týsdagur 12. juni 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 109 - 12. juni 2001
Nr. 109 - 12. juni 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
- Ongin hjálp er at
fáa. Skúlin dugir ikki
at meta um trupul-
leikan, foreldur verða
ikki tikin fyri fult og
børnini eru taparar-
nir, sigur Anna Karin
Kjeld, stigtakari til
stovnan av stuðuls-
felag fyri børn við
lesitrupulleikum
STUÐULSFELAG
Turið Kjølbro
Leygardagin
komandi
verður stuðulsfelag fyri
børn við lesitrupulleikum
stovnað í MBF-Húsinum í
Havn. Upprunaliga skuldi
stovnandi fundurin vera
fyri sløkum mánaði síðani,
men mátti orsakað av
verkfallinum útsetast. Tikið
stig til stovnanina hevur
Anna Karin Kjeld í Funn-
ingsfirði.
- Tá ið tað snýr seg um at
hjálpa børnum, sum hava
lesitrupulleikar, eru Før-
oyar eitt sera tilafturskomið
land. Eingin veit, hvussu
hesi børnini kunnu verða
hjálpt. Skúlamyndugleikar
og aðrir myndugleikar duga
ikki at meta um trupul-
leikan, eingin hjálp er at fáa
nakra staðni og børnini eru
tapararnir. Hesi børnini
verða sópað undir teppið,
eisini av lærarum, sum í ov
langa tíð halda, at alt fer at
laga seg. Skulu hesi børnini
fáa munadygga hjálp, skal
skjót og góð hjálp setast
inn. Men vit síggja, at tíma-
talið verður skert, at eyka-
tímarnir til børn við ser-
ligum tørvi gerast færri og
tað ger støðuna bara nógv
verri, sigur Anna Karin
Kjeld.
Anna Karin Kjeld tosar
av royndum.
- Fólk tora ikki rættiliga
at tosa um hesar trupulleik-
arnar, men nú nógv hava
frætt um, at eitt stuðuls-
felag er í umbúna, hava í
minsta lagi eini hálvt
hundrað fólk ringt til mín.
Og stórt sæð øll eru í somu
støðu. Tey verða ikki tikin
fyri fult av skúlanum,
samstundis sum helvtin av
foreldrunum vísa á, at børn
teirra ikki hava fingið
eykatímar.
Hon vísir á, at uml. 2-3
børn í hvørjum skúlaflokki
hava lesitrupulleikar.
- Í onkrum førum fáa
næmingar eina rúgvu av
tilfari, sum er ætlað sum
hjálp, men eingin spyr ella
leggur í, um nakað úrslit
kemur burturúr. Tað er rætt
og slætt einki skil á. Alt
gott um, at føroyski fólka-
skúlin er fyri øll, men tað
nyttar lítið, tá ið karmarnir
ikki eru í lagi. Skúlin er als
ikki førur fyri at taka sær av
øllum børnum, sum hava
trupulleikar, og tað gongur
út yvir øll.
Endamálið við stuðuls-
felagnum er fyrst og fremst
at savna foreldur at børnum
við lesitrupulleikum sam-
an.
- Vit hava tørv á at koma
saman og tosa um trupul-
leikarnar og hjálpa hvør
øðrum. Sum foreldur kenna
vit okkum ógvuliga einsa-
møll í so máta. Síðani
kunnu vit arbeiða fram
ímóti at ávirka myndug-
leikarnar soleiðis, at eitt-
hvørt verður gjørt fyri hesi
børnini.
Anna Karin Kjeld vónar,
at nógv foreldur at børnum
við lesitrupulleikum møta á
stovnandi fundinum. Við á
fundinum vera eisini lærar-
ar, sum arbeiða við børn-
um, ið eru lesiveik, sálar-
frøðingar, heilsusystrar og
sjúkrasystrar, sum fara at
lýsa trupulleikan.
- Beint eftir summar-
frítíðina fara vit til arbeiðis,
og vit helma ikki í, fyrr enn
okkurt munadygt verður
gjørt fyri hesi børnini, sum
hava lesitrupulleikar.
Stovnandi fundurin í
MBF-Húsinum
í
Havn
verður kl. 15.00.
Føroya Skúlabóka-
grunnur hevur givið
út barnabókina “Eg
eigi” eftir Steinbjørn
B. Jacobsen við
myndum eftir Bárð
Jákupsson
BØKUR
Turið Kjølbro
Føroya Skúlabókagrunnur
hevur givið út barnabókina
“Eg eigi” eftir Steinbjørn
B. Jacobsen. Bárður Ják-
upsson hevur teknað mynd-
irnar í bókini, eins og
kápumyndina sum er í
litum.
Henda bókin breðgur eitt
sindur frá tí vanliga. Hon
minnir ikki sørt um Miu og
Dia, sum í fleiri ár hevur
verið brúkt í skúlanum sum
lesibók í teimum yngstu
flokkunum. Tað sum eyð-
kennir bókina er, at fá orð
verða brúkt til at gera eina
pinkulítla
gerandissøgu,
sum børnini hava lætt við at
kenna aftur, og sum er løtt
at lesa. Hesar søgur kunnu
eisini stuðla børnum til
sjálvi at skapa okkurt
líknandi, av tí at tær stuttu
og einføldu søgurnar sam-
an við frálíku tekningunum
kunnu birta upp undir
barnsins hugflog og skap-
anarevni. Tónin í øllum
søgunum er lættur og
skemtingarsamur.
Aftast í bókini eru fýra
barnasangir við nótum.
Hóast bókin ikki er partur í
Snípurøðini við lættlesi-
bókum, hevur hon tann
gula “snípulitin” til byrjan-
arstig og hóskar vegleið-
andi sum framíhjálestur í 2.
og 3. flokki fólkaskúlans.
Teksturin er skipaður so-
leiðis, at bókin skal vera
lættari at lesa hjá teim
yngstu
børnunum
í
fólkaskúlanum
“Eg eigi” er 56 blaðsíður
og kostar 48 krónur.
Lesiveik sópað undir teppið
Pinkalítlar gerandissøgur
Triðja og seinasta
bókin í røðini “Kom
og skriva” er nú
komin
BØKUR
Turið Kjølbro
Røðin “Kom og skriva”,
sum Føroya Skúlabóka-
grunnur gevur út, byggir á
ávegisskriving, sum hevur
til endamáls at økja um
skriviførleika og skrivi-
gleðina hjá einstaka næm-
inginum. Birgit Arge og
Lydia Didriksen, sum báðar
eru lærarar, hava skrivað og
Edward
Fuglø
hevur
myndprýtt.
“Kom og skriva 3” er
ætlað 6.-7. flokki. Fakliga
er hon framhald av teim
undanfarnu
bókunum.
Evnini í henni eru viðkom-
andi og ein avbjóðing fyri
tann aldursbólk, sum hon er
ætlað. Í “Kom og skriva 3”
er serligur dentur lagdur á
at gera næmingarnar til-
vitaðar um ymisk tekstsløg.
Bókin er í 6 høvuðs-
pørtum. Til næmingabók-
ina er lærarabók við hug-
skotum og leiðbeining.
“Kom og skriva 3” er 120
síður, hon kostar 140 krón-
ur. Lærarabókin er 65 síður
og
kostar
84
krónur.
Hestprent hevur umbrotið
og Repro-Z hevur gjørt
reproarbeiðið.
Ávegisskriving til sætta flokk
Umleið 2-3 børn í hvørjum
skúlaflokki hava
lesitrupulleikar
Savnsmynd
C
M
Y
K
5
4
Móttøka
Í hesum døgum eru 30 ár liðin
síðani
Matstovan Muntra
í Fuglafirði læt upp.
Í hesum sambandi verður
móttøka
hósdagin 14.06. kl. 14–17.00
á Muntra.
Øll eru vælkomin!