Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 32 - 14. februar 2008 Farvegurin eftir ógvusligu høgættar­ ódnina herfyri sást eisini aftur á Viða­ reiði. Ein partur av bakkanum í Eiðsvík er farin, og vandi er fyri, at hann kann fara enn meiri Brimskaði Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Høgni Thomsen Viðareiði: - Her var so nógv brim, sum ein illa dugir at ímynda sær, sigur Dánjal Viðoy av Viðareiði. Hann er ein teirra sum eigur bát og hevur neyst her í Eiðsvík, her rættiligur upp- gangur var hetta ódnar- kvøldið. Tíbetur fyri hann og hinar bátaeigararnar liggja hesi neystini og bátarnir so mikið høgt uppi, at ógvusligi brim- gangurin skalaði tey ikki. - Ja, her var av allar allarmesta brimi, soleiðis at mølin og alt her niðri var fult av brimi – líka niðan móti rekkverkinum, greiðir hann frá. Mikudagin í farnu viku hittu vit hann í neystinum, har hann var í ferð við at arbeiða uppá bátin. Lopið Hóast atløgubryggja er í Eiðsvík og hóast mølin er stór, so var brimgangurin so ógvusligur, at brimið snøgt sagt hevur máað inn undir bakkan. - Tí er alt lopið niður haruppi, sigur Dánjal, með- an hann vísir umboðunum fyri Sosialin á skaðan, sum ódnin forvoldi. Hann er sannførdur um, at skaðin má gerast aftur beinanvegin. - Annars er vandi fyri at tað fer enn meiri, slær hann fast. Eins og so nógva aðra- staðni kring landið, vita menn á Viðareiði nærum ikki um slíkt brim at siga. Hetta var bara ein ódn av teimum serstøku. Orsøkin til ódnina varð søgd at vera, at tvey lágtrýst runnu saman í eitt, og at tey síðani raktu oyggjar okkara. Nógv ár ímillum Hóast Dánjal er komin nakað til árs, veit hann ikki um slíkt brim áður, soleiðis sum atløguviðurskiftini eysturi í Eiðsvík eru skipað í dag. Í gomlum døgum lógu neystini munandi longu niðri enn tey gera tað í dag. Og tá vóru tey sjálvandi eis- ini meiri útsett fyri brimi. - Eg minnist einaferð, at tað var rættiliga nógv brim, - so nógv, at tað skolaði heilt niðan til tað fjórða neystið. - Tað er tíbetur nógv ár ímillum, at tað er slíkt brim, sigur Dánjal. Bakkin fór ... Mølin er stór, men tað forðaði ikki fyri at hon var full av brimi hesa óveðursnáttina ... og bakkin má gerast aftur Viðareiði: Í greinini niðanfyri verður greitt frá tí skaðanum sum er hendur í Eiðsvík. Spurn- ingurin um afturgerð av hesum skal eisini við- gerast í bygdaráðnum á Viðareiði, og verður hetta gjørt innanfyri teir komandi 14 dagarnar. – Alt hongur leyst, og tí er neyðugt at fáa serkøna hjálp at gera skaðan aftur, sigur borgarstjórin, Hans Jákup Kallsberg. Her má berast skjótt at, tí vandi er fyri at alt kann detta niður. - Her má okkurt gerast, og tað skjótt, sigur Dánjal Viðoy av Viðareiði 17.200 kr. higartil Skálavík: Eftir ógvusliga brimið á havnarlagið og onnur støð í bygdini, hava fólk havt møguleika at stuðla Skála- víkar kommunu í at umvæla og endurbyggja skaðan. Ein konto í Eik er sett á stovn, har fólk kunnu hjálpa teimum í hesum, og í morgun vóru altso komnar 17.200 krónur inn. Stigtakarin, John S. Myllhamar í Sandavági upplýsir, at gávurnar eru millum 100 og 5000 krónur stórar. Tvær kappingar í einum Eiði: Nýggi barnagarðurin skal hava navn og skúlin í bygdini skal hava sítt búmerki. Tað hevur bygdaráðið samtykt. Barnagarðurin verður liðugur móti sumri í ár, og verða virðislønirnar ávikavist 3000, 2000 og 1000 krónur stórar. Virðislønirnar fyri búmerkið til skúlan er ávikavist 7000, 3500 og 1500 kr. Ein trímannanevnd skal taka støðu til bæði uppskotini.