Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 32 - 14. februar 2008 tíðindi Tríggjar dagrøktarmammur í Kollafirði hava seinastu mánaðarnar havt 20 ára starvsdagar. Tann fyrsta november høvdu Kitty Hansen og Helga Gaard verið dagrøkt­ armammur í Kollafirði í 20 ár, og tann fyrsta februar hevði Bergfríð Anthonius­ sen verið 20 ár í starvi sum kommunal dagrøktrar­ mamma. Í samband við runda dag­ in hjá Bergríð Anthoniussen, var samkoma í nýggju spæli­ stovuni Norðuri í Sundum í Kollafriði, har Katrin Petersen, leiðari fyri Barna­ og ungdómsdeildina hjá Tórshavnar kommunu, og nýggi leiðarin fyri Dagrøkt­ arskipanina hjá Tórshavnar kommunu, Karla Danielsen, vóru komnar at heilsa upp á Bergfríð. Eisini onnur stukku inn á gólvið at fáa sær ein kaffi­ munn og okkurt afturvið, eins og hinar dagrøktar­ mammurnar, sum vera man, eisini vóru við. Rundir starvsdagar í Kollafirði Dagrøktarmammurnar sum hava havt 20 ára starvsdag f.v.: Helga Gaard, Bergfríð Anthoniussen og Kitty Hansen Mynd: Tórshavnar kommuna 14. februar 2008 hevur Jón Dahl 25 ára starvsdag hjá Pf. LM Electric Jón byrjaði at læra til elektrikara hjá P/F Leif Mohr 14. februar 1983 og var útlærdur í februar 1987. Jón er eisini útlærd­ ur maskinist frá Føroya Maskinskúla, og hevur siglt nakað sum meistari. Jón hevur eisini nógvar eftirútbúgvingar og skeið innan køling, el og ávar­ ingarskipanir. Jón er ikki bangin fyri stórum avbjóðingum og at taka ábyrgd. Í sínum langa arbeiðslívi hjá LM hevur Jón verið formaður á nógv­ um størri byggiplássum, t. d. Eik, Fíggjarmálaráðið, Tórshavnar Havn v.m. Um­ framt at vera formaður á størri arbeiðsplássum við ábyrgd av fleiri sveinum og lærlingum, hevur Jón lagt nógva orku í at menna trygdardeildina hjá LM, ið selur, installerar og hevur eftirlit við ymiskum ávar­ ingarskipanum, so sum eldaávaring, tjóvaríávar­ ing, hurðaskipanum og yvirvaking. Henda deildin er vaksin nógv tey seinni árini, og er í dag sera vælvirkandi. Jón er 42 ár og ættaður úr Tórshavn, sonur Jákup og Juliu. Jón hevur tvey systkin, Jenny og Hera. Jón er eisini áhugaður í ítrótti, bæði fótbólti, kapp­ róðri, fimleiki og hond­ bólti. Jón hevur vunnið fleiri meistaraheitið við HB og Nólsoyinginum. Nú fylgir Jón mest við, hvussu tað gongst hjá børnunum, ið fáast nógv við ítrótt. Umframt at hann hugnar um heimið í Pætursgøtu í Hoyvík. Jón er ein álitismaður og hevur nógvar dygdir. Handverksliga setir hann eina æru í góðsku, og at ordan er í tingunum. Jón er eisini sera viljasterkur, og man veit altíð, hvør hansara støða er. Jón er sera trúfastur og altíð til reiðar at hjálpa, og við sín­ um dugnaskapi og arbeiðs­ semi hava bæði kundar og starvsfelagar stórt álit á Jón, til stóra gleði hjá fyri­ tøkuni. Jón er giftur við Heidi Holm Dahl, ættað úr Nólsoy. Tey eiga trý børn: Óla Jákup, Lindu og Báru. Jón Dahl, Hoyvík: 25 ára starvsdag Her er ein av myndunum frá realskúlaframsýningini, sum Jórunn Dánialsdóttir skipaði fyri í Kommunuskúlanum í Havn í summar. Myndin er av einum realskúlaflokki í 1957. Aftast f.v.: Magnus Pauli Magnussen, Anfinn Rubek Nielsen og Mads Winther Lützen. Miðraðið f.v.: David Hansen, Anna Skaale, Hendrik Rubeksen, Heðin Mikkelsen, Arnbjørn Randrup Thomsen, Johan Nielsen, Tórður Debes Joensen, Páll Johansen, Aurora Weihe og Kjartan Christiansen. Fremst f.v.: Turid Simonsen, Turid Olsen, Hanna Sundstein, Poul Eide, lærari, Marjun Olsen, Birgit Akraberg Hansen, Ann Poulsen og Margit Veyhe. Um onkur hevur hug at ogna sær hesa mynd, er viðkomandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánialsdóttir á telefon: 226024. Myndaeigari: Turid Winher Realskúlaflokkur í 1957 www.sosialurin.fo