Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 32 - 14. februar 2008 Eftir nógvar bland­ ingar gekk kabalin hjá samgonguni loksins upp. Men ikki meiri enn so, at neyðugt verður at blanda kortini av nýggjum á hvørjum ári, so leingi samgonguskeiðið varar NEVNDARBÝTI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Vónandi verður bururin hjá forkvinnu Tjóðveldis á tingi, Annita á Fríðriks­ mørk, lættari enn semjan um samgongu og nevndar­ býti millum Javnað, Tjóð­ veldi og Miðflokkin var. Tað vísti seg nevniliga, at báðir av teimum stóru samgonguflokkunum hildu seg hava eina avtalu um, at teirra flokkur skuldi fáa fíggjarnevndarformannin, og tí mátti tingfundurin, sum varð settur klokkan hálvgum tíggju gjáramorg­ unum, leggjast niður, meðan tær seinastu samráð­ ingarnar millum flokkarnar fór fram. Miðflokkurin var sum so ikki partur av hesum sein­ astu telvingunum, tí teir høvdu longu framman undan fingið sítt upp á tað turra. Loksins fann mann so fram til eina rættiliga salo­ monska loysn, har flokkar­ nir bara samdust um at býta alt millum sín, so at Javnað­ urin fekk fíggjarnevndarfor­ mannin fyrsta og triðja árið av samgonguskeiðinum, meðan Tjóðveldi í somu tíðarskeiðum fekk tveir limir í fíggjarnevndini, formannin í landsstýrismálanevndini umframt lim samgongunnar í Norðurlandaráðnum. Umvent fær Tjóðveldi so formannin í fíggjarnevndini annað og fjóðra árið í sam­ gonguskeiðinum, meðan Javnaðarflokkurin so fær hinar sessirnar hesi árini. Heini kompenseraður Hvussu so hesir báðir flokk­ arnir hava telvað innanhýsis, er ein annar spurningur. Tað er óivað onkur, sum hevur hug at undrast á, at tað gjørd­ ist nývalda Eyðgunn Sam­ uelsen, sum gjørdist for­ kvinna í fíggjarnevndini. Har vóru aðrir møguleik­ ar, ein teirra Gerhard Logn­ berg, ið jú fekk eitt sera gott val. Men hinvegin kundi hesin postur til hann givið ábendingar um, at hetta var ein kompensatión fyri út­ setan av Sandoyartunlinum. Ein annar møguleiki var John Johannesen, men tá hann er valdur til formann fyri tingbólkin, kundi hann ikki fáa fíggjarnevndarfor manssessin eisini. Hinvegin er eingin ivi um, at Heini O. Heinesen hevur fingið kompensatión fyri ikki at verða valdur til fiskivinnumálaráðharra. Hann hevur fingið sæti í bæði figgjarnevndini og í vinnunevndini, møguliga við tí fyri eyga, at fáa for­ manssessin í fíggjarnevndini annað ella bæði árini, Tjóðveldi eigur henda sess. Tað kundi eisini verið líkt til, at Tjóðveldi á sín vís hevur kompenserað Heidi Petersen fyri ikki at gerast landsstýriskvinna í menta­ málum. Hon fær í hvussu er formanssessin, sum tilfall Tjóðveldi, umframt vara­ sessin í Norðurlandaráðnum fyrsta árið, væl vitandi at fasti limurin, Sjúrður Skaale, fer á fólkating, og harvið sigur sessin í Norðurlandaráðnum frá sær ta tíðina. Hartil fær hon eisini sess í mentanar­ nevndini. Nevndirnar við varalim­ um síggja soleiðis út, fyrst nevnd verða formenn/­ kvinnur (nevndirnar skipa seg sjálvar, so áðrenn hesar hava havt nevndarfund, eru for­ menn/­kvinnur bert tilnevnd): Fíggjarnevndin Fastir limir: Eyðgunn Samuelsen C Anfinn Kallsberg A Heini O. Heinesen E Páll á Reynatúgvu E Kári á Rógvi D Tordur Niclasen H Magni Laksáfoss B Varalimir: Mikkjal Sørensen C Jørgen Niclasen A Heidi Petersen E Sjúrður Skaale E Kári P. Højgaard D Jenis av Rana H Kaj Leo Johannesen B Uttanlandsnevndin Fastir limir: Jenis av Rana H Jørgen Niclasen A John Johannesen C Bjørn Kallsø B Sjúrður Skaale E Olga Biskopstø E Kári á Rógvi D Varalimir: Tordur Niclasen H Jákup Mikkelsen A Andrias Petersen C Johan Dahl B Bergtóra Høgnadóttir Joensen E Heidi Petersen E Kári P. Højgaard D Landsstýrismálanevndin Fastir limir: Heidi Petersen E Annika Olsen A Andrias Petersen C Varalimir: Heini O. Heinesen E Jacob Vestergaard A Eyðgunn Samuelsen C Vinnunevndin Fastir limir: Johan Dahl B Heini O. Heinesen E Gerhard Lognberg C Páll á Reynatúgvu E Jákup Mikkelsen A Jacob Vestergaard A Kári P. Højgaard D Varalimir: Bjørn Kallsø B Bergtóra Høgnadóttir Joensen E Mikkjal Sørensen C Olga Biskopstø E Poul Michelsen A Annika Olsen A Kári á Rógvi D Trivnaðarnevndin Fastir limir: Jørgen Niclasen A Bergtóra Høgnadóttir Joensen E Andrias Petersen C Annika Olsen A Rósa Samuelsen B Kaj Leo Johannesen B Tordur Niclasen H Varalimir: Poul Michelsen A Páll á Reynatúgvu E Katrin Dahl Jakobsen C Jákup Mikkelsen A Alfred Olsen B Johan Dahl B Bill Justinussen H Mentanarnevndin Fastir limir: Bill Justinussen H Sjúrður Skaale E Heidi Petersen E Katrin Dahl Jakobsen C Bjørn Kallsø B Edmund Joensen B Jógvan á Lakjuni A Varalimir: Jenis av Rana H Olga Biskopstø E Páll á Reynatúgvu E Andrias Petersen C Alfred Olsen B Rósa Samuelsen B Annika Olsen A Rættarnevndin Fastir limir: Jacob Vestergaard A Poul Michelsen A Edmund Joensen B Alfred Olsen B Mikkjal Sørensen C Olga Biskopstø E John Johannesen C Varalimir: Annika Olsen A Jógvan á Lakjuni A Magni Laksáfoss B Rósa Samuelsen B Eyðgunn Samuelsen C Bergtóra Høgnadóttir Joensen E Gerhard Lognberg C Umframt føstu løgtingsnevdirnar vóru eisini valdir limir í Norðurlandaráðið og í Útnorðurráðið. Norðurlandaráðið Fastir limir: Sjúrður Skaale (samg.) Kaj Leo Johannesen (andst.) Varalimir: Heidi Petersen (samg.) Kári P. Højgaard (andst.) Útnorðurráðið Fastir limir: Andrias Petersen C Bergtóra Høgnadóttir Joensen E Poul Michelsen A Magni Laksáfoss B Kári P. Højgaard D Jenis av Rana H Varalimir: John Johannesen C Páll á Reynatúgvu E Jógvan á Lakjuni A Alfred Olsen B Kári á Rógvi D Bill Justinussen H At enda kunnu vit nevna landsgrannskoðararnar fyri komandi fýra árini: Annita á Fríðriksmørk E Anfinn Kallsberg A Kaj Leo Johanesen B Mikkjal Sørensen C So gekk kabalin upp Stuðlar nú Obama Chefstrategurin hjá Bill Clinton til valið í 1992, James Carville, hevur vent Hillary Clinton bakið og stuðlar nú Barack Obama. – Kenslan av, at Hillary Clinton ikki kann tapa er endaliga burtur, og tapir hon í antin Texas ella Ohio, kann hon tað sama gevast, sigur Carville. Somu áskoðan hevur ein annar valstjóri hjá Bill Clinton í 1992, David Wilhelm. Hann valdi longu frá fyrsta degi av at ráða fólki til at velja Obama heldur enn Hillary Clinton, og hóast hann bert er ein maður og bert hevur eina atkvøðu, so hevur hansara meining stóran symbolskan týdning, skrivar Berlinske. Tíggju millióna tíðindi At lesa tíðindi í sjónvarpinum er uttan iva eitt rímiliga vællønt starv, men nú slær Natasha Kaplinsky øll met. Nú hon flytir frá »Six O’Clock News« hjá BBC til »Five News with Natasha Kaplinsky« fær hon samstundis eina lønar­ hækkan, so hon frameftir fer at forvinna eina millión pund um árið, og tað svarar til góðar tíggju milliónir krónur. Men tað er ikki fyri pengarnar, at hon nú skiftir arbeiðsgevara, tí hon er gift einum múgvandi bankamanni. Tað skrivar enska blaðið The Times. Heini O. Heinesen gjørdist ikki fiskimálaráðharri, men fekk nevndarsess bæði í fíggjarnevndini og vinnunevndini afturfyri Mynd: Jens Kristian Vang