hósdagur 14. februar 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 32 - 14. februar 2008
Ógvusliga brimið
31. januar gjørdi
so nógv um seg, at
stórur partur av
fleygasessunum
suðuri á Urð í Nólsoy
eru burtur
ÓDNARVEÐUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað kemur alt meiri undan
kavi, hvussu nógv ódnar
veðrið herfyri hevur gjørt
um seg.
Nú frættist, at stórur part
ur av fleygasessunum suð
uri á Urð í Nólsoy eru skol
aðir burtur.
Eg gjørdist púra ovfarin,
tá eg var suðuri á Urð
herfyri, sigur René Hansen,
sum er røktingarmaður í
Heimaruhelvt,
ið
eisini
umfatar Urðina.
Hann greiðir frá, at allir
teir bestu fleygasessirnir
eru púra burtur, og kunnu
ikki laðast uppaftur. Báðir
sessirnir í Hvíturðini, sum
eru sunnastu sessirnir, er
heilt burtur, og René metir
ikki, at teir kunnu fáast til
fleygasessir aftur.
Bakkin er heilt skolaður
burtur, og har kemur eingin
nýggjur
fleygasessur
heldur, sigur René Hansen.
Sama skilið er við tveim
um øðrum sessum, Jákups
sessi og Getalágni. Sostatt
er talan um, at fimm av
teimum tólv fleygasessun
um á Urðini eru burtur, og
gerast ikki aftur.
Hartil er partur av nið
aru Túgvu burtur, so har
fleygast
ikki
longur
á
lágætt, og Grátið kann ikki
brúkast sum er, men kann
nokk fáast til fleygasess
aftur kortini, metir René
Hansen.
Sostatt hevur ódnin, sum
var 31. januar, avmarkað
lundafleygið í Nólsoy í
ólukkumát.
Eg eri bangin fyri, at
hetta er endin á lundafleygi
her úti, sigur ein dapurt
skygdur René Hansen, sum
samstundis er av allarbestu
fleygamonnum.
Frælsið burtur
Tað sigur seg sjálvt, at tá
sjey av tólv fleygasessum
eru burtur ella hava fingið
skaða, so hevur brimið
verið ófatiligt. Og tað hevur
sjálvandi ávirkað longur
niðri móti sjóvarmálanum,
tí hesir fleygasessir liggja
rímiliga ovarliga.
Sjóvarurðin er fullkomi
liga broytt. Fyrr var hon í
mesta lagi tíggju metrar
breið, har hon var breiðast.
Nú er breiðasta staðið einar
30 til 40 metrar, so tað hava
verið
ófatiligar
nátúru
kreftir, sum hava verið upp
á spæl, sigur René Hansen.
Hesir fleygasessir eru ald
argamlir, so brimið hevur
verið verri enn í øldir.
Eisini heimari á eystur
síðini á Nólsoynni hevur
nógvi uppgangurin gjørt
um seg. Menn hava í øldir
havt tvey seyðafrælsir undir
Skrið, sum tað verður
nevnt, men nógvi uppgang
urin hevur havt við sær, at
har er ikki moldarklumpurin
eftir, og tískil einki hjá
seyðinum at eta. So hesi
bæði frælsini eru ikki til
longur.
Broytingin á Urðini er so
ógvuslig, at René Hansen
næstan ikki vildi trúgva
sínum egnu eygum. Men
tað sigur seg næstan eisini
sjálvt, tá bara teir ovastu
fleygasessirnir
sluppu
snikkaleysir, meðan teir
niðastu heilt eru skolaðir
burtur.
Um tað so fer at bera til
at laða upp nýggjar fleyga
sessir, ella um lundafleygið
í Nólsoy er at enda komið,
so sum René Hansen stúrir
fyri, tað kann so bara tíðin
vísa.
Brimið tók fleygasessirnar
René Hansen er røktingarmaður á Urðini og av allarbestu
fleygamonnum. – Eg vænti, at hetta er endin á lundafleygi í
Nólsoy, sigur hann
Mynd: Leo Poulsen
Í morgin, fríggja
dagin, hevur Postverk
ið móttøku fyri Onnu
Thomsen, sum legði
frá sær sum postboð í
Nólsoy eftir 33 ár
MÓTTØKA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Anna Thomsen byrjaði tíð
liga at bera post út í Nólsoy.
Eg minnist, at eg byrjaði
at bera post út – mest
Dimmalættingar og tílíkt –
fyri pápa mín, longu áðrenn
eg dugdi at lesa, sigur Anna
Thomsen.
Pápi hennara, Jens Hans
en, var postboð í Nólsoy í
samfull 44 ár, og tí kendist
tað næstan náttúrligt, at
dótturin tók yvir. Og tað
gjørdi hon á sín hátt við tað
at maðurin, Høgni Thom
sen, tók yvir poststarvið í
Nólsoy. Men Anna hevur
fingist
við
postútbering
síðani einaferð fyrst í 40
árunum,
so
hóast
hon
alment »bert« hevur verið
postboð í 33 ár, hevur hon
borið post út í útvið 60 ár,
nú hon legði frá sær 1.
november í fjør vegna
aldur.
Anna Thomsen tók yvir
frá manninum í 1992, tó at
tey øll árini hava hjálpst at í
starvinum.
Mær hevur dámað ar
beiðið ógvuliga væl, sjálvt
um tað kann vera illfýsi við
hvørt at bera post út, sigur
Anna Thomsen.
Hon heldur, at størsta
stigið framá innan postyrkið
er avgerðin um, at fólk
skuldu seta upp postkassar,
so tað í mesta lagi gjørdist
trý trin hjá postboðunum at
ganga upp trappur.
Fyrr mátti eg ganga upp
hundraðtals trapputrin, nú
er tað vorðið eitt spæl, sigur
Anna Thomsen.
Hon sigur, at hon onkun
tíð hevur fingið okkurt skeld
ið, men sum oftast hevur tað
víst seg, at hon hevði rætt, tá
til stykkis kom.
Postverkið heldur sum
nevnt móttøku fyri Onnu
Thomsen, og hon fer fram í
Magnussarstovu, sum er eitt
av allarelstu húsum í bygd
ini og samstundis barna
heimið hjá Onnu, har hon
bæði er fødd og uppvaksin.
Móttøkan verður millum
15 og 17 fríggjadagin, og í
tí sambandi siglir Ritan
eykatúr
av
Bursatanga
klokkan 14.
Móttøka fyri Onnu
Hóast Anna Thomsen »bert«
var alment postboð í 33 ár,
hevur hon borið post út í
Nólsoy í útvið 60 ár
Mynd: Jens Kristian Vang
Ísland sum eitt valdømi
Nakrar mánaðir eftir at Føroyar vórðu skipaðar sum eitt
valdømi, eru íslendingar farnir at kjakast um at skipa landið
sum eitt valdømi. Hugsjónirnar eru tær somu, sum komu
fram undir orðaskiftinum her, men tað hevur vakt ans, at ein
borgarstjóri á Vestfirðum mælir til eitt valdømi. Grímur
Atlason, borgarstjóri í Bolungarvík, heldur, at var landið eitt
valdømi, hevði politikkurin lagt størri dent á at gagna
heildini og longri fram í tíðina enn nú.
Mærsk sigur upp
Maersk Line, sum er ein deild av stóra danska felagnum A.P.
MøllerMærsk, hevur samtykt at seta umfatandi sparingar í verk,
og tær hava nú við sær, at fleiri hundrað fólk, sum arbeiða hjá
felagnum í USA, verða søgd upp. Søludeildirnar, sum Maersk
Line hevur í Seattle, San Fransisco, Dallas og Costa Mesa og ein
skrivstova í Atlanta lata aftur. Í Charleston letur ein stór deild
aftur, og har missa 140 fólk arbeiðið, skrivar Maritime Danmark.
Verður tað so ringt, sum
René Hansen stúrir fyri,
fær lundin í Nólsoy frið
frameftir