Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 32 - 14. februar 2008 13 H já fjølmiðlafólki og polit­ iskum aktivistum verður Amnesty International hildin at vera ein rættiliga álítandi og saklig kelda til upplýsing og viðgerð av mannarættindabrot­ um kring verðina. Men glæm­ an, ið kringar tess frágreiðingar og átøk, er av álvara farin at kámast burtur, sum prógv um politiska helling og skeivleikar vaksa. The Economist hevur í grein víst á, at “ein felagsskapur, sum í sínum ársfrágreiðingum halg­ ar fleiri síður til brot á manna­ rættindi í Bretlandi og Amerika enn tey í Hvítarusslandi og Saudiarábia, kann undir ongum umstøðum sleppa undan, at kritiskir heilar av álvara fara at seta spurningar”. Sum Amnesty kunngjørdi ársfrágreiðingina fyri 2006 og endurtók ta vanligu fordøming­ ina av Ísrael og Amerika, kunn­ gjørdi NGO Monitor eina frá­ greiðing um Amnestysa virk­ semi í Miðeysturi. Úrslitið er ikki nøkur vøkur mynd fyri hasi, sum góðtrúgvin tvíhalda um “glæmuna”. Frágreiðingin vísir ósvitaliga greitt, at Amnesty International hevur valt Ísrael burturúr í sínari fordøming fyri brot á mannarættindi. Hetta árið kom Amnesty við heili 48 fráboða­ num um Ísrael, samanborið við 35 fyri Iran, 7 fyri Sýria og lúsa 2 fyri hatta grimma kongaríkið, Saudiarábia at navni. O g The Washington Post hevur í oddagrein lýst Amnestysa borandi tvingsils­ hugsan av USA soleiðis: “Seinastu árini hevur felags­ skapurin havt lyndi til at goymt sína mest harðrendu fordøming til, nei, ikki heimsins einræðis­ harrar, men Amerika”. Men yvirhøvur nýtist tær ikki at vera ein annar Machia­ velli at vita, at Amnesty er grundliggjandi anti­ameri­ kanskt. Nýliga hevur mestsum annaðhvørt tíðindaskriv snúð seg um hvat Amerika ger skeivt. Og serliga er tað, tá ið tosið kemur inn á loyniligan fangaflutning, og harav Guantanamo, at Amnesty leikar í. Amnesty roynir at billa okk­ um øðrum inn, at heimsins størsta mannarættindabrot faktiskt verður framt av amerikumonnum í Guantanamo­ víkini. Ókey, støðan í kubansku víkini luktar eitt sindur. Men so nógv sum Amnesty vil vera við? Grundarsteinurin undir Amnesty er ikki at fara skeivur av: hann snýr seg um “sam­ vitskufangar” og hvussu felags­ skapurin skal tala at í øllum førum, og uttan politiska helling. Men við eini ávísari vissu haldi eg meg kunna hevda, at ikki ein hin einasti fangi í Guantanamo er har, av tí at hann hevur sagt sína hjartans meining. (Og hasi, hvørs meining er, at øll kristin og reformeraðir muslimar skula týnast, eru ikki akkurát samvitskufangar.) A l­Qaida hevur onga slag­ skipan, ongan hermanna­ búna og eru ikki umboðaðir av nøkrum myndugleika, sum tú onkursvegna kanst tingast við. Al­Qaida livir fyri at týna øll vantrúgvandi og drepur, sum best ber til. Hesi “fólk” eru meira at meta sum piratar, flog­ rænarar ella bøðlar. Tríggjar kategoriir, sum fyrr í tíðini vórðu mett lógleys at vera. Av hesi grund aleina hevur ameri­ kanska umsitingin samkenslu uppiborna sum hon stendur andlit til andlits við eitt heilt nýtt slag av fígginda. Verandi moralskt uttanveltað á hesum øki, sjálvandi, lýsir Amnesty Guantanamo sum “the gulag of our times”. Eingin grund til at vera spartanskur í sínum orðavali her, meðni. Men tá ið ein mannarætindafelags­ skapur er so óvitandi um hasa sovjetisku skipanina fyri tvingsilsarbeiði og hissini handtøku—á tremur við likam­ ligari píning, svongd og beista­ ligari avrætting—tá er moralska kumpassið hjá hesum einaferð so sámiliga felagsskapi vorðið so oyðilagt, at tað ikki er til at fiksa aftur. Hjá Amnesty International at lýsa Guantanmo sum nútíðar­ innar gulag, er ikki so frægt sum uttanveltastøða millum sløkkimannin og eldin. Nei, sovorðin samanburður er tíverri eitt ósvitaligt tekin um skjúldan samhuga við tey mál, jihad meddar ímóti, eins væl og eitt víðopið og ófrættakent hatur til Amerika. Eitt aksiom í lógini sigur, at tað er størri brot á rættvísi, at ósekur persónur verður revsaður, enn at fleiri sekir sleppa undan handtøku. Vanliga hevði eg tikið undir við hesi moralsku grundreglu. Í hesum føri mali eg tó á hælinum. Hví? Í 2005 vórðu fleiri fangar leyslatnir frá Guantanamo bert at verða enduruppdagaðir í yvirgangslegum hjá al­Qaida og Taliban, har teir hjálptu sínum medsvaklingum at brenna, myrða og sabotera alla tjóðarbygging eftir vild! Amnesty er av tí áskoðan, at rættindini hjá hesum skula virðast á sama føti sum okkara rættindi ikki at verða myrd av júst hesum primitivu sadistum. Sum sagt, Guantanamo er treyðugt nøkur best hóskandi loysn at halda fólki aftur inntil vit gera av, hvat vit gera við tey. Hinvegin, og ímeðan, ber tað heldur ikki til at avhenda hesi møguligu yvirgangsfólk til sítt heimland. T í kundi eg gott hugsað mær at sæð, hvussu Elin Mortensen umboðandi AI Føroya Deild hevði takklað túsundatals av fremmandum sadistum—tiknir í Afghanistan, sum teir gjørdu seg kláran til “heilagt kríggj”. Og heldur AI Føroya Deild, og Høgni Hoydal fyri tað— soleiðis sum hann, fullkomiliga orkukrevjandi lammiterar um “loyniligan fangaflutning”—at al­Qaida skal fatast sum ein tikkandi bumba ella ikki? Er felagsskapurin og nýstovnaða uttanríkismálaráðið kanska fyrireikað at átaka sær ábyrgd, skuldi ein av hesum leyslatnu samvitskuleysingum sprongt eitt av Magnasa flog­ førum í luftina? Líkaleiðis hevði eg kunnað hugsað mær at sæð, hvussu aðrar vesturlendskar stjórnir høvdu takklað slíka flóðaldu av vápnaðum búrkroppum, tá ið veruleikin er, at tær undir fýra eygum eru himmalsfegnar um, at Amerika hevur tikið sær av teimum. Tessvegna er tað so sanniliga tíð uppá at gera enda á hasi “glæmuni”, ið kringar Amnesty. Máttmiklir felagsskapir sum Amnesty International eiga ikki at verða veittir automatiskt trúvirði av fjølmiðlum, politik­ arum og einstaklingum trúligani pliktaðir til meginreglurnar aftanfyri veraldarvíð manna­ rættindi. Heldur enn fullkomiliga ókritiskt gera teirra frágreið­ ingar almannakendar, og lovprísa teirra átøk, eiga frágreiðingarnar hjá Amnesty at koma undir somu eirindaleysu avhoyring sum frágreiðingar givnar út av stjórnum og øðrum politiskum felagsskapum. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008? Send eina grein til dorit@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er millum 8.000 og 10.000 tekn og skrivað í essay stíli Hví Amnesty ikki longur kann takast í álvara Um Amnesty er uttanveltað, eri eg ein banan Tíðargreinin týsdagin: Sámal Matras Kristiansen um ferðsluviðurskifti tíðargreinin Agga Niclasen, seturslesandi Tíðargreinin