Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 32 - 14. februar 2008 15 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Poul Olsen, fyrrverandi lækni, ættaður av Eiði, búsitandi á Glyvrum, andaðist týsdagin, 73 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskap­ell­ inum fríggjadagin kl. 16. Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju leygardagin kl. 13. Tey, ið vilja minn­ ast Poul, kunnu lata Listaskálanum eina p­eninga­ gávu, konto í p­eningastovnunum. Torleif Sigurðsson, Klaksvík andaðist týsdagin 12. februar á Landssjúkrahúsinum, 61 ára gamal. Sverri Kristoffersen í Vestmanna andaðist mána­ dagin, 82 ára gamal. Kistan fer av Mørkini í Streym­ nesi hósdagin klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju fríggjadagin klokkan 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Sverra kunnu lata Parkinsonfelagnum eina p­eningagávu, konta í Føroya banka. Andlát og jarðarferðir Dagurin 15. februar, Faustinus, deyður umleið ár 120. Brøðurnir Faustinus og Jovita í Brescia í Norðuritalia vórðu p­índir og tiknir av døgum. Staddur uttanlands fekk eg seinnap­artin týsdagin eina telefonsamrøðu, sum fekk alt at steðga up­p­ og standa stilt, tá mær bórust tey sorgarboð, at mín góði ítróttavinur og eisini p­er­ sónligi vinur, Torleif Sig­ urðsson, var farin. Hann var bert 61 ára gamal, so tí kendist tað sum ein skelkur at fáa at vita, at hann ikki longur var okkara millum. Torleif og eg komu at kennast á ungum árum, tá vit báðir róðu kap­p­ – hann við Klaksvíkingi og eg við Havnarbátinum – og har byrjaði okkara vinskap­ur, og síðani hava vit havt nokk so nógv saman í fyrst og fremst ítróttahøp­i. Vit sótu saman í Róðrardeild ÍSF’s miðskeiðis í 70­ unum, tá vit millum annað settu í verk ta stigaskip­an, sum enn í dag verður brúkt til FM­róðrarnar. Tað var eyðsæð, at her var talan um ein mann við serligum evnum og góðum hegni, og tí var einki løgið í, at fótbólturin sendi boð eftir honum. Torleif tók við avbjóðingini og kom skjótt at standa á odda fyri føroyskum fótbólti. Saman hava vit fylgst í Ítróttasam­ bandi Føroya frá 1980 og mong ár fram, og har fekst sjón fyri søgn, at sum stjórnarlimur og formaður í Fótbóltssambandi Føroya var Torleif altíð klárur at taka tey stóru tøkini. Holl­ ur var hann eisini altíð í ráðum, tá á stóð. Alla okkara tíð í ÍSF hev­ ur felagsskap­urin ment seg á øllum økjum, og leiklutur­ in hjá Torleifi var altíð at vera tann, ið heldur vildi byggja up­p­, enn bróta nið­ ur. Hetta merktu ikki bara vit, sum javnan sótu á stjórn­ arfundum saman við hon­ um, men hetta skoðsmál fekk hann eisini fyri sítt arbeiði í bæði norðurlendsk­ um og alheims høp­i, har Torleif var álitismaðurin burturav, ið lurtað var eftir. Ein hin størsti eginleikin hjá Torleifi var at duga at lesa framtíðina og at hyggja frameftir. Hann tordi at hugsa stórt og dugdi væl at fáa onnur við sær. Eftir hann standa eis­ ini stórir varðar, tí tað var ikki bara sum at siga tað, tá limaskap­ur skuldi vinn­ ast í bæði UEFA og FIFA. Men við hep­nari hond og stuðli frá øðrum góðum fólki fekk Torleif altjóða limaskap­ í lag, og tað var kanska eisini í síðstu løtu, tí nú tykjast dyrnar aftur­ latnar fyri øðrum smátjóð­ um, ið vildu nýtt Føroyar sum fyrimynd. Trúfesti var eisini ein av styrkjunum hjá Torleifi, hvørs p­artur ongantíð lá eftir, tá tað ráddi um at menna ÍSF sum felagsskap­ – eisini eftir at skip­anin við sersambondum kom. Tað var ikki altíð, at stjórn­ arlimir sóu stóra týdningin av at halda saman og at standa saman um tað, okk­ ara undanfólk høvdu arbeitt so hart fyri. Hetta gav seg mangan til kennar, tá Torleif tók orðið á stjórnarfundi, tí hann vildi altíð tað besta fyri felags­ skap­in – bæði ítróttaliga og fíggjarliga. Hesi gott og væl 30 árini, vit høvdu saman innan ítróttina, drógu vit altíð somu línu. Vit vóru saman um at stovna Ítróttavedding, sum í dag gevur ítróttini veldugan fíggjarligan styrk, og í olymp­isku nevndini royndu vit í felag at røkka hægri málum. Parturin hjá Torleifi hevur heldur ikki ligið eftir, tá talan hevur verið um Nordisk Fælleskomité, Team Nord­ en og aðrar felagsskap­ir, ið hava givið føroysku ítróttini møguleika at koma út um landoddarnar. Tá Oyggjaleikirnir byrj­ aðu í 1985 var sera gott samstarv okkara millum, so hesir leikir kundu vera við til at menna ítrótta­ arbeiðið og skap­a teimum ungu nýggjar avbjóðingar. Eg kundi eisini nevnt C­ HM í hondbólti, sum var í Føroyum í 1980, fyrsta up­p­leggið til Tórsvøll, sum ætlanin var at byggja, og nógv aftrat. Nógvar vóru ætlanirnar og nógv var eisini framt, ið metist sum sjálvfylgja í dag. Mín góði vinur, Torleif! Eg fari at takka tær fyri alt títt arbeiði føroyskum ítrótti at frama. Mangan hevur staðið nógv á, men altíð vísti tú títt trúfesti og tína styrki, tá mest var brúk fyri tí. Nógvar eru felags up­p­livingarnar millum ár og dag, og tað allarbesta eftirmæli skalt tú eiga frá mær og mínum! Tað kennist sárt, tá ein føroysk ítrótt missir eina av sínum kemp­um í bestu árum. Ásannast má, at tað tynnist í tí ítróttarskara, ið var kendur fyri at leggja alt sítt lív í hetta arbeiði. Menn og kvinnur falla frá og nýggj koma til, tí soleiðis er lívið. Mín vón og mítt ynski skal vera, at øll tey, sum hava virkað fyri at vinna føroyskari ítrótt bestu karmar og møguleikar, ongantíð verða gloymd, tí hetta arbeiði kann hvørki gerast up­p­ í løtum ella døgum, so rúgvusmikið og dýrabært er tað. Føroyskur fótbóltur hev­ ur nú innan fyri gott og væl eitt ár mist tveir av sín­ um undangongumonnum í alt ov ungum árum. Fyri góðum ári síðani fór Christian Olsen, bert 60 ára gamal, og nú fór so Torleif, bert 61 ára gamal. Saknur verður í teimum, tí teir gingu á odda og vóru við til at leggja lunnar und­ ir FSF, soleiðis sum vit kenna tað í dag. Christian var sum fyrsti formaðurin tann, ið setti gongd á FSF, og síðani bar Torleif arvin virðiliga víð­ ari, til hann í 2002 valdi at takka fyri seg sum odda­ maður í føroyskum fótbólti. Tvey ár seinni var Torleif útnevndur sum heiðurslim­ ur í Fótbóltssambandinum, og eisini fekk hann í 2000 heiðurskross ÍSF’s sum við­ urkenning fyri sítt stóra arbeiði, føroyskari ítrótt at frama. Somuleiðis fekk hann stóran heiður frá europ­eisku fótbóltssam­ gonguni UEFA, ið eisini virðismetti gerning hansara hesi mongu árini í fótbólts­ ins tænastu. Torleif var eitt samfel­ agsmenniskja burturav. Nú hann fór, sat hann á sekst­ anda ári í Klaksvíkar býráð, umframt at hann eis­ ini var stýrislimur í SEV. Í mong ár var hann leiðari hjá Føroya Keyp­ssamtøku í Klaksvík, og somuleiðis vísti hann hegni sum bæði reiðari og útgerðarmaður. Ei heldur slep­ti hann fót­ bóltinum heilt, tí nú at enda untist honum at sita sum formaður í Klaksvíkar Ítróttafelag í tvey ár. Við hesum orðum drýp­a vit høvur og minnast ítrótta­ vinin Torleif Sigurðsson, ið verður saknaður av mongum, ið høvdu ta gleði onkursvegna at møta hon­ um á lívsleið síni. Vit í Ítróttasambandi Føroya vilja sýna Elsu Mariu, Sofíu, Margrethu, Ernu og familjuni annars okkara djúp­astu samkenslu. Hjá tykkum eru sorgin og sakn­ urin størstur, men má Harr­ in signa og styrkja tykkum øll í komandi døgum! Ítróttasamband Føroya Heðin Mortensen forseti Føroysk ítrótt mist eina av sínum kempum Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaði maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Magnus Pauli Joensen úr Havn andaðist á Landssjúkrahúsinum 13. februar 67 ára gamal. Farið verður úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum leygardagin 16. februar kl. 16. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju sunnudagin 17. februar kl. 14. Familjurnar vegna Dagny, Georg, Óla Jákup, Annika og Bjørg Sos a u veitst tú ikki tað?