hósdagur 14. februar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 32 - 14. februar 2008
Síðani skipanin at
klippa í koyrikortið,
kom í gildi á nýggjári
num hevur løgreglan
klipt 11 koyrikort.
Nógv tey flestu klipp
ini eru givin fyri at
lata børn sita leys í
bili, sigur løgreglu
maður við tíðindini
hjá Rás2
Ferðslutrygd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Síðani skipanin at klippa í
koyrikortið hjá bilførarum
fyri ávís brot á ferðslulógina,
kom á nýggjárinum, hevur
løgreglan klipt í koyrikortið
hjá 11 bilførarum.
Tað segði Eyðun Berg,
løgreglumaður, í tíðind
unum á Rás2 í gjár.
Hann segði, at meiri enn
ein triðingur av øllum
teimum, sum hava fingið
eitt klipp í koyrikortið, hava
fingið tað fyri at hava børn
í bilinum, uttan at tey hava
verið spent í trygdarbelti.
Higartil hava nevniliga
fýra bilførarar fingið klipp
í kortið fyri at hava børn í
bilinum, uttan at tey hava
sitið í trygdarbelti.
Eyðun Berg staðfesti fyri
Rás2, at somuleiðis hava
fýra bilførarar fingið klipp
í koyrikortið fyri at yvirhála,
har miðstrikan hevur verið
óbrotin.
Hinvegin
hava
tveir
bilførarar fingið klipp í
koyrikortið fyri at hava koyrt
fyri reyðum ljósi og ein
hevur fingið klipp fyri at
hava brotið víkuskyldina.
Tølini eru gjørd upp
hálvan
februar
og
tey
byggja á frágreiðingarnar,
sum higartil eru skrivaðar
og tað merkir, at tað kunnu
liggja onnur mál, sum enn
ikki eru skrásett, men sum
eisini fara at føra við sær, at
koyrikort verða klipt.
Undrar løgregluna
Eyðun Berg var við til at
fyrireika
skipanina
við
klippikortunum og hann
sigur, at tað kemur óvart á
løgregluna, at tað framvegis
eru fólk, sum hava børn í
bilinum, sum ikki sita í
trygdarbelti.
Tað undrar meg, at fólk
framvegis ikki eru meiri
tilvitað
um,
hvussu
vandamikið tað er at hava
børn sitandi leys í bilinum,
segði hann við Rás2.
Hann heldur, at her krevst
ein hugburðsbroyting og
tað er eisini ein spurningur
um at venja børnini til at
sita í trygdarbelti, tá ið tey
eru í bili.
Hinvegin undrar tað hann
ikki nakað serligt, at tað
verður klipt í koyrikortini
fyri yvirhálingar og fyri at
koyra fyri reyðum ljósi.
Hetta eru trupulleikar,
sum altíð hava verið og
hann heldur, at tað er
óhugsandi, at hesi brotini
skulu hvørva heilt, bara tí
ein slík skipan er sett í
gildið.
Men
løgreglumaðurin
heldur ikki, at 11 klipp í
hálvan annan mánað, er eitt
órógvandi høgt tal, men
hevði løgreglan havt orku
til fleiri kanningar, hevði
talið helst verið væl hægri.
Men hann heldur kortini
eisini, at ferðslumynstrið er
broytt, síðani skipanin er
komin í gildið, tí fólk eru
farin at ansa betri eftir og at
koyra spakiligari.
Hinvegin vísa royndir
aðrastaðni, at tá ið ein tíð er
fráliðin,
hevur
ferðslan
lyndi til at detta aftur í tað
gamla mynstrið.
Endamálið við skipanini
er at raka tey, sum aftur og
aftur bróta ferðslulógina og
øll tey, sum halda reglarnar
verða
ikki
nervað
av
klippikortsskipanini, segði
Eyðun Berg í tíðindunum á
Rás2.
Tvær ferðir upp á
stutta tíð vísti ein
ungur maður stórt
fyrilitarloysi og so
groft óansni, at hann
nú hann missur
koyrikortið
Ferðslutrygd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hastverk er lastverk.
Tað mátti ein ungur bil
førari ásanna í Føroya Rætti
í gjár.
Hann varð ákærdur fyri í
tveimum førum at hava
skúgvað ferðslutrygdina til
viks og enntá at hava víst
stórt fyrilitarloysi og groft
óansni.
Tilsamans metti dómarin
hetta verða so álvarsligt, at
hann tók koyrikortið frá
manninum í eitt hálvt ár og
gav honum harafturat 3000
krónur í bót.
Og hetta var akkurát tann
revsingin,
sum
ákærin
hevði kravt.
Onnur ákæran var torfør
hjá manninum at nokta seg
sekan í, tí har hendi ein
samanstoytur, sum hann
ikki fekk tosa seg frá.
Tað hendi úti á Argjum,
tá ið hann ikki helt treyta
leysa
víkiskyldu,
men
koyrdi út á høvuðsvegin
uttan at ansa eftir, at ein
bilur var fyri.
Tá ið maðurin skuldi
snara út á høvuðsvegin steð
gaði hann við hávatennirnar
og læt nakrar bilar bilar fara
framvið.
Men so kom ein bussur
og tá ið hann var farin fram
við, koyrdi hann út á høvuðs
vegin, uttan at ansa eftir, at
ein persónbilur kom beint
aftan á bussinum.
Bilurin, sum kom eftir
høvuðsvegnum, varð raktur
aftaliga í høgru síðu og
stoyturin var so harður, at
hann snaraði 180 stig á veg
num og vendi sostatt øvugt
an veg, tá ið hann steðgaði.
Tann ákærdi royndi eftir
besta førimuni at greiða
rættinum frá um blindar
vinklar og at bussurin hevði
tikið útsýnið frá honum, tí
ansaði hann ikki eftir bili
num ið kom beint aftaná
bussin. Men hetta fekk ikki
dómaran at blotna, tí hann
staðfesti, at bilførarin hevði
rætt og slætt skyldu til at
bíða við hávatenninar til
hann var púra vísur í, at
ongin vandi stóðst av at
koyra út á høvuðsvegin.
Skilaleys yvirháling
Hin ákærin snúði seg um
eina skilaleysa yvirháling á
Eystara Ringvegi í Havn.
Hann var á veg niðan eftir
Ringvegnum, tá ið hann
yvirhálaði ein bil á leið við
krossin við Hvítanesvegin.
Ì sambandi við yvirhál
ingingina koyrdi hann langt
út á sperrufeltið og tað
gjørdi tað ikki frægari, at
ein fótgangarateigur var
beint við.
Ein bilur kom ímóti hon
um omaneftir Ringvegnum
og tá ið tað so vísti seg, at
talan var um ein sivilan
politibil á patrulju, fall
hamarin.
Politisturin greiddi frá, at
hann hevði verið noyddur
at bremsa hart fyri at sleppa
undan samanstoytinum, tá
ið tann ákærdi yvirhálaði.
Hevði eg ikki verið
óvanliga eftiransin og varin,
hevði tað brostið, greiddi
politisturin frá í rættinum.
Politisturin metti eisini,
at ferðin hevði verið væl
yvir
teir
loyvdu
50
kilometrarnar um tíman, tá
ið hann yvirhálaði.
Sjálvur helt tann ákærdi
ikki, at vandi var á ferð,
men tað vóru hvørki ákærar
in ella dómarin samdir í.
Hann varð sostatt dømdur
fyri skilaleysa yvirháling.
Tann ákærdi hevði onga
forkláring upp á, hví tað so
avgjørt var neyðugt at yvir
hála, uttan tað, at hann
skuldi skunda sær í ein
handil at keypa men hetta
var mitt á degi og tað vóru
fleiri tímar til handilin
lukkaði.
Bæði ákærin og dómarin
vóru samdir í, at talan var
um eina skilaleysa yvirhál
ing, har bilførarin hevði sett
ferðslutrygdina í vanda við
stórum fyrilitarloysi.
Tann ákærdi fer nú at
taka støðu til um dómurin
skal skjótast inn fyri lands
rættin.
Løgreglan klipt í koyrikortið hjá 11 bilførarum
Missur koyrikortið fyri
vandamikla koyring
Hetta vegastrekkið rópar
til himmals um treytaleysa
víkiskyldu, tí her her
bæði ávaringartrýkantur
og hávatenn. Kortini
rendi ein ungur maður
beint útfyri ein bil,
sum kom koyrandi eftir
høvuðsvegnum. Hann
hevði eisini eina skilaleysa
yvirháling og tilsamans
kostaði tað honum
koyrikortið
Vilja hava evruna
Tað hevði verið ein fyrimunur fyri íslendskt vinnulív og fyri samfelagið
sum heild, um landið fekk sær evruna sum gjaldoyra ístaðin fyri íslend
sku krónuna. Tað kom fram, tá íslendska vinnutingið varð sett í gjár. Í
setanarrøðuni segði formaðurin í Vinnuráðnum, Erlendur Hjaltason, at
tveir triðingar av vinnulívsleiðarunum eru fyri at seta evruna í gildi sum
íslendskt gjaldoyra. Hinvegin eru tveir triðingar eisini ímóti limaskapi í
ES, legði hann afturat.