hósdagur 14. februar 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. februar 2008
Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri›
VARPIÐ
Dr1 • Hósdag 21. kl. 21.35
»Hul igennem (1)« - nýggj røð á DR1
Nick Cutter trýr ikki sínum egnu eygum. Hann er evolution-zoologur og
stendur beint frammanfyri nøkrum dinosaurum, sum bráddliga vísa seg í
Onglandi. Abby er djóraansari og fær nú hesar ikki-so-heilt-útdeyðu verur at
ansa. Hetta er absolutt ikki vandaleyst. Bretsk aktion/adventure-røð.
Dk4 • Fríggjadag 15. kl. 22.50
»Møllehave møder: Preben
Ahlefeldt-Laurvig«
Tey flestu kenna danska prestin og
teinkjaran Johannes Møllehave. Men Preben
Ahlefeldt-Laurvig er neyvan so kendur.
Hesin er tann síðsti len-greivin í danska
kongaríkinum og situr hann í Tranekær
slottinum á Langeland. Í sendiningini verður
prátað um søguna hjá hesi greiva-familju.
Kanal4 • Mikudag 20. kl. 21.30
»Dinesen (1)«
Hendan nýggja sendirøðin á Kanal 4 fer
at snúgva seg um móta, tónleik, mentan
og annars stór mentanartiltøk. Í kvøld eru
modellin Lykke May og myndamaðurin
Henrik Bülow við í sendingini. Men eisini var
verturin í sendingini í Føroyum, har Guðrun
& Guðrun skipaðu fyri stórum mótatiltaki.