Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-13, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. februar 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 [ Nr. 31 - 13. februar 2008 ] OL-niðurteljingin byrjað Ol-rógvararnir, Katrin Olsen og Juliane Elander hava júst verið á fyrsta av fýra venjingarlegum í Aviz í Portugal. Í teldubrævi sigur Katrin, at talan var um rættiliga harða venjingarlegu, nú talan er um fyrstu ferðina, at tær hava verið í báti í ár. - Fyrsta venjingarlegan er altíð merkt av, at vit hava róð nógv í maskinum, og tað er hart at venja 2 ferð hvønn dag. Men hóast tað gjørdist tyngri og tyngri at koma upp úr songini, bleiv áralagið betri og betri, eru vit ikki so langt frá HM-forminum, sigur Katrin Olsen. Fleiri myndir frá venjingarleguni síggjast á heimasíðuni hjá Eik. Kunnu tryggja sær uppflyting Hondbóltsfelagið Tjaldur kann í dag spæla seg upp í SunSet deildina! Um liðið vinnur á Neistanum í kvøld kl. 19:00, kann Neistin bert koma ájavnt í stigum við Tjaldur, og tí vinnur Tjaldur, sum hevur vunnið fleiri dystir sínámillum. Um Tjaldur ikki vinnur í kvøld, so mugu tær vinna tveir av teimum fimm írestandi dystinum sum eftir eru. Viðmerkjast skal tó at Tjaldur ikki hevur tapt nakran av teimum níggju dystinum, ið higartil eru spældir í landskappingini. Semjusøkjandi, umhugsin, treiskur og sálarliga sterkur. Tað er nøkur av lýsing­ arorðunum, sum aðalskrivarin hjá FSF setir á Torleif Sigurðs­ son Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í úti við 40 ár hevur Ísak Mikladal, sum nú er aðal- skrivari hjá FSF, verið ein teirra, sum hevur arbeitt nógv saman við Torleif Sigurðsson. - Vit komu at kennast lon- gu í 1971, tá vit komu sam- an í kappróðrinum, har vit báðir róðu við Klaksvíkingi. Og hann var formaður í kappróðrarfelagnum, og sjálvur kom eg í nevndini stutt eftir hetta. - Og vit komu sjáldsama væl útav tí, haldi eg. Vit vóru ikki altíð samdir, men tað at tú kanst tosa frítt um tingini ger ofta, at samstarvið verður betri, sigur Ísak. - Eg loysti hann so av sum formann, tá hann gjørd- ist formaður í kappróðrar- deildini hjá ÍSF, og seinni gjørdist hann eisini limur í dómsnevndini hjá Róðrar- sambandinum. Eg gjørdist so eisini formaður í Róðrar- sambandinum, og Torleif hevði alla tíðina samband við róðurin, so vit høvdu alla tíðina eitt samstarv. Tann sessin røkti hann eisi- ni í fleiri ár, samstundis sum hann var formaður í FSF, men vit býttu so aftur um, soleiðis at eg gjørdist formaður í dómsnevndini. So vit hava líka sum fylgst allan vegin. Fyrsta ferðin, at samstar- við eisini fevndi um fót- bóltsøkið, var til oyggjaleik- irnar í Føroyum í 1989. - Torleif spurdi meg, um eg ikki kundi hjálpa til við at skipa fyri tí, sum var í Klaksvík og her á leiðini, sum hevði við fótbóltinum at gera. Og tað haldi eg gekk mikið væl. Nú kendi eg eisini væl menn sum Kristian Olsen og aðrar, sum sótu tá. So eg var nóg so nær umhvørvinum. - Torleif var eitt øgiliga gott og nemt menniskja at arbeiða saman við. Sjálvan- di kundi hann vera eitt sind- ur egin viðhvørt, men eg haldi, at vit høvdu ein ser- ligan stíl. Eg spurdi hann til dømis ongan tíð um mál, sum høvdu verið fyri á nevndarfundum ella øðrum øðrum høpi-. Var tað okk- urt, sum hann fyrst vildi hugsa um sjálvur, so gjørdi hann tað, og so kundi hann gott koma við tí nakrar vik- ur seinni. Tá hann helt tey vera búgvin at tosa um. - Vit høvdu í so máta eitt ógvuliga gott prát um alskyns viðurskifti. Og so seint sum mánadagin sein- napartin var hann á gátt her á skrivstovuni. Tað var so tað seinasta, sum eg sá til hansara, og fyri mítt við- komandi má eg siga, at Tor- leif var tann størsti vinurin, sum eg nú misti. Leitaði altíð semjuna Hóast hann gjøgnum árini hevur verið i mongum vási, so var Torleif sjáldan tann, sum gjørdi so øgiliga nógv um seg. Sjálvur stóð hann sjáldan í fokus, tá úrslitini komu, og í so máta verður hann oftani mettur sum maðurin, ið dugdi serstak- liga væl at samskipa tað arbeiðið, sum skuldi ger- ast. Men umframt hetta held- ur Ísak Mikladal, at Torleif eisini hevði serstakliga góð evni at finna tær semjur, sum kundu røkkast. - Nógv hildu hann kanska vera eitt sindur ráðisligan. Men hann dugdi sera væl at síggja, hvørjar leiðir vóru gongdar at fara. - Hann var sera viljasterk- ur. Og setti hann sær nakað fyri, so vildi hann eisini gjøgnumføra hetta. - Yvir høvur dámdi hon- um best, at hann fekk hugs- að seg væl um, áðrenn hann tók eina avgerð. Og tí var hann ógvuliga støðufastur, tá avgerðin var tikin. Og tí visti tú eisini altíð, hvar tú hevði hann. - Og so var hann eisini ógvuliga avhildin uttan fyri Føroyar. Eg vil siga, at fólk vóru góð við hann á ein ser- ligan máta, har vit vóru í altjóða høpi. - Hann var kanska ikki tann, sum brúkti álbogarnar mest. Men tá hann bar nak- að fram, so hevði hann orð- ið í sínari makt. Og tað varð lurtað eftir honum. Og hetta eru nú ikki bara orð, sum aðalskrivarin ber fram. Í 2004 varð Torleif heiðraður við UEFA order of Merit í rubin, og tey, ið hava fingið hendan heiður- in, kunnu teljast á einari hond. Sjálvur hevði Ísak tá sent hugskotið til UEFA, og eftir viðgerð á hægsta stað varð gjørt av, at hesin heið- urin skuldi fella føroyska fótbóltsbossinum í lut. - Tað bar so eisini við sær, at hann varð boðin við á allar UEFA-kongressir. Og eg minnist, nú vit vóru í Zagreb, at Torleif tók til, at tað var kanska ikki smart av UEFA, at slíkar heiðurs- lønir vórðu lætnar til somik- ið ungar menn sum seg. Men tá vistu vit sjálvandi ikki, hvat nú var í væntu, sigur Ísak. Sterkur undir trýsti Meira enn nakar, so gjørdist Torleif Sigurðsson ímyndin av føroysku altjóða luttøk- uni. Sjálvur var Ísak ikki partur av Fótbóltssambandi- num, tá fyrstu fetini vórðu tikin. Men hann leggur dent á, at hesi kanska als ikki vórðu tikin uttan Torleif. - Tað gekk einki serligt við at fáa hesa viðurkenning, og tað ljóðaði, at danir lógu í buktini í so máta. Tá gjørdi Torleif ikki mætari enn at fara til DBU at vita, um tað passaði, at teir ikki vildu hava Føroyar á altjóða pall- in. Svarið hann fekk var púr- asta greitt, at tí høvdu danir einki ímóti, og soleiðis byrj- aði Torleif at savna norður- lendskan stuðul til føroysku umbønina. Ein umbøn, sum eisini varð gingin á møti, tá fyrst UEFA og síðani FIFA limaðu Føroyar inn í altjóða selskapið. Eitt var mótstøðan, sum Føroyar møttu á altjóða pallinum. Her heima var mótstøðan ikki minni, tí nógv hildu hetta vera óða- mannaverk. Ein fatan, sum tó ongan tíð ávirkaði Tor- leif. - Tað merkti hann slettis ikki. Eg haldi at hann bara hevði ta sannføring, at fólk fóru at síggja tað skilagóða í hesum, og tí tók sær als ikki av hesum atfinningum. Sjálvur legði hann størri dent á, at fíggjarligi parturin handan luttøkuna var í lagi, og hann var sera errin av, at tað gekk. - Tí eftir fyrsta sigurin gjørdist trýstið øgiliga stórt um, at vit nú skuldu hava nógv størri aktivitetir. Her tosaði hann støðugt um, at vit ikki máttu leypa framav, og tað eydnaðist honum eisini at halda fast um het- ta. - Og hetta vísir eisini, hvussu sterkur hann var sál- arliga. Eg haldi ongantíð, at tað ávirkaði hann nakað sum helst, um trýst var uttanífrá. Um nakað, so gjørdi tað hann bara sterk- ari. Landsfaðir Tá orð at enda skulu setast á týdningin, sum Torleif hevur havt fyri føroyskan fótbólt, heldur Ísak, at hann var at rokna sum ein lands- faðir. - Hann gjørdist jú ímynd- in av nýggju tíðini í føroysk- um fótbólti. Og eg haldi eisini, at fólk vildu hava, at Torleif var við. Hann hevði ein savnandi leiklut, og huburðurin var líkasum, at var Torleif við, so gekk tað nokk. - Og hetta sást eisini, tá hann varð biðin um at koma í formanssessin í KÍ, tá tey vildu skapa stabilitet í felag- num. Og tað má sigast, at tað var stórsinnað av Torleif at taka tað fetið, tí tað er sjáldan, at tú sært menn traðka eitt fet niður í so má- ta. Men hann vildi helst eisi- ni, at KÍ skuldi koma fyri seg aftur. Hann stóð altíð við sítt Ein framúr samstarvsfelagið og vinur eru fyrstu orðini, sum renna FSF- aðalskrivaranum til hugs, tá hann skal skal seta orð á Torleif Sigurðsson