varð lagdur inn á sjúkrahús. Tollaksmessu­ dag fylti Torleif 61 ár. So seint sum leygardagin luttók Torleif á fundi fyri formenninar í fótbóltsfeløg­ unum kring landið, sum Fót­ bóltssambandið skipaði fyri. Torleif var nú formaður í KÍ. Torleif var formaður í Fót­ bóltssambandinum frá 1981 og fram til 2002, tá ið hann tók seg aftur úr formans­ sessinum. Tá ið Torleif varð valdur til FSF forseta, loysti hann Christian Olsen av. Christian var fyrsti FSF for­ maður. Hann sat í formans­ sessinum 1979­1981. Chris­ tian og Torleif vóru báðir klaksvíkingar og vinmenn. Christian doyði 15. desem­ ber 2006. Harvið eru teir báðir fyrstu FSF formenn­ inir farnir um sýnina. Torleif Sigurðsson var róligur og sáttligur, og hann leyp ikki framav. Onkuntíð varð hann hildin at geva sær í so góðar stundir, áðr­ enn avgerðirnar vórðu tikn­ ar, men hetta bar samstundis við sær, at málini búnaðust væl, áðrenn tey vórðu avgreidd. Árini, tá ið Torleif Sigurðs­ son var FSF formaður, vóru hendingarrík. Tað varð arbeitt við at betra um vallarumstøðurnar, og tað bøtti nógv um, tá ið fyrstu graslíkisvallirnir komu mið­ skeiðis í áttati árunum. Um sama mundið fór FSF at ski­ pa fyri venjaraútbúgvingum og dómaraútbúgvingum. Eitt av aðalmálunum hjá FSF og ikki minst Torleifi Sigurðsson var, at føroying­ ar og Føroyar skuldu undir somu korum sum allar aðr­ ar fótbóltstjóðir luttaka í altjóða fótbólti. 2. juli í 1988 vórðu Føroyar limir í altjóða fótbóltssamgonguni FI­FA. Torleif var hjástaddur, og hann tók viðhvørt til, at hetta var ein tann størsta løt­ an í formanstíðini hjá hon­ um. 18. apríl í 1990 vunnu Føroyar limaskap í europeis­ ku fótbóltssamgonguni UEFA, og síðani limaskap­ urin í altjóða og europeisku samgongunum gjørdist veruleiki, hava Føroyar lut­ tikið á jøvnum føti við øðr­ um fótbóltstjóðum í fótbólts­ politikkinum og kappingum fyri landslið og feløg. Torleif frøddist um gongd­ ina, og seinni tók hann til, at gongdin í Europa og kring allan heimin hevði fyri honum staðfest, at tað var í røttu løtuni og í tøkum tíma, at stigið at gerast lim­ ur í altjóða fótbóltsfamiljuni varð tikið. Um tað hevði verið drálað bara eitt lítið sindur, so er tað ikki víst, at Føroyar nakrantíð høvdu vunnið altjóða fótbóltslima­ skapin. Torleif spældi ongantíð sjálvur fótbólt. Hann róði kapp við Klaksvíkingi í 1970 og 1971, og hann var fyrsti formaður í Róðrar­ sambandi Føroya. Í mong ár var Torleif leið­ ari í Føroya Keypssamtøku í Klaksvík. Seinni var hann vinnulívsmaður og reiðari, og samstundis var hann býráðslimur, og onkra ferð­ ina var hann avloysari í Løg­ tinginum fyri Javnaðarflok­ kin í Norðoya valdømi. Ítróttarsosialurin hevur havt nógvar samrøður við fyrrverandi FSF formannin. Tað var altíð ein fragd at tosa við Torleif, tí hann hevði greið og væl grundað sjónarmið. Hann visti, hvat hann tosaði um, og hvat tað bar til at bera alment fram, og hvat ikki enn var búgvið at bera fram á torg. Ítróttarsosialurin lýsir frið yvir minni um Torleif Sigurðsson. Tankar okkara leita til Elsu Mariu, Sofíu, Margrethu og Ernu og teir­ ra, beiggjarnar og øll hini, sum stóðu Torleifi nær. Harrin styrki tykkum í sorg­ ini. Torleif hevur lagt árarnar inn Torleif Sigurðsson sat í drúgt áramál sum FSF-forseti. Men hann gjørdi eisini vart við seg á øðrum økjum. Bæði sum politikari, vinnulívsmaður og ítróttarleiðari