Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-13, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. februar 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 31 - 13. februar 2008 ] Gull-venjarin heldur fram Higartil hevur Henrik Gerster vunnið trý gullmerki við Stjørnuni, og nú er greitt, at samstarvið heldur fram. Talan hevur einvíst verið um gull, síðani Henrik Gerster í fyrraárið gjørdist venjari hjá Stjørnuni. Seinasta vár vann liðið greipuna í kvinnuhondbólti, og við steypasigrinum leygardagin er vónin, at hetta eisini verður støðan, tá landskappingin er av. Tí er einki at siga til, at tey í felagnum eru nøgd, og nú er so greitt, at samstarvið millum partarnar eisini heldur fram komandi kappingarár. Fremad stuðlar Red Barnet Todi og teir á Amager hava valt at rætta eina heldur størri hjálpandi hond til vælgerandi endamál. Tað gongur framá við fullari ferð hjá Fremad Amager, sum við Toda Jónsson á odda er á føroyskum hondum. Nú hevur felagið gjørt av at veita hjálp til Red Barnet, sum er ein altjóða hjálparfelagsskapur, ið spennir víða kring heimin. Við avtaluni fær Red Barnet ókeypis pláss at lýsa á leikarabúnanum hjá Fremad Amager, og umframt hetta, hevur fótbóltsfelagið gjørt av at lata fíggjarliga hjálp til hjálparfelagsskapin, sum veitir hjálp til børn í yvir 100 londum. Fremad Amager sigur seg vera erpið av avtaluni, meðan Red Barnet sigur seg vera sera fegið um avtaluna, ið tryggjar teimum bæði fíggjarliga hjálp og góðar lýsingarmøguleikar. Ein skal ongantíð siga ella skriva ov nógv í ítrótti, tað kann fáa keðiligar avleiðingar FÓTBÓLTUR Heri Simonsen hersim@sosialurin.fo Liverpool vann nógv í 1970-unum og í 1980- unum. Tað var langt ímill- um, at teir settu ein fót skeivt í bæði landskapping- ini, og øðrum kappingum við. Í 1988 vunnu teir ensku kappingina fyri 17. ferð. Teir vóru í steypafinaluni, og høvdu ein risamøguleika til at vinna “The Double”, sum Greipan verður nevnd í fótbólts-upprunalandi- num. Liverpool møtti Wimb- ledon í finaluni, og ikki ein fótbóltsserfrøðingur, ella ein veddingarfyritøka var í iva. Liverpool fór avstað við FA-Cup steypinum. Liverpool hevði eisini nóg mikið av málmøguleikum til at vinna á “The Crazy Gang”, sum Wimbledon vóru nevndir. M.a. brendi John Aldridge eitt brots- spark, sum Wimbledon-mál- verjin Dave Beasent bjarg- aði. Lawrie Sanchez skoraði til 1-0 til Wimbledon, og á undrunnarsaman hátt gjørdist tað endaliga úrslitið av steypafinaluni. Og teir ovurfegnu Wimbledon- leikarnir fóru upp til tað tá bert 27 ára gomlu Dianu prinsessu fyri at fáa steypið handað. Sum sæst á skjótt 20 ára gomlu myndini frá steypafinaluni á Wembley, so vóru onkrir av Liverpool- fjepparunum eisini fullvísir í, at talan var um ein avgreiðsluspurning. “Liver- pool er klassi. Wimbledon eru vanligir” sigur teksturin, men hendan dagin hendi tað óvanliga. Í ítrótti skal ein ansa sær, ikki at siga – ella skriva – ov nógv. Spyr bara onkran á Strondum! Sel ikki skinnið, áðrenn bjørnin er skotin Sum myndin vísir, síggjast Liverpool viðhaldsfólk halda skelti við tekstinum “Wimbledon common, Liverpool class”, ið merkir at Wimbledon eru vanligir, meðan Liverpool hava klassa, men hendan dagin í 1988 vóru teir ov bráir við sínum útsøgnum, tí »The Crazy Gang« vann 1-0, við fyrrverandi Fulham venjaranum, Lawrie Sanchez sum einasta málskjútta TíðindaskRiv Á móttøku í Vági fríggja- dagin í síðstu viku, handaði Føroya Shell ein kekk til svimjaran Pál Joensen. Umframt umboð fyri Susvim og familjuna hjá Páli, so vóru øll sølufólkini, og øll starvsfólkini hjá Shell í Suðuroy. Eftir ein góðan bita, handaði mark- naðarleiðarin hjá Shell, Nic- las Heri Jákupsson, Páli ein kekk á Kr. 25.000,-. Niclas Heri segði stutt um, at tað var ein æra fyri Shell, at stuðla einum føroyskum svimjara í heimsklassa, og ynskti hann Páli og Susvim góða eydnu framyvir. Pál og umboð fyri Susvim takk- aðu eisini fyri stuðulin, sum tey søgdu, skal brúkast til at menna Pál uttanlands -np Føroya Shell stuðlar Pál Joensen