hósdagur 14. februar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 32 - 14. februar 2008
Boys in a band í Vestmanna
Ungdómshúsið »Staðið« í Vestmanna skipar fyri konsert við GBOB
vinnarunum »Boys In a Band« fríggjakvøldið 15. februar. »Boys In
a Band« vunnu heiðurin sum »Heimsins besti nýggi bólkur« í
Camden Electric Ballroom í London í desember. Hesin heiður kann
gerast eitt startskot hjá bólkinum til at fáa altjóða gjøgnumbrot.
Konsertin hjá »Boys In a Band« í Vestmanna byrjar kl. 21.
Ósemja um rækjukvotu
Grønlendski andstøðuflokkurin Inuit Ataqatigiit er sera
misnøgdur við, at landsstýrið hevur gjørt av at skerja
rækjukvotuna fimm prosent. Kupik Kleist, sum er formaður
í IA, sigur við KNR, at fimm prosent er nógv minni, enn
fiskifrøðingarnir hava mælt til. Grønlendsku fiskifrøð
ingarnir siga, at rækjustovnurin er so illa fyri, at teir mæla
til at skerja kvotuna 30 prosent. Kupik Kleist vil hava
landsstýrið at lurta eftir tilmælinum.
ngar bygdu fiskavirkið
is, at alt bygdarfólkið átti
virkið. Høvdarhagi var fel
ags fyri allar skopuningar.
Her kundi hvørt húski hava
kúgv ella seyð gangandi, og
í aðrar mátar fingu fólk
seyð bíliga úr haganum, tá
ið skurðfjøllini vórðu ging
in. Hevði tú stórt hús, fekst
tú ein seyð bíliga – og var
talan um tvey eldri fólk í
húsi, fingu tey kanska ein
hálvan seyð bíliga.
Hon sigur, at henni kunn
ugt, var tað avlopið av
rakstrinum av Høvdahaga,
sum gjørdist fyrsta íkastið
til fiskavirkið í bygdini, og
seinni komu so bæði arbeiðs
mannafelagið í bygdini og
kommunan upp í.
Tað var tí fólkið í Skop
un, sum átti virkið, endur
tekur hon.
Avmarkað tal
Fríðhild sigur, at í byrjanini
var tað soleiðis, at bert ein
úr hvørjum húsi í bygdini
slapp at arbeiða á virkinum,
og hetta varð gjørt fyri, at
inntøkurnar
av
hesum
arbeiði skuldu fella so rætt
víst í bygdini sum gjørligt.
Tað var jú avmarkað,
hvussu nógvum fólki brúk
var fyri í byrjanini, men
sum tíðin leið, og maskinur
komu inn á virkið, arbeiddu
fólk úr øðrum bygdum í
Sandoynni eisini í Skopun.
Hon minnist væl tíðina í
sjeytiárunum, tá ið bilur
kom við fólki av Sandi og
øðrum bygdum í oynni
norður til Skopunar at
arbeiða á seinnapartsvakt –
og síðan kom eftir teimum
aftur, tá ið vaktin var lokin
seint um kvøldið.
Vit vóru eisini nøkur úr
Skopun, sum arbeiddu á
seinnapartsvaktini. Eg hevði
børn og arbeiddi sjálv nógv
um kvøldarnar. Heima hevði
eg fastar skúlagentur at ansa
børnunum fyri eitt oyra. Eftir
fiskaframleiðslan var liðug á
virkinum seint á kvøldið,
vaskaði eg mangan til klokk
an 01 um næturnar. Tað var
ikki soleiðis, at avbygdar
fólkið neyðturviliga skuldu
arbeiða á kvøldvaktini. Tey
kundu velja, um tey heldur
vildu arbeiða um dagin, men
eg haldi, at teimum dámdu
sera væl hesa skipan, meðan
hon var soleiðis. Hetta var
ein ógvuliga góð tíð.
Gott arbeiðspláss
Fríðhild hevur verið knýtt
at fiskavirkinum í Skopun
at kalla øll árini, síðan hon
var eini 14 ára gomul og
byrjaði at arbeiða í summar
frítíðini.
Fyrst í nítiárunum, tá ið
alt
samfelagið
steðgaði
upp, steðgaði eisini fiska
framleiðslan í Skopun, og
virkið læt aftur í eina tíð.
Annars hevur tað verið opið
øll árini síðan byrjan.
Hon heldur, at tað var
ógvuliga gott fyri bygdina,
at Sandoy Seafood, sum tíð
in leið, tók um endan og hev
ur havt virkið opið síðan.
Í mong ár var lítil
útskifting millum tey, sum
skipaði fyri í Skopun, og
kendu andlitini gingu aftur
gjøgnum nógv ár. Hóast eig
araviðurskiftini eru broytt,
hevur heldur ikki so stór
útskifting verið seinnu árini.
Hetta eru øll fitt og dugnalig
fólk, og enn sum áður er
fiskavirkið í Skopun eitt
gott og gevandi arbeiðs
pláss, sum framvegis hevur
stóran týdning fyri Skopun
og aðrar bygdir í oynni.
Færri skip
Fríðhild ivast onga løtu í, at
fiskavirkið í Skopun saman
við útrórðarbátum og skip
um, sum hava verið knýtt at
bygdini, hevur verið grund
arsteinurin undir bygdini.
Her vóru nógvir útróðr
arbátar og nógvur útróður,
tá ið virkið læt upp og nógv
ár frameftir. Seinni fingu
vit eisini størri deksfør,
línuog trolbátar og at enda
trolarar. Í dag er flotin, sum
hoyrir til bygdina lítil, men
virkið keypir fisk frá skip
um, sum eru heimahoyrandi
aðrastaðni.
Vit spurdu eisini Fríðhild,
hvat hon heldur um kjakið
um útlendska arbeiðsmegi í
Føroyum.
Eg haldi, vit noyðast at
ásanna, at okkum vantar fólk
fyri at halda fiskavirkisvinn
uni uppi. Vit hava havt
útlendingar á virkinum í
Skopun, og eg haldi, at hesi
eru stak røsk og fyrikomandi
fólk. Flestu ungdómar fara at
læra, og tað haldi eg vera
skilagott. Hinvegin síggja vit
nógv av hesum ungu, sum
koma á virki í eina tíð at
tjena sær til lesnaðin. Vit
hava eisini fólk á virkinum,
ið hava onkra útbúgving,
sum tey ikki kunnu brúka í
Sandoynni, tí einki arbeiði er
júst til teirra.
Mergjað fólk
Fríðhild heldur nógv um
sínar bygdarmenn, sum í
sínari tíð slóðaðu fyri.
Eg haldi, at tað var so
flott av teimum, sum undan
fóru, at tey megnaðu at
reisa hetta virkið á føtur.
Tað hava verið mergjaði
fólk, ið her settu búgv, og
ættarliðini hava lyft arvin
eftir tey, sum undan fóru.
Hon vísir á, at Skopun
gekk á odda við fyrstu dansi
stovuni, bygdarvegnum – og
longu tíðliga I 1920unum
fekk bygdin havnalag.
Tað var eisini í Skopun,
at fyrsta føroyska gudstæn
astan varð hildin í kirkjuni,
sigur Fríðhild Winther í
samrøðu við Sosialin, nú
fiskavirkið í bygdini hevur
40 ár á baki sunnudagin.
Í dag arbeiða eini 70 fólk
á Sandoy Seafood í Skopun,
og virkisleiðari er Martin
Olsen. Góðskuleiðari er
Gunnleif Bjartalíð.
Móttøkan
á
virkinum
mánadagin verður millum
klokkan 14 og 18, tá ið øll
eru vælkomin inn á gólvið
til drekkamunn og køku.
Her er Fríðhild í holt við at kopiera myndir, sum verða sýndar
mánadagin, tá ið virkið fer at halda sín 40 ára stovningardag
Mynd: Gunnleif Bjartalíð
- Vit noyðast at ásanna, at okkum vantar fólk fyri at halda
fiskavirkisvinnuni uppi. Vit hava havt útlendingar á virkinum
í Skopun, og eg haldi, at hesi eru stak røsk og fyrikomandi fólk,
sigur Fríðhild Winther
Mynd: Gunnleif Bjartalíð