týsdagur 12. juni 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 109 - 12. juni 2001
Nr. 109 - 12. juni 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
Hevði skattalógin
blivið broytt eitt
sindur, hevði tað
hjálpt munandi um
íbúðarneyðina í
Havn, sigur Jan
Christiansen,
borgarstjóri
ÍBÚÐARNEYÐ
Áki Bertholdsen
– Tað er fáa staðni í verðini,
sum
hevur
so
stórar
bústaðir, sum føroyingar.
Eisini
í
Havnini,
har
íbúðaneyðin er so stór sum
ongantíð fyrrr, eru tað
nógvar íbúðir, sum standa
tómar. Men eigararnir vilja
ikki leiga út, tí tað er meiri
møði enn føði.
Jan Christiansen, borgar-
stjóri í Havn ásannar, at
íbúðaneyðin í Havnini er
heilt vanlukkulig.
Men hann sigur eisini, at
íbúðarneyðin er ikki bara tí,
at tað er trot á íbúðum.
–Tað eru nógvar íbúðir í
Havnini, sum standa tómar.
Tað er eisini ein ørgrynna
av loftum, kjallarum, hálv-
um húsum og rúmum, sum
ongin brúkar, og sum tískil
eisini standa tóm.
Jan Christiansen heldur,
at tað er rætt at seta sær
spurningin, hvussu tað
kann bera til, at íbúðar-
neyðin er so stór, sum hon
er, samstundis, sum vit
hava so nógvar bústaðar-
fermetrar, sum næstan onga
aðra astaðni í verðini og
samstundis, sum nógvir av
hesum bústaðarfermetrum
standa óbrúktir.
Hann svarar sjálvur:
Orsøkin til tað er, at tey,
sum hava alt hetta plássið
til avlops, tíma rætt og slætt
ikki at leiga út.
Hann sigur, at sum
støðan er í løtuni, er tað
meiri møði enn føði at leiga
út. Og tá ið tað ikki loysir
seg fíggjarliga, tala fólk
vera.
Eftir hansara tykki er tað
skattalógin sum forðar fyri,
at fólk leiga pláss út, sum
tey hava til avlops.
– Skal tað loysa seg at
leiga, skal tað vera svart.
Inntøka av leigu skal
annars gevast upp í skatti.
Sostatt fer minst helvtin av
leiguinntøkuni í skatti. Av tí
sama er vinningurin av at
leiga so lítil, at fólk tíma
ikki í holt við tað.
Mugu hava meiri eftir
Borgarstjórin í Havn sigur,
at Tórshavnar Býráð tískil
fleiri ferðir heitt á Lands-
stýrið um at broyta skatta-
lógina so at tey, sum leiga
út, hava meiri eftir.
– Eg ivist onga løtu í, at
tað hevði ført við sær, at ein
ørgrynna av íbúðum, loft-
um, kjallarum og verilsum
hevði verðið til leigu í
Havnini afturat.
Hann sigur, at ein máti
var at gjørt somu loysn í
Føroyum, sum varð sett í
verk í Noregi, har tey
høvdu somu trupulleikar í
Oslo,
Bjørgvin
og
Stavangri av íbúðarneyð.
– Har varð skattalógin
broytt soleiðis, at fólk
kunnu leiga upp til helvtina
av húsum sínum út, skatta-
frítt.
– Tvs, at ein norðmaður,
sum byggir sær eini hús við
eini gólvvídd upp á 200
fermetrar, kann leiga 100
fermetrar út skattafrítt.
Tað eru heilt nógv hús í
Føroyum, sum eru 200
fermetrar, tí tað er vanligt
at hava fullan kjallara undir
og kanska loft við.
Jan Christiansen hevur
stutt síðani verið í Noregi
og har nam hann við
hendan spurningin, tá ið
hann tosaði við norðmenn.
– Har er semja um, at at
hendan
broytingin
í
skattalógini hevði hjálpt
heilt
munandi
upp
á
íbúðarneyðina í Noregi,
ikki bara nú, men eisini í
longdini, tí nú bygdu fólk
sær hús við tí fyri eyga at
leiga ein part av teim um út.
– Sostatt var ein partur av
húsunum bygdur sum íbúð
frá fyrsta degi og tað gjørdi
eisini sítt til, at støðið í
íbúðunum var munandi
hækkað.
Fara øvugtan veg
Jan Christiansen heldur, at í
Føroyum hava politikarar
tíverri ofta lyndi til at fara
øvugtan veg.
Og tað er eisini vandi fyri
tí í hesum málinum, tí
røddir hava verið frammi
um, at broyta skattalógina
so, at leigarin kann sleppa
at draga ein part av leiguni
frá í skatti.
Eftir hansara tykki førir
tað ongan veg.
– Hetta fer ikki at gera
útboðið av íbúðum størri.
Tvørturímóti fer tað at gera
eftirspurningin størri, tí nú
kann leigarin draga ein part
av leiguni frá í skatti og
sostatt verður tað meiri
lokkandi at leiga. Kann
leigarin draga ein part av
leiguni frá í skatti, verður
hann førur fyri at betala enn
meiri í leigu og einasta
avleiðingin av tí verður,
príslegan verður trýst enn
longur upp, so at íbúðir
verða enn dýrari at leiga,
enn tey longu eru.
– Sleppa tey, sum leiga út
hinvegin at draga leiguinn-
tøkur frá í skatti, verður tað
meiri lokkandi at leiga út.
Og tá ið útboðið veksur, fer
prísurin eisini at fella, sigur
Jan Christiansen.
Fer at versna
Borgarstjórin í Havn stúrir
fyri, at íbúðarstrýstið á
Havnina fer at versna enn
meiri.
– Havnin er miðdepilin í
landinum. Her eru tey
flestu arbeiðsplássini, í
hvussu so er tey, sum krevja
útbúgvingar. Tey almennu
arbeiðsplássini, sum eru í
Havn,
hava
landsins
myndugleikar lagt her av
praktiskum orsøkum, ikki tí
at vit hava drigið tey henda-
vegin.
– Havnin er harafturat so
at siga einasta pláss í
landinum, sum hevur tey
mentanarligu tilboð, og tey
frítíðartilboð annars, sum
fólk nú á døgum krevur, og
tí flyta fólk til Havnar.
Samstundis stendur olju-
vinnan fyri durum og tað er
góðtrúgvið at billa sær inn,
at tað ikki serliga fer at
ávirka høvuðsstaðin og fer
at leggja enn størri trýst á
bústaðarmarknaðin í Havn-
ini.
– Tað fer at seta heilt onnur
og størri krøv. Men vit vita,
at vit eru eftirbátar So
mikið meiri átrokandi er
tað, at tað okkurt verður
gjørt fyri at vaksa um
útboðið av bústaðum.
Skipara- og Naviga-
tørfelagið krevur, at í
eini neyðstøðu, skulu
tað vera stýrimenn,
sum hava ábyrgdina
av radiostøðini á
Dúgvuni og Ternuni
1.
STRANDFERÐSLAN
Áki Bertholdsen
Nýggja
sandoyarferjan,
Teistin, er kanska ikki ein-
asta skipið, sum fer at
volda
Strandferðsluni
trupulleikar.
Nú ætlar Skipara- og
Navigatørfelagið
sær
nevniliga at kæra um
manningarskjalið til Tern-
una 1, sum siglur ímillum
Havnina og Skálafjørðin og
um manningarskjalið til
Dúgvuna, sum siglur um
Leirvíksfjørð.
Ellintur
Abrahamsen
sigur, at Sjóferðslustýrið
hevur nú kravt, at umframt
teir, sum vanliga eru á
brúnni, skal tað í eini
neyðstøðu altíð vera ein
eyka maður við radio-
prógvi á brúnni á Ternuni 1
og á Dúgvuni, sum burt-
urav skal taka sær av
radiosamstiftinum
Hetta kravið er nú nið-
urfelt í manningarskjalið
fyri bæði skipini.
Men umframt at hava
radioprógv, stendur onki í
manningarskjalinum um,
hvørji prógv hesin eyka
maðurin á brúnni skal hava.
Men hetta vil Skipara- og
Navigatørfelagið ikki góð-
taka.
Felagið fer tí at kæra
manningarskjalið við tí
kravi, at tað verður sett í
tað, at hesin eyka maðurin
skal vera stýrimaður. Kær-
an verður send Sjóvinnu-
ráðnum
– Vit halda ikki, at tað
kann vera rætt, at tá ið alt
gongur sum tað skal, skulu
tað vera skipari og stýr-
maður, sum hava ábyrgdina
av radiosamskiftini. Men í
eini neyðstøðu, skal tað
bera til at seta onkran
annan av dekkinum upp á
brúnna at hava ábyrgdina
av radiosamskiftinum. Tað
halda vit er fullkomiliga
ábyrgdarleyst,
sigur
Ellintur Abrahamsen.
Ellintur
Abrahamsen
væntar kanska ikki, at hetta
verður nakar trupulleiki
sum so, tí hann hevur
fingið at vita frá Strand-
ferðsluni, at ætlanin er, at
hesin eyka maðurin á
brúnni skal vera stýri-
maður.
– Men vit vilja hava tað
staðfest í manningarskjalið.
Men skal ein stýrimaður
afturat umborð á Ternuna 1
og umborð á Dúgvuna, skal
hann eisini setast í ein
lønarbólk og tað kann elva
til trupulleikar, tí tað kann
føra við sær, at føra við
sær, at tað eisini verður
neyðugt at flyta yvirmenn-
inar, sum eru umborð í
aðrar lønarflokkar, enn teir
nú eru í, fyri at fáa alt at
passa saman.
Tað
eru
júst
hesir
trupulleikarnir, sum nú
hava lagt Sandoyarferjuna,
Teistan, lamnan í hálvan
annan mánaða.
Heilt nógvar íbúðir í Havn standa tómar
– Kunnu tey, sum leiga út,
gera tað skattafrítt, hevði tað
vaksið munandi um útboðið
av íbúðum í Havnini. Men
sleppa tey, sum leiga, at
draga leiguútreiðslurnar frá
í skatti, fer tað einans at føra
til enn hægri prísir, sigur Jan
Christiansen, borgarstjóri í
Havn.
Fara nú at kæra um
Ternuna og Dúgvuna
C
M
Y
K
3
2