hósdagur 14. februar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 32 - 14. februar 2008
– Vit í SamViti hava ikki
gjørt annað enn bjóðað
Íverksetarahúsinum í
Klaksvík samstarv – og
vit hava einki ímóti at tey
bæði íverksetarahúsini
yvirtaka nakað av okkara
íverksetararáðgeving,
sigur Elin Heinesen,
stjóri á Samviti í við
merking til Steinbjørn O.
Jacobsen, borgarstjóra í
Klaksvík
Eg haldi, at tað er sera
spell, at Steinbjørn O.
Jacobsen, borgarstjóri í
Klaksvík, tekur mítt útspæl
í Sosialinum týsdagin um
íverksetan og íverksetara
ráðgeving so illa upp og
kennir mínar útsagnir sum
eina hóttan móti Íverkset
arahúsinum í Klaksvík.
Eg dugi ikki at síggja í
hvørjum ”karaktermorðið”,
sum borgarstjórin kallar
tað, á Íverksetarahúsið í
Klaksvík liggur. Eg havi
ikki lagt út við, at SamVit
á nakran hátt skal kappast
við Íverksetarahúsið í
Klaksvík. Tvørturímóti. Vit
í SamViti hava ikki gjørt
annað enn at bjóða Íverk
setarahúsinum samstarv.
Vit hava enntá keypt
ráðgevingartænastur frá
Íverksetarahúsinum fyri
eina 6siffraða upphædd í
fjør. Tað kann í mínari verð
bara síggjast sum ein viður
kenning av teirra virksemi.
Vit halda nemliga, at
Íverksetarahúsið í Klaksvík
og Rani Nolsøe gera eitt
sera gott arbeiði og vit
hava avgjørt einki ímóti at
lata tey tvey verandi
íverksetarahúsini í Føroy
um tvs. Íverksetarahúsið í
Klaksvík og Bitland í Havn
yvirtaka nakað av okkara
íverksetararáðgeving, har
tey kunnu gera tað betri
enn vit og gjalda teimum
fyri tað. Og tað meta vit, at
tey kunnu gera betri enn
vit í nógvum førum, um
ikki øllum.
Vit hava ikki á nakran
hátt mótarbeitt Íverksetara
húsinum í Klaksvík, men
tvørturímóti heilsað teim
um vælkomnum millum
teir stovnar ella hús, sum
longu í fleiri ártíggjundir
hava fingist við íverksetara
ráðgeving frammanundan
(Ídnaðarstovan, sum seinni
bleiv til Menningarstovan,
sum aftur seinni bleiv til
SamVit og so Kleikingar
depilin/Bitland).
Vit blanda okkum ikki í
nakað sum helst, sum vit
ikki eiga at blanda okkum
uppí. Og vit hava ikki
knappliga bara funnið upp
á hetta burtur úr bláari luft.
Vit fáast bara við tað, sum
vit alla tíðina hava fingist
við. Og sum vit hava góða
serfrøði til.
Tað er klárt útstungið í
Vinnupolitikkinum hjá
fyrrverandi landsstýrinum
fyri skjótt nógvum árum
síðani, hvat leikluturin hjá
SamViti skal vera í mun til
íverksetararáðgeving, har
íverksetan og íverksetara
ráðgeving stendur nevnt í
trimum út av fimm punkt
um, sum orða endamálið
við SamViti. Vit halda
okkum bara til bókstavin.
So tað er avgjørt einki nýtt
í hesum.
Um Steinbjørn O. Jacob
sen lesur Vinnupolitikkin,
so kann hann finna fylgj
andi orðingar um, hvat
SamVit skal:
”Nýggi samanlagdi
stovnurin fer at hava eitt
fjøltáttað samstarv við
nógvar ymsar partar so
sum vinnusamskipanir,
einstakar fyritøkur,
íverksetarar, ymsu stjórnar
ráðini og stovnar teirra.
Millum høvuðsuppgáv
urnar hjá stovninum
verður:
• At birta upp undir
nýskapan og íverksetan.
• Í samstarvi við aðrar
myndugleikar at sam
skipa mannagongdir
innan fyrisiting, sum
hava týdning fyri
íverksetarar.
• At ráðgeva um íverkset
an og gera íverksetara
portal, har íverksetarar
fáa svar upp á spurningar
um at stovna fyritøku.
• At marknaðarføra før
oyskar vørur og tænastur
og Føroyar sum eitt land
at gera íløgur í.
• At menna ferðavinnuna í
Føroyum og at markn
aðarføra Føroyar sum
ferðamannaland.”
So tað hevur leingi staðið
púra greitt, hvat vit skulu í
SamViti, inntil vit fáa
annað at vita.
Vit ætla okkum sum sagt
ikki at kappast við íverk
setarahúsini, men meta, at
tað er skilagott, at íverk
setararáðgeving verður
samskipað á sentralum
stað. Eingin einstakur
stovnur hvørki almennur,
kommunalur ella privatur
’eigur’ íverksetaraøkið
eksklusivt. Eg kann bara
undirstrika týdningin aftur
og aftur av, at vit øll, sum
vilja íverksetarum tað væl í
Føroyum antin tað eru
almenn ella privat leggja
kreftirnar saman fyri at
tryggja at vit útnytta alla
tøka serfrøði, og at vit
samskipa okkara arbeiði og
samstarva til gagns fyri
einkulta íverksetaran. Hesa
uppgávu hava vit leingi
tikið í størsta álvara í
SamViti.
Eitt behøvist ikki at úti
lukka hitt, so har er eingin
orsøk til at kenna seg
hóttan. Eg haldi heldur
ikki, tað er so væl um
hugsað av borgarstjóranum
í Klaksvík t.d. at siga, at
allir almennir stovnar eru
stirvnir sum um teir eru
tað pr. definitión og at
teir bara vilja oyðileggja
eitt dynamiskt hús sum
Íverksetarahúsið í Klaks
vík. Tað hevur einki við
okkara veruleika at gera í
SamViti í øllum førum, so
sum vit síggja tað. Eg kann
bara heita á borgarstjóran í
Klaksvík um ikki at vera
so avgjørdan á so lítlum
grundarlag og heldur lata
ivan koma okkum til góðar.
Vit ætla ikki at oyðileggja
nakað sum helst, sum er
gott. Tvørturímóti.
Tá alt kemur til alt, ræð
ur tað um at prógva sítt
virði. Og tað, sum prógvar
besta virðið, kemur undir
øllum umstøðum helst at
yvirliva í longdini.
Tað góða, sum kann
koma burtur úr hesum er,
at vit fáa eitt seriøst kjak
um hetta sera týdningar
mikla mál íverksetan og
íverksetararáðgeving
hvussu gera vit tað best
saman!
Bíblian innblást
av Gudi – ikki
mannaorð um Gud
Ellivti partur
Í seinasta parti sóu vit
tvey profeti hjá
Esaiasi, um at Jesus
skuldi verða føddur,
og tey eru jú gingin út.
Profetarnir hava
profeterað mangt, sum enn ikki er gingið út. Og tað
ger Esaias eisini. Til dømis kanst tú í ellivta kapitli
lesa um Messias og friðarríki hansara. Esaias, eins og
aðrir, profeterar fram til endans tíð, ja longur, heilt
inn í ævinleikan. Bókin er verd at lesa. Hví liggur
bíblian á hillini mangan, meðan vit menniskju bert
takast við tað, sum er her á jørðini, tað sum varir so
stutt og kann verða kvett av, hvønn dag tað skal vera.
Hvi? Jú tí vit eru fallin menniskju. Esaias sigur um
okkum, at vit vendu okkum hvør sín veg, burtur frá
Gudi. Men Gud kallar á okkum, eisini gjøgnum
Esaias, hann verður róptur evangelisturin millum
profetarnar. Millum annað sigur hann hetta:
Nú, øll tit, ið tysta komið til vøtnini! Og tit, sum
ongan pening hava, komið, keypið og etið, ja, komið,
keypið fyri ongan pening og gjaldsleyst vín og mjólk!
Hví lata tit pening fyri tað, sum ikki er breyð, og
dagløn tykkara fyri tað, sum ikki mettar? Lurtið
eftir Mær! So skulu tit fáa gott at eta, so skal sál
tykkara gleða seg í tí, sum feitt er.
Boyggið oyra tykkara og komið til Mín hoyrið!
So skal sál tykkara liva, og Eg skal gera ævigan
sáttmála við tykkum, geva tykkum alla hina trúføstu
náði, ið Eg havi lovað Dávidi Es.55,13.
Leitið til HARRAN, meðan Hann er at finna,
kallið á Hann, ta stund Hann er nær!
Hin gudleysi sleppi leið síni, og hin órættvísi
hugsanum sínum, og vendi við til HARRAN, so skal
Hann miskunna honum til Gud okkara, tí Hann skal
ríkliga fyrigeva! Es. 55,67.
Jesus sigur einastaðni, at orðini hann talar eru andi
og eru lív. Soleiðis eisini her hjá Esaiasi, her er talan
um andaliga føði. Hana treingja vit menniskju til, og
vit eiga at verða Harrans kalli lýðin og venda við til
hansara.
Esaias profeterar eisini nógv um tjóðirnar, ja allan
heimin. Tað er ikki hugnaligur lestur. Tað er øðiligt at
lesa um dómin yvir hendan heim í kapitli 24. Men
tað er hesum, sum Gud vil frelsa okkum undan, tí er
tað, hann biður okkum koma til sín og taka við tí
frelsu, hann hevur gjørt til reiðar við at geva son sín í
deyðan fyri okkum. Vit skulu hyggja nærri at
frelsuvegi Guds, sum kemur so greitt fram í tí kenda
kapitlinum 53 . Hetta taka vit uppaftur í næsta parti.
Framhald.
Íverksetarahúsið í Klaksvík
ger eitt gott arbeiða
stjóri í SamViti
Elin
HEinEsEn
RicHaRd
daniElsEn
Vár
Gróðrarbúgvin heiðasvørður boðar
frá spírandi lívsanda
sum glógvar í sólarlýðku
í grønkandi gørðum
í mógvi á lið
í mýrusnípu sutli
í gilaljóð - í stilli
í gullglæmdum steinum
í mosagrógvnu krógv
í látandi lógv
í hamranna tárum
- boðandi várið.
V. á Løgmansbø 12.2.08
viðmerkingar