hósdagur 14. februar 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 32 - 14. februar 2008
Aftur í ár verður ársins kjakvirðisløn latin. Miðlahúsið hevur tikið
stig til hesa virðisløn, sum verður latin einum persóni, felag,
felagsskapi ella stovni, sum hevur givið sítt góða íkast til at fremja
samfelagsliga kjakið, ið er ein av grundarsteinunum undir fólkaræði-
num.
Endamálið við at lata hesa virðisløn er eisini at menna og stimbra
almenna orðaskiftið og gera tað meira fólksligt, professionelt og
náttúrligt. Í fjør fekk Amnesty International, Føroya Deild, virðis-
lønina fyri við sínum tekningum og viðmerkingum at geva sítt góða
íkast til samfelagsorðaskiftið.
Lesarar kunnu senda okkum uppskot til ársins kjakvirðisløn við at
fylla út lepan og senda hann til Miðlahúsið, Tórsgøta 1, 100
Tórshavn, ella tit brúka teldupostadressu okkara post@sosialurin.
fo. Setið frámerki á: »Ársins kjakvirðisløn«.
Freistin at lata inn uppskot er mikudagin 27. februar.
Avdúkingin av ársins kjakvirðisløn fyri 2007 verður á samkomu í
Miðlahúsinum mikudagin 5. mars kl. 16.00
Ein dómsnevnd við Jón Brian Hvidtfeldt, útvarpsmanni, Karin
Kjølbro, leiðara á Kriminalforsorgini, Jóannesi Dalsgaard, deildar-
leiðara í Mentamálaráðnum, og Annleyg Lamhauge, deildarleiðara
á Menningastovuni, ger av, hvør fær virðislønina
M I Ð L A H Ú S I Ð · T Ó R S G Ø T A 1 · B O K S 7 6 · F O - 1 1 0 T Ó R S H A V N · P O S T @ S O S I A L U R I N . F O
Á R S I N S K J A K V I R Ð I S L Ø N 2 0 0 8
Uppskot:
Grundgeving:
Navn:
Bústaður:
Bygd / býur:
Telefon:
Ársins maður & ársins kvinna
í Føroyum í 2008
HON og HANN, sum hava gjørt nakað
GOTT fyri onnur, fyri síni næstu, sínar
vinir, sínar grannar, sítt arbeiðspláss, sítt
yrki, sína heimbygd, sítt land ella fyri eina
ávísa søk, skulu nú veljast sum ÁRSINS
MAÐUR og ÁRSINS KVINNA í Føroyum
í 2008.
Aftur í ár bjóðar Sosialurin øllum lesar-
unum, tvs. øllum Føroya fólki, at velja
ársins mann og ársins kvinnu í Føroyum
í 2008. Hetta verður afturvendandi tiltak
á hvørjum ári. Fyrstu ferð var í 2006.
Tá vórðu Leila Solmunde, forkvinna í
Meginfelag Teirra Brekaðu, og Sofus
Olsen, stigtakari til listasavn á Sandi,
kosin ávíkavist ársins kvinna og ársins
maður. Í 2007 vórðu kosin Ella Müller og
Birgir Enni.
Vit lata fyrst og fremst tykkum lesarar
gera av, hvat tit halda er besta orsøkin
til ella prógvið um, hvør eigur heiðurin at
gerast Ársins maður og Ársins kvinna í
Føroyum í 2008.
Men vit fara so eisini at leggja
dent á hetta:
Maður og kvinna, sum hava uppiborið
hetta heiti, hava gjørt nakað GOTT fyri
onnur menniskju, síni næstu, tað veri
seg familju, vinir, grannar, starvsfelagar
og fólk annars. Hesi kunnu eisini hava
gjørt nakað GOTT fyri sítt nærumhvørvi,
lokalsamfelagið og samfelagið sum heild,
ella fyri eina søk, eitt ávíst felag ella
felagsskap, eitt yrki ella eitt arbeiðspláss.
Tað ber eisini til at skjóta upp fólk, sum
tit halda hava gjørt nakað GOTT við at
hava havt serstaka kveikjandi og hitandi
ávirkan á onnur.
Veljið tykkara mann og kvinnu og grund-
gevið, hví hesi eru tykkara val!
Fyllið út lepan niðanfyri og sendið hann
við brævbjálva til okkara: Miðlahúsið,
Tórsgøta 1, ella Postsmoga 76, við
merkinum: »Ársins maður í 2008« og
»Ársins kvinna í 2008«. Tit kunnu eisini
senda uppskot tykkara sum vanligt bræv.
Eisini ber til at senda hetta sum teldupost
til post@sosialurin.fo
Ein dómsnevnd mannað við Jóhonnu á
Bergi, stjóra á Faroe Ship, Andrasi Róin,
samfelagsfrøðingi, Esther Djurhuus, peda-
gogi á Landssjúkrahúsinum, og Eyðuni
Andreassen, fólkalívsfrøðingi, velur ársins
mann og kvinnu millum mongu uppskotini.
Vit loyva okkum eisini at prenta nøkur av
uppskotunum við grundgevingunum í
komandi bløðum.
Freistin at lata inn uppskot er mikudagin
27. februar 2008
Avdúkingin av ársins manni og ársins
kvinnu í Føroyum í 2008 verður á
samkomu í Miðlahúsinum mikudagin 5.
mars kl. 16.00
Uppskot:
Grundgeving:
Navn:
Bústaður:
Bygd / býur:
Telefon: