hósdagur 14. februar 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 32 - 14. februar 2008
Skal viðgerast í álvara
Grønlendingar eru misjavnir á málið um hóttanina hjá Lars-
Emil Johansen at taka seg úr Fólkatinginum fyri at vísa sína
misnøgd. Millum teirra, sum hava sagt sína hugsan, er
landstingslimurin Josef Motzfeldt úr IA. Hann sigur við
KNR, at umboðanin í Fólkatinginum skal ikki viðgerast út
frá hugsanini hjá einum einstøkum persóni, men sum eitt
álvarsmál. Sjálvur er hann fyri at avtaka umboðanina, men
vit mugu kjakast um tað fyrst, sigur hann.
Josef Motzfeldt vil hava grønlendingar at skifta orð um
fólkatingsumboðanina (Mynd: KNR)
Nógvar ørnir í Danmark
Havørnir og kongaørnir trívast so væl í Danmark, at tær hava ongantíð
verið so nógvar í tali sum nú. Í síðstu viku vóru umleið 500 sjálvboðin
fólk úti í náttúruni og taldu ørnir, og við at samanbera úrslitið hjá teimum
er fuglafrøðifelagið komið til, at tað eru 156 havørnir og sjey kongaørnir í
Danmark í løtuni. Tað er met. Teljingin vísti, at tað eru serliga nógvar
ørnir í eystara parti av Danmark, og at tær eisini eru rættiliga spakar, sigur
DR.
Skopun
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sunnudag 17. februar eru
liðin 40 ár, síðan fiskavirkið
í Skopun læt upp av fyrstan
tíð.
Eins og í fleiri øðrum
bygdum kring landið, vóru
fiskakjallarar í Skopun, sum
keyptu útróðrarfisk. Menn
flaktu fiskin, sum síðan varð
saltaður til útflutnings.
Fríðhild Winther, sum í
mong ár tilsamans hevur
arbeitt á fiskavirkinum í
Skopun, var 10 ára gomul,
tá ið virkið læt upp.
- Eg minnist so væl
hendan leygardagin fyri 40
árum síðan, sum var ein stór-
ur dagur í bygdini. Hetta var
ein dagur, sum fólkið í
Skopun rættiliga hevði sæð
fram til. Vit stóðu uttanfyri
virkið og hugdu at, hvussu
leikur
fór.
Menn
vóru
komnir av Eiði og suður
higar at leggja fólki í bygd-
ini lag á, hvussu skerast og
arbeiðast skuldi. Um hetta
mundið vóru bert nøkur fá
fiskavirkir av hesum slagn-
um í Føroyum, eitt á Eiði og
eitt annað í Sørvági. Tá vóru
ongar maskinur – og øll
framleiðslan fór fram við
knívi í hond. Menn lærdu
menn, og síðan lærdu menn-
inir kvinnurnar at skera.
Savnað myndir
Nú fiskavirkið í Skopun
hevur 40 á baki, verður dag-
urin hildin í Skopun mána-
dagin, 18. februar.
- Vit hava savnað myndir,
sum lýsa ein part av søgu fel-
agsins, og hesar kunnu síggj-
ast á virkinum mánadagin.
Onkrar myndir eru frá teirri
fyrstu tíðini – og fyrstu kass-
unum av fiski, sum virkið
keypti. Onkrar myndir eru
eisini tiknar inni á virkinum,
og myndir eru av ferðum,
sum arbeiðsfólkið hevur ver-
ið uttanlands. Aðrar myndir
lýsa broytingina, sum hevur
verið á virkinum upp ígjøgn-
um árini. Allar myndirnar
eru ikki líka góðar, men tær
siga so sína søgu.
Fríðhild sigur seg vóna,
at nógv av teimum, sum
upp ígjøgnum árini hava
arbeitt
á
fiskavirkinum,
koma innaftur á gólvið at
vitja, nú føðingardagur er.
- Vit fara at bjóða lag-
kaku, kringlu, kaffi og te,
og vit vóna at síggja nógv
fólk aftur, sum gjøgnum
árini høvdu sína dagligu
gongd her.
Hon vísir á, at fiskavirkið
í Skopun hevur havt velduga
stóran týdning fyri bygdina.
- Høvdu vit ikki havt fiska-
virkið øll hesi árini, trúgvi
eg, at Skopunarbygd, sum er
ein lutfalsliga ung niðursetu-
bygd, hevði verið nógv minni
í dag, enn hon er. Virkið hev-
ur havt stóran týdning, bæði
fyri fólk í bestu árum, ung-
dómin og tey, sum eru komin
nakað upp í árini. Eisini hev-
ur virksemið gjøgnum árini
havt stóran týdning fyri uppi-
lagstar fiskimenn, sum ikki
longur
orkaðu
baldruta
sjólívið.
Fyrsti lønarseðil
Fríðhild sigur, at hon byrj-
aði at arbeiða á virkinum í
summarfrítíðini, tá ið hon
var vorðin eini 14 ára gom-
ul, og tilsamans eru árini
vorðin rættiliga mong. Í
dag arbeiðir hon í eldrarøkt-
ini í oynni, men vaskar á
virkinum um kvøldarnar
eftir loknan arbeiðsdag.
- Eins og so mong onnur
í bygdini, havi eg altíð verið
ógvuliga góð við hetta
arbeiðspláss. Mær hevur
altíð dámt serstakliga væl á
virkinum, og tað geri eg
framvegis. Eg vaski einar
2-3 tímar um dagin og
gjarna eitt sindur longri
fríggjakvøld, tá ið arbeiðs-
vikan á virkinum er liðug.
Ein teirra, sum var til
arbeiðis á fiskavirkinum í
Skopun fyrsta arbeiðsdag í
1968 – og sum framvegis
arbeiðir á virkinum, er Berg-
tóra Jensen, sum í dag er 65
ára gomul.
- Bergtóra hevur ikki
arbeitt øll hesi mongu ár á
fiskavirkinum, tí hon hevur
eisini
tikist
við
annað
arbeiði. Men tað sermerkta
er, at hon var við í byrjanini,
og hon er við enn í dag.
Fríðhild veit at siga, at
Bergtóra enn eigur fyrsta
lønarseðilin, sum hon fekk
í fiskaarbeiði á táverandi
nýggja virkinum.
- Fyri hendan leygardagin,
tá ið virkið læt upp, dagar-
nar í vikuni eftir fram til og
við leygardagin eftir, tjenti
Bergtóra tilsamans 267 krón-
ur. Hesar dagarnar arbeiddi
hon einar 6-7 tímar um dag-
in. Tá var einki, sum kallað-
ist yvirtíð, og vit mugu siga,
at okkurt hevur Ingeborg
Winther fingið burtur úr øll
hesi ár, hon hevur verið
formaður í Føroya Arbeið-
arafelag. Tey, sum vóru
undan henni, tóku eisini síni
tøk fyri arbeiðarafjøldina.
Felags ogn
Vit kunnu skoyta uppí, at
tað var ikki óvanligt, at fólk
á summum fiskavirkjunum
arbeiddu fyri vanliga løn –
eisini eftir vanliga arbeiðstíð
eins og leygardagar tey
fyrstu árini, tá ið fiskavirkini
stungu seg upp kring landið.
Í flestu førum átti bygdar-
fólkið gjøgnum arbeiðara-
feløg
og
kommununa
arbeiðsplássið, og tí vildu
tey eisini gera sítt til, at
raksturin fekst at hanga
saman.
- Í Skopun var tað soleið-
40 ár liðin síðan skopunin
- Høvdu vit ikki havt fiskavirkið øll hesi
árini, trúgvi eg, at Skopunarbygd, sum er
ein lutfalsliga ung niðursetubygd, hevði
verið nógv minni í dag, enn hon er. Virkið
hevur havt velduga stóran týdning fyri
Skopun og aðrar bygdir í oynni, sigur
Fríðhild Winther, sum í hesi samrøðuni
greiðir frá byrjanini og gongdini annars.
Mánadagin verður stovningardagurin
hildin á virkinum, og tá eru øll vælkomin
inn á gólvið
- Her hevur búð eitt mergjað fólk, sum upp ígjøgnum árini slóðaði fyri á so nógvum økjum, sigur Fríðhild Winther