hósdagur 14. februar 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 32 - 14. februar 2008
tíðindi
SAMBAND
NielS PeterSeN
NielS@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Hettar er stórsligið
Karin Mikkelsen
FLOGBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Fyri trimum árum síðani
flutti eitt ungt SÍ lið upp í
Meistaradeildina
hjá
kvinnum, og tær royndust
heldur trilvandi í byrjanini,
men so við og við hava tær
verið fyri øðiligari menning,
og í dag eru tær ungu
sørvágsgellurnar í steypa
finaluni, umframt at tær eru
eitt stig fremstar í Meistara
deildini.
Profilurin
Vit fingu orðið á Karina
Mikkelsen gjøgnum tele
fonina herfyri, har vit
millum annað spurdu hana,
um vónirnar til finaluna, og
um hvussu tær ætla at nýta
dagin, o.s.fr. Karin Mikk
elsen, ið er ein av berandi
kreftunum á unga SÍ lið
num, er at meta sum ímynd
in av dirvi og áræði. Rópan
og geylan, tá bóltar er
vunnir, og eitt stórt sera
smittandi smíl. Unga gentan
úr Sørvági er av sonnum,
ein av bestu kvinnuligu
flogbóltsleikarunum í land
inum, umframt at hon er
ein leiðari á vøllinum, og
tað hevur hon eisini prógvað
í ríkiligt mát.
Fyrsta finalan
Hetta verður fyrsta finalan
hjá SÍ kvinnunum, og eru
tær allar sera spentar um
uppgávuna fyri framman.
Venjingarnar hjá okkum
hava verið sum tær plaga,
og nakað av smápráti hevur
verið í steðgunum, men
veruligu nervarnar koma
nokk ikki fyrr enn fríggja
kvøldið, sigur Karin Mikk
elsen, ið annars hevur roynt
at spælt finalu við lands
liðnum á oyggjaleikahøpi,
so heilt óroynd er hon tó
ikki.
Vit vita at ÍF er eitt
rutinerað lið, og flestu teirra
hava eina rúgvu av royndum,
men vit eru ungar og sterkar,
og bakka ikki fyri teimum.
Tær hava verið í finaluni
áður, og tapt, meðan vit
hinvegin hava okkara fyrstu
finalu til góðar, so nógv fer
at standa á, sigur Karin
Mikkelsen, ið gleðir seg til
leygardagin.
Ungdómur
móti rutinu
Fáa vit okkara spæl at
flóta, so meti eg heilt
avgjørt, at vit hava ein
møguleika. Vit undirvurdera
als ikki ÍF, tað hevði verið
tápuligt, men vit eru heldur
ikki bangnar fyri teimum.
Vit fara inn fyri at vinna
dystin, og tað við fullari
skrúðu,
sigur
»primus
motor« á SÍ liðnum, Karin
Mikkelsen, og hon leggur
afturat, at hon er serliga
fegin um at vera í finaluni í
ár, umboðandi felagið, hon
elskar, og sigur so, at hon
metir tað sum nakað heilt
serligt. – Hetta er so øðiliga
stórt, at tú trýr tí ikki, sigur
hon.
Tiltøk á
finaludegnum
Í sambandi við at SÍ er í
teirru serligu støðu, at hava
lið í báðum finalunum í ár,
hevur felagið skipað fyri
serligum tiltaki í Sørvági,
umframt at bussar fara at
flyta viðhaldsfólkini ókeyp
is til Havnar, verður skipað
fyri morgunmati til øll
viðhaldsfólk og áhugaði í
Sørvágs Bio. Har verður
byrjað klokkan 09:00, og
tiltakið heldur fram til
klokkan 12:00, tá bussarnar
byrja at koyra móti Havnini.
Tað ber til hjá øllum at lita
hárið, fáa andlitsmáling, og
okkurt gott undir góman
verður eisini at fáa.
Forkvinnan í Flogbólts
deildini
hjá
SÍ.
Ann
Mikkelsen sigur, at hetta er
tað minsta man kundi gera
fyri bygdabørnum teirra.
Vit hava fingið sera
góðan stuðul frá kommun
uni, og halda annars, at
hetta er tað minsta vit
kunnu gera. Tey hava verið
so røsk og góð, at vit gleði
liga gera hetta, og møta
væntandi talsterk upp á
Hálsi, fyri at stuðla liðum
okkara til sigurs, sigur Ann
Mikkelsen,
forkvinna
í
Flogbóltsdeildini hjá SÍ.
Umframt at vera forkvinna
í Flogbóltsdeildini, er Ann
Mikkelsen eisini Samskipari
felagsins.
Tætt uppá í fjør
Í fjør vóru sørvágsgenturnar
tætt við at koma í finaluna,
og í Meistaradeildini glapp
av stokkinum. Tær taptu í
tveimum førum avgerandi
dystir í steypakappingini,
og í avgerandi dystinum um
FM heitið í Meistaradeildini,
taptu tær móti júst ÍF, ið
vóru harðastu kappingar
neytarnar hjá SÍ í fjør, og í
ár, umframt at tær eru
mótstøðuliðið í finaluni um
vikuskiftið.
Spennandi verður at fylgja
finaluni, og ikki minni,
stríðnum um FMheitið, har
seinasti dystur á skránni er í
Fuglafirði, millum odda
liðini bæði, ÍF og SÍ.
Góðan dyst.
Ein stórur SÍ-dagur
Karin Mikkelsen er ein av berandi kreftunum á unga SÍ-liðnum, og hon vónar at hon kann vera
við til at føra barndómsfelag sítt til sigurs
Um vikuskiftið verða steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum
spældar í høllini á Hálsi í Havn, eins og tær hava verið síðan 2000, og
hjá kvinnum eru tað SÍ og ÍF, ið skulu møtast. Kvinnufinalan byrjar
klokkan 13:30 leygardagin, og harrarnar skamt aftaná