hósdagur 14. februar 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Effersøe systrarnar vóru
abbasystrar Edvard Mitens,
sum skrivar um tær í bók
síni Eg Minnist, bind 2.
Tær vóru døtur tann fyrsta
Effersøe, sum kom til
Føroyar, Jón Effersøe. Ein
sonur hansara var Gudmund
Effersøe, sum gjørdist sýs
lumaður í Suðuroy. Hann
var beiggi hesar systrarnar.
Dóttir Gudmund, Josefina,
giftist við Niels J. Morten
sen, sum var stórreiðari.
Havi hoyrt sum ungur, at
Josefina fyri avlopið av
húsarhaldspengunum keyp
ti sítt egna skip!
Tá ið Edvard kom til
Havnar sum 11 ára gamal í
1901 at ganga í realskúla
búði hann hjá abbasystr
unum í Mettustovu. Edvard
greiðir frá, at hann ongan
tíð hevði verið uttanfyri
Froðbiar sókn, men beiggin
Gudmund, abbi tann Gud
mund, sum nú er stjóri hjá
N.J. Mortensen, vísti hon
um runt.
Abbasystrarnar kallaðust
Josephina, Vilhelmina og
Henrietta. Tær vóru systrar
Oliver, Poul og Rasmus.
Edvard letur væl at, at tær
vóru blíðar, og tað var
skjótt, at hann kendi tað
hugnaligt og heimligt í
Mettustovu. Um tær skrivar
Edvard, at Josephina hevði
verið lærarinna við hand
arbeiðisskúlan í Fútastovu,
har gentur lærdu at binda,
seyma og veva. Nú var hon
gomul og songarliggjandi.
Meðan Edvard og Gudmund
vóru á Tvøroyri í jólafrítíð,
doyði hon av elli 83 ára
gomul, og hon varð grivin í
kirkjugarðinum á Svína
ryggi 2. januar 1902. Teir
fylgdu henni til gravar ein
kaldan vetrardag.
Henrietta hjálpti í húsi
num. Hon gjørdi reint, turk
aði dust burtur, flutti tey
mongu bíløt, ið stóðu á
borðum, turkaði tey og setti
tey aftur beint har, tey
høvdu staðið. Hon var nak
að sjúklig, hevði astma og
hostaði. Hon keypti sær
lakress og hostabomm, ið
hon javnan át fyri hosta.
Hon var eitt sindur undarlig.
Hon fór so at siga hvønn
dag út at spáka og heilsaði
blíðliga uppá fólk og prát
aði. Tað er tiltikið, at hon
plagdi at taka til: “Milt,
men kølið” eins og bretar
heilsa “nice morning”, um
tað so regnar. Gudmund
argaði Jettu viðhvørt við at
flyta bíløtini. Tað dámdi
henni illa. Hon fór eftir
Gudmundi, og tey runnu
rundan um borðið, til Mina
legði uppí. Jetta doyði í
1911 og varð grivin undir
liðini á Josephinu.
Mina var røsk og arb
eiðssom. Hon hevði manu
fakturhandil, pyntaði og
seymaði hattar. Handilin
var í sunnara parti av Mettu
stovu. Har var serlig inn
gongd, og tá ið onkur kom
at keypa og læt hurðina
upp, ringdi klokka, og Mina
fór oman í handilin. Har
kom til dømis genta at
keypa hatt. Reyða rósu
ynskti hon á hattin. Mina
spyr, hvørjumegin rósan
skal setast. Gentan svarar:
“Mannfólkamegin”.
Tað
var tí megin, ið vendi móti
mannafólkabeinkjunum, tá
ið gentan kom inn í kirkj
una!
Annað dømi er, at Mina
fekk hatt sendan at pynta
saman við brævi, ið ljóðaði
nakað soleiðis:
“Jeg sender dig min gamle
hat. Reparer ham og giv
ham et blåt bånd at live
ham op.”
Mina tanta seldi so væl,
at systrarnar kundu liva av
handlinum og arbeiði henn
ara. Hon seldi eisini sjoko
látu
og
mandlustengur.
Maður hevur sagt Edvardi,
at hann keypti pappírsflippur
har.
Hon setti av og á lýsing í
Dimmalætting so sum hesa:
Til konfirmationen
Fransk og figurert kjoletøj,
shirting, blonder, pibe
strimler, lommetørklæder,
korsetter, handsker, hatte,
kasketter og huer, kraver,
flipper, manchetter, slips.
Edvard skrivar, at “Mina
tanta var sera dámlig og
gott menniskja. Hon var
góð við meg og onnur børn,
ið fyrr ella seinni gistu í
Mettustovu, og vit minnast
hana við stórum takksemi.
Sama er við Onnu Sofíu, ið
var arbeiðskona har frá
ungum árum til Mina tanta
doyði í 1923, 87 ára gomul.
Hon hvílir í kirkjugarðinum
saman við hinum systrun
um.”
Samb. Tórshavnar skúla
søgu var Vilhelmina eisini
fyristøðukvinna á handarb
eiðsskúlanum til hann gavst
umleið 1880.
William Heinesen
skrivar um systrarnar:
Herude (á Reyni) lå også
jomfruerne Effersøes grøn
sværtækkede og sorttjærede
modehandel “Mettestue”.
Dette modemagasin, i lang
tid byens eneste, var, sand
heden i ære, ikke meget
større end et klædeskab.
Her
købte
forfængelige
ungmøer deres hattepynt
og agramaner. I en af disse
skuffedarier lå også sødt
duftende
mandelstænger.
De smagte af mandelstænger
og appretur. Snurrige var
de tre modehandlersker,
men fornemme damer var
de, en pryd for gadebilledet,
når de kom anstigende i
deres fine franske sjaler.
Bag butikken havde dam
erne deres bælgmørke, men
hyggelige stue samt en
røgstue med stampet jord
gulv, hvor høns og kyllinger
gik frit omkring.
Mamma William,
Caroline, skrivar m.a.:
Der var tre gamle jomfruer
Effersøe, hvoraf den ene
var mors veninde, de boede
i Mettestue. Når man blev
sendt derned, måtte man
kysse dem alle tre, og når
man gik derfra, måtte man
igen kysse dem.
Effersøe systrarnar:
Fyrsti mótahandil í landinum
Effersøe navnið er kent í Føroyum. Vit hava greitt frá teirra uppruna í samband við frásøgn um grøvina hjá
Poul Effersøe. Fleiri mans av hesi ætt hava verið kendir í Føroyum, og eru hesir eisini jarðaðir á Svínaryggi.
Teir koma vit at umrøða seinni. Men tað eru eisini kvinnur í ættini. Tríggjar systrar hava sama gravstein, og
tær fara vit at umrøða nú
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u
Komandi partur
Komandi umrøðan verður
av grøvini hjá Kathrinu
Nicholson, f. Viderø. Hon
var vermamma Daniel J.
Danielsen, trúboðara í
Congo, sum er umrøddur í
Miðvikuni. Ætlanin var, at
Kathrina skuldi liggja
undir liðuni á dótrini Linu,
men soleiðis skuldi ikki
gangast.
JOSEPHINE EFFERSØE
F. 10-5-1818 D. 30-12-1901
HENRIETTE EFFERSØE
F. 7-10-1839 D. 3-10-1911
VILHELMINE EFFERSØE
F. 16-2-1836 D. 3-10-1911
Mettustova. Her var fyrsti mótahandil í Havn.
Josefina Mortensen var
bróðurdóttir tær báðar. Hon
keypti skip fyri avlopið av
húsarhaldspengunum.
Myndaeigari: Føroya Fornminnissavn
(4653F026)
Vilhelmina var fyrsta mótadrotning í Havn. Tað finst nokk ikki
mynd av hinum systrunum.
Nr. 32 - 14. februar 2008