Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 32 - 14. februar 2008 tíðindi Stutt Sagt Lødd byrsa í barnagarði Norska blaðið Dagsavisen veit at siga, at herfyri fann ein fimm ára gamal drongur eina skammbyrsu í einum blómukassa í ein­ um barnagarði í Oslo. Drongurin og nølur onnur børn spældu við blómu­ kassan, tá tann fimm ára gamli fekk eyga á okkurt, sum lá har. Tað vísti seg at vera ein skammbyrsa, og drongurin tók hana upp. Tað vísti seg, at hetta var ikki ein leikaskammbyrsa, og tá løgreglan fekk hana, vísti tað seg, at hon var eisini lødd, skrivar Dags­ avisen. Løgreglan heldur, at onkur legði skamm­ byrsuna í blómukassan kvøldið fyri og ætlaði sær eftir henni seinni. Óttaðust flóðaldu Myndugleikarnir í Indo­ nesia sendu flóðaldu­ ávaring út í gjárkvøldið, eftir at jarðfrøðistovnurin hevði staðfest ein harðan jarðskjálvta undir hav­ botninum einar 150 fjórð­ ingar í útsynning úr oyggjabólkinum Malu­ kurnar í Indiska Havinum. Skjálvtin bleiv máldur til at vera 6,6 á Richter­stig­ anum, og tað kann vera nóg mikið til at elva til flóðaldu. Men hon kom kortini ikki. Fyri fjúrtan døgum síðani varð eisini ávarað um flóðaldu, tá ein jarðskjálvti var undir hav­ botninum næshendis Eyst­ urtimor, men heldur ikki ta ferðina hendi nakað. Umskipa Fatah Arbeitt verður nú við at endurskoða reglurnar hjá palestinsku rørsluni Fatah við tí fyri eyga at umskipa hana. Azzam al­Ahmed, sum er formaður í Fatah, sigur við ísraelska blaðið Haaretz, at ætlanin er at gera rørsluna meiri demokratiska og at styrkja hana í kappingini við Hamas og aðrar palestin­ skar rørslur og felags­ skapir. Azzam al­Ahmed sigur, at hóast sína stirvnu skipan hevur Fatah stóra undirtøku í teimum pale­ stinsku sjálvsstýrisøkj­ unum, og at Ísrael kann ikki fáa frið við palestinar uttan ígjøgnum Fatah. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk útlond Portugisiski løgmála­ ráðharrin sigur, at løgreglan nærkast einari niðurstøðu Nú eru næstan 290 dagar, síðani enska smágentan Madeleine McCann hvarv úr einum hotellkamari í Praia da Luz í Algarve í Portugal. Síðani hevur portugisiska løgreglan kannað málið, og í gjár segði løgmálaráðharrin, Alberto Costa, í einari hoyring í tjóðartinginum, at løgreglan nærkast einari niðurstøðu. ­Upprunaliga skuldi løgreglan vera liðug við kanningarnar í síðsta mánað, men ríkisadvokat­ urin gav løgregluni tríggjar mánaðir afturat til at gera kanningarnar lidnar. Tað gjørdi hann eftir áheitan frá løgregluni, sum vildi hava betri stundir, tí málið er óvanliga torgreitt. Alberto Costa segði ikki eitt orð um, hvørja niðurstøðu løgreglan fer at koma til, men eygleiðarar, sum hava fylgt málinum, halda ikki, at nakað nýtt er komið undan kavi í seinastuni. Enn er eingin skuldsettur í málinum, men portugisiska løgreglan hevur fleiri ferðir sagt, at foreldrini hjá teirri horvnu gentuni eru undir illgruna. Kate og Gerry McCann fluttu úr Portugal aftur til Bretlands í sep­ tembur, og tey hava alla tíð­ ina avsannað, at tey med­ virkaðu til, at Madeleine hvarv. Portugisiska løgreglan hevur avhoyrt bretan Robert Murat, sum búði tætt við hotellið, haðani Madeleine hvarv, men hann noktar seg sekan, og hann er heldur ikki skuldsettur í málinum. Madeleine McCann hvarv 3. mai í fjør. Hendan myndin varð tikin dagin fyri Madeleine-málið skjótt liðugt kannað Í meiri enn 100 ár hava amerikanararnir havt ræðið í Guantana­ mo, men nú vil kuban­ ska stjórnin hava økið aftur Kuba endurtók í gjár eitt gamalt krav um at fáa økið við Guantanamo­víkina aftur, og at USA steingir ta nógv umrøddu fangaleguna har alt fyri eitt. Felipe Pérez Roque, uttanríkisráðharri, legði samstundis USA undir at pína fangarnar í leguni. Guantanamo­víkin og økið við víkina hevur verið undir amerikonskum ræði í meiri enn eina øld. Í 1934 skrivaðu londini undir ein sáttmála, sum er soleiðis orðaður, at hann kann ikki sigast upp, uttan at bæði londini eru samd um at siga hann upp. Eftir sáttmálanum rindar USA 5.000 dollarar í leigu um árið fyri økið, men síðani 1959 hevur stjórnin hjá Fidel Castro sýtt fyri at taka ímóti pengunum. Amerikanska stjórnin hevur ikki svarað tí seinasta kubanska kravinum enn. Kuba vil hava Guantanamo Kuba vil nú hava økið við Guantanamo-víkina aftur Mynd: AP Myndugleikarnir í Afghanistan hava gjørt av, at eitt bóka­ savn í Kabul skal nevnast eftir norska blaðmanninum, Carsten Thomassen, sum doyði í einum álopi har í síðsta mánað Tað var afghanski kenslu­ málaráðharrin, Mohamad Harif Atmar, sum í gjár kunnaði norskar fjølmiðlar um, at tað nýggj bókasavnið, sum er partur av einum almennum lærustovni fyri leiðslu og umsiting, fær navn eftir norska blað­ manninum. Nýggi lærustovnurin let­ ur ætlandi upp í næsta mánaði og er bygdur við hjálp úr eitt nú Noregi. Carsten Thomassen varð skotin, tá álopsmenn søktu at Serena­hotellinum í Kabul tann 14. januar. Hann bleiv fluttur á eit hernað­ arsjúkrahús, men doyði um kvøldið av løstunum. Bókasavn fær hansara navn Carsten Thomassen