hósdagur 14. februar 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 32 - 14. februar 2008 ]
Tjaldur í Sunset-deildini
Við 37-25 sigri á Neistanum í gjár hava Tjaldurskvinnur spælt seg
upp í Sunset-deildina. Sum vera man fegnast tey í Tjaldri um, at
tey nú aftur eru í fremstu røð. Tjaldur styrkti munandi um hópin
undan hesum kappingarárinum, og í vetur hava tríggjar útlendskar
kvinnur styrkt um liðið. Umframt uppflyting var málið eisini at
gera tað gott í steypakappingini, og tann parturin eydnaðist eisini,
tá liðið bert var eitt mál frá at tryggja sær finaluplássið. Til
komandi ár verður meddað enn betri. Úrtøkan í steypakappingini
skal betrast, og í landskappingini vil felagið verða millum tey trý
fremstu. Enn er ikki endaliga greitt, hvat felag noyðist eina deild
niður at spæla. Men alt bendi á, at hetta verður VÍF.
Leingja sáttmálar í EB/S
Miðvallarleikarin Brian Olsen áleyparin frá Norðskála Leif
Niclasen, hava báðir longt sáttmála sín EB/Streym. Tað
boðar felagsliðið frá á heimasíðu sínari í dag. Talan er í
báðum førum um tveyára sáttmálar, sum vórðu
undirskrivaðir í farnu viku. Báðir hava teir verið partur av
Formulahópinum seinastu árini, og hava teir fingið alsamat
meiri spælitíð. Heimasíðan hjá EB/Streymi skrivar, at tey í
felagnum fegnast um, at leikararnir, sum eru uppvaksnir í
felagnum, framvegis ynskja at stuðla EB/Streymi.
ÍF er í finaluni í
kvinnuflogbólti,
fyri fjórðu ferð, og
seinastu árini hava
fuglfjarðakvinnur
verið fastir gestir á
føroyska flogbólts
tindinum, bæði í
landskapping og í
steypakapping
FLOGBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Eins og við Karin Mikkelsen
hjá SÍ, høvdu vit Helen á
Lakjuni gjøgnum telefonina,
har vit fregnaðust um vónir-
nar til finaludagin, hvussu
kappingarárið hevur hilnast,
umframt týdningin av at
hava eitt lið í einari steypa-
finalu.
Vegurin til finaluna
Hjá kvinnunum kom ÍF í
finaluna, tí tær vóru á odda
eftir fyrsta leikumfarið. Tær
vunnu allar sínar dystir. SÍ
var nær við, men tað bilti
ikki so nógv, tí SÍ vann báð-
ar steypafinalurnar, og tí
eru tær her í dag. Hesi bæði
liðini dystast um gullið í
landskappingini eisini, so
hetta eru røttu finaluliðini,
og tey kunnu best av øllum
geva okkum ógloymandi
finalu. Sørvingar eiga hesar
finalurnar, kunnu vit siga.
Fyri fyrstu ferð í søgu felag-
sins hava bæði liðini spælt
seg í finaluna, men tað er
als ikki so undrunarsamt, tí
flogbólturin í Sørvági stend-
ur seg serlig væl. Í lands-
kappingini standa hesi bæði
liðini seg eisini væl.
Fyrstu finalan
Helen á Lakjuni er ein
royndur flogbóltsleikari, og
við sínum 42 landsdystum,
(júst dupult so nógv sum
Karin Mikkelsen hjá SÍ
blaðm.) er hon ein av roynd-
astu leikarunum í finaluni.
ÍF hevur eisini aðrar royndar
leikarar á liðnum, og mill-
um annað er onkur leikari
farin um tey 40 árini, meðan
fleiri eru yvir 30-ára aldur.
So rutinan er í lagi á ÍF lið-
num. Sigast kann at elsti
leikarin á SÍ liðnum er bert
23-ára gomul. Yngstu leik-
ararnar í finaluni eru bert
14 og 15 ára gomlu gentur-
nar, Urd Traðará og Gunn-
leyg Joensen, úr ávíkavist
ÍF og SÍ. Báðar hava tær
fingið sítt gjøgnumbrot í
inniverandi
kappingarári,
og Helen sigur seg ikki
ivast í at Urd Traðará fer at
vera ein fongur hjá felag-
num. Annars sær hon bjart
uppá framtíðina.
- ÍF hevur ikki havt so
gott ungdómsarbeiði fyrr,
men nú hava vit eitt stór-
sligið ungdómsarbeiði, og
tað verður óivað skjótt, at
man fer at síggja ágóðan av
tí, sigur Helen, ið gleðist
yvir at hava Urd á liðnum
Mátin at vinna
Helen á Lakjuni metir, at
um tær skulu vinna móti SÍ,
so skulu tær fáa sítt spæla
at flóta, og annars at trúgva
uppá sigurin.
- Vit mugu leggja press á
við servunum, og blokka
serliga Karina Mikkelsen,
umframt miðjuna hjá teim-
um. Tað er teirra sterkastu
vápn, og tey skulu og mugu
vit neutralisera, sigur Helen
á Lakjuni, ið hóast mangar
finalur við landsliðnum,
enn hevur sína fyrstu til
góðar við barndómsfelag-
num ÍF, men tað verður so
um vikuskiftið, og verður
tað hervið ynskt teimum
góða eydnu.
Nú skal tað verða
Úrslitini av finalunum higartil:
2000 Dráttur-Mjølnir
0-2
(Serlig stigaskipan varð nýtt hetta fyrsta árið)
2001 Mjølnir-Dráttur
3-2
2002 TB-Mjølnir
3-1
2003 TB-ÍF
3-1
2004 TB-Dráttur
3-1
2005 Mjølnir-TB
3-1
2006 TB-ÍF
3-1
2007 Dráttur-KÍF
3-2
Hóparnir í kvinnufinaluni:
ÍF
Nr. Navn
Aldur
Hædd Leikpláss Landsdystir
0 Rønn Eliasen
37
168 Libero
0 Føroyar
1 Sóley Troleis
29
181
Diagonalur 5 Føroyar
2 Urd Traðará
14
176
Miðja/diag. 0 Føroyar
3 Heidi Dam
22
168
Kant
3 Føroyar
4 Katrin Olsen
40
167
Hevari
5 Føroyar
6 Helen á Lakjuni
30
177
Miðja
42 Føroyar
7 Anna Maria M. Kruse 27
178
Kant
5 Føroyar
8 Annika Rasmussen
31
172
Miðja
0 Føroyar
9 Guðrun Lerwig
17
170
Diagonalur 0 Føroyar
10 Barbara á Líðarenda
17
167
Hevari/diag. 0 Føroyar
11 Herbjørg Jøkladal
21
173
Miðja
0 Føroyar
12 Maja Filipovic
26
175
Hev./kant/dia.5 Bosnia/Hers
SÍ
Nr. Navn
Aldur
Hædd Leikpláss Landsdystir
1 Karin Mikkelsen
22 167 Kant
21 Føroyar
2 Birgit Guttesen
17
178
Miðja
5 Føroyar
3 Unn P. Kruse
19
171
Miðja
0 Føroyar
4 Elin Weihe
17
168
Hevari
0 Føroyar
5 Helga Guttesen
19
181
Diagonal 0 Føroyar
6 Vivian Joensen
17
172
Kant
0 Føroyar
7 Tórfríð Tavsen
23
164
Libero
0 Føroyar
8 Annbritt Thomasen
22
162
Diagonal 0 Føroyar
9 Annika Niclasen
22
172
Kant
0 Føroyar
10 Heidi Christiansen
16
170
Miðja
0 Føroyar
11 Annika á Stongum
19
163
Hevari
13 Føroyar
12 Gunnleyg Joensen
15
169
Kant
0 Føroyar
Helen á Lakjuni er tann leikarin á ÍF liðnum, ið hevur spælt flest landsdystir, og hóast hon
mangan hevur spælt finalu við landsliðnum, hevur hon ikki roynt at spælt finalu fyri ÍF enn.
Hetta høvið fær hon um vikuskiftið, tá hon ætlar sær at vinna móti SÍ