týsdagur 12. juni 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 109 - 12. juni 2001
Nr. 109 - 12. juni 2001
7
gult6 cyan6 magenta6 svart6
gult7 cyan7 magenta7 svart7
INNBROT
Stefan í Skorini
Leygardagin fekk løgregl-
an fráboðan um, at innbrot
hevði verið í Skálabúðini í
Havn.
Gerningsmaðurin
varð sloppin avstað við
5000 krónum í reiðum pen-
ingi, og harumframt hevði
hann tikið fyri 13.000
krónur av kreditnotum, tá
fólk rinda við gjaldskorti.
Hesum fær gernings-
maðurin ikki ágóðan av,
men handilin missir pen-
ingin.
Brotið varð inn ígjøgnum
høvuðsinngongdina
út
ímóti vegnum. Karmurin
varð brotin, so hurðin fekst
upp.
Eingin
er
tikin
í
sambandi við hetta inn-
brotið, og løgreglan hevur
ikki nakran serligan undir
illgruna.
Tríggir menn brutu
fríggjakvøldið inn í
deildina hjá Suður-
oyar Sparikassa í
Havn. Tveir menn eru
tiknir, men tann triðji
enn gongur leysur
INNBROT
Stefan í Skorini
Fríggjakvøldið
klokkan
23.23 fekk løgreglan frá-
boðan um, at tríggir menn
høvdu brotið seg inn í
deildina hjá Suðuroyar
Sparikassa í Niels Finsens-
gøtu í Havn.
Tvey eygnavitnir hava
sæð menninar inni í hølu-
num hjá sparikassanum, og
tey hava boðað løgregluni
frá tilburðinum.
Løgreglan fekk beinan-
vegin hendur á tveimum
teirra, men tann triðji
gongur enn leysur. Tað
skilst, at løgreglan veit,
hvør maðurin er, og tí
gongur neyvan rúm tíð, fyrr
enn hann eisini er settur
fastur.
Innbrotið var als ikki
umhugsað, áðrenn tað varð
framt. Eftir øllum at døma
hava menninir verið ávirk-
aðir av rúsevnum ella rús-
drekka, og tá teir brutu seg
inn í sparikassan hjá suður-
oyingum í Havn.
Varðhaldsfongslaðir
Teir tveir menninir, ið eru
31 og 29 ára gamlir, eru
varðhaldsfongslaðir í tvær
vikur, meðan løgreglan ger
kanningararbeiði í sam-
bandi við innbrotið. Tann
triðji er um sama aldur.
Gerningsmenninir hava
brotið seg ígjøgnum rútin í
hurðini, sum er í gongini
frá gongugøtuni. Vanliga
eru rimar fyri um kvøldið,
so fólk ikki sleppur inn í
gongina, men hetta kvøldið
vóru rimarnir ikki fyri.
Gerningsmenninir
eru
farnir væl um, tí einki her-
verk varð framt inni í hølu-
num. Sparikassin hevur
nakað av peningi liggjandi
inni, men hesin er væl
tryggjaður í eini størri
peningaboks.
Tann eini av innbrótarun-
um hevði nakað av hassji
uppi á sær, og tí verður
eisini ákæra reist fyri brot á
narkológina.
Av
kriminaldeildini
verður sagt, at hetta inn-
brotið verður mett sum eitt
hvørt annað innbrot.
Tá
kanningar-
arbeiðið er liðugt verður
støða tikin til, um ákæra
skal reisast móti monnun-
um, men lítil ivi er um, at
teir verða revsaðir.
Løgreglan hevur havt
úr at gera um viku-
skiftið, og leygar-
morgunin varð ein
maður so illa skorðin
í andliti, at hann fekk
seytjan pentur
HARÐSKAPUR
Stefan í Skorini
Leygarmorgunin klokkan
04.55 varð sjúkrabilurin
boðsendur, tí ein maður
hevði fingið stóran skaða
av eini fløsku.
Tilburðurin
fór
fram
uttanfyri Kunningarstovuna
mitt í høvuðsstaðnum. Ein
31 ára gamal maður varð
álopin við eini fløsku, tá
tað kom til ilnar millum
tveir menn.
Tann álopni fekk so
stóran skaða, at hann varð
seymaður á sjúkrahúsinum
við
seytjan
pentum
í
andlitinum. Hann kundi
fingið størri skaða, tí
flikurnar eru nær við
eyguni. Um illa vildi til,
kundi
maðurin
verið
blindur.
Gerningsmaðurin
er
kendur, men enn er hann
ikki tikin av løgregluni, tí
hann ikki er funnin.
Av kriminaldeildini verð-
ur málið mett sum “vold
med særlig farlig karakter”.
Knívur á lofti
Fríggjakvøldið var nógv
fólk á nýggja dansistaðnum
Platform, tí vitjan var
fingin úr kendur sendingini
Baren.
Øði kom í ein mann, sum
ikki slapp inn, av tí at hann
var ov rúsaður. Hann tók
ein knív fram og hótti dura-
vørðin, ið stóð við hurðina.
Knívurin var tíbetur ikki
nýttur til at skaða nakran,
men málið varð tó fráboðað
løgregluni.
Innbrot í Suðuroyar
Sparikassa
Innbrot var í Suðuroyar Sparikassa um vikuskiftið, men gerningsmenninir fingu einki
virðismikið við sær
Mynd: Jens Kr. Vang
Harðskapur í býnum
Innbrot í
Skálabúðini
Leygardagin komu
nógv fremmanda fólk
til Klaksvíkar.
Tríggjar ungar gentur
tømdu kassan í ein-
um handli og fingu
2000 krónur við sær
STULDUR
Stefan í Skorini
Løgreglan í Klaksvík sigur
frá eini friðarligari stevnu.
Tó varð eitt mál um stuldur
fráboðað løgregluni.
Leygardagin seinnapart
fekk handilin Trillan, ið
selur konufólkaundirklæði,
vitjan av trimum ungum
gentum.
Starvsfólkið í handlinum
hevur ikki hugt nóg væl
eftir fremmandu gestunum,
tí tá tær vóru farnar, varn-
aðust tey, at kassin var
tømdur. Einar 2000 krónur
eru tiknar.
Málið verður ikki kannað
nærri, tí fólkið í handlinum
ikki dugir at siga nágreini-
liga, hvussu tær síggja út,
og prógvini eru ikki nóg
haldgóð.
Annars hevði løgreglan
lítið at gera. Tilsamans
hava tíggju fólk verið á
støðini og sovið rúsin av, og
tað er lítið á eini stevnu.
Stuldur á Norðoyarstevnu
Komandi vikuskifti
heldur Javnaðar-
flokkurin summar-
stevnu á Svanga-
skarði á Toftum
SUMMARSTEVNA
John Johannessen
Alt komandi vikuskiftið
fara javnaðarfólk at hugna
sær á summarstevnu í
Eysturoynni.
Javnaðarflokkurin sigur í
tíðindaskrivi, at summar-
stevnan er vorðin eitt aftur-
vendandi tiltak hjá flokkin-
um, sum í ár hevur væl
skipaða og vakra ítróttar-
økið
hjá
toftafólki
á
Svangaskarði sum miðstøð.
Leggja fyri
við mentan
Javnaðarfólk seta hol á
summarstevnuna fríggja-
kvøldið klokkan 20 við
mentanarløtu í B68-húsin-
um, har gentukór úr Leir-
vík fer at syngja. Eisini fer
fyrrverandi skúlaleiðarin í
Gøtu, Petur Eli Mikkelsen,
at siga frá søgum, lands-
kenda Eyðvør Pálsdóttir fer
at syngja og dugnaligar
fuglfjarðargentur fara at
leika á klarinett.
Ætlanin er eisini, at
felagssangur skal vera á
skránni
fyri
mentanar-
kvøldið, sigur Javnaðar-
flokkurin í tíðindaskrivi.
Fólkafundur
við Toftavatn
Leygardagin klokkan 11
bjóðar Javnaðarflokkurin
morgunbreyð á Svanga-
skarði. Og síðani verður
farið útferð út á Eystnes,
har fyriskipararnir aftur
bjóða ein góðan bita.
Seinnapartin
leggur
Javnaðarflokkurin leiðina
til Toftavatn, har fólkafund-
ur verður settur klokkan
18. Á fólkafundinum fara
Jóannes Eidesgaard, for-
maður
floksins,
Jansy
Olsen, næstformaður og
Niklas Mikkelsen úr Gøtu
at halda røðu. Eisini verður
felagssangur.
Veitsla
Eftir fólkafunin leggur
Javnaðarflokkurin leiðina
aftur á Svangaskarð, har
veitsla við góðum mati,
undirhaldi
og
livandi
tónleiki verður til út á
morgunin.
Javnaðarfólk á
summarstevnu
Komandi vikuskifti heldur Javnaðarflokkurin árligu
summarstevnu sína. Í ár verður hon á Svangaskarði á Toftum
Føroyingar kunnu
yvitaka flogvøllin
uttan trupulleikar.
Men danir útbyggja
hann ikki fyrst. Hetta
er úrslitið av samráð-
inginum mánadagin
millum landsstýris-
mannin við sam-
ferðslumálum og
danska ferðslumála-
ráðharran
YVIRTØKA
John Johannessen
Tað stendur føroyingum
frítt at yvirtaka flogvøllin í
Vágum, nær tað skal vera.
Hetta vóru boðini frá
danska ferðslumálaráðharr-
anum, Jacob Buksti, tá
hann í gjár hitti Bjarna
Djurholm, landsstýrismann
á fundi í Keypmannahavn
um yvirtøku av flogvøllin-
um.
Vilja ikki byggja út
Men danski ferðslumála-
ráðharrin gjørdi samstundis
greitt, at spurningurin um
at útbyggja flogvøllin ikki
kemur upp á tal í samráð-
ingunum um at yvirtaka
hann.
– Eg fekk at vita frá
danska ferðslumálaráðharr-
anum, at vit kunnu fáa flog-
vøllin, tá vit ynskja tað.
Men spurningurin um at
byggja hann út fyrst, er ein
samráðingarspurningur
millum
landsstýrið
og
danska fíggjarmálaráðharr-
an ella forsætisráðharran.
Danir teingja hendan spur-
ning á ein hátt saman við
búskaparligu viðurskiftun-
um millum Føroyar og
Danmark annars, segði
Bjarni Djurholm við Sosi-
alin beint eftir samráðing-
arnar mánadagin.
Fáa eisini
myndugleikan
Bjarni Djurholm og Jacob
Buksti tosaðu eisini um
møguleikan fyri, at føroy-
ingar taka yvir loftferðslu-
myndugleikan. Og eisini
her var danski ferðslumála-
ráðharrin sinnaður at finna
eina loysn.
– Eg fekk at vita frá
danska ferðslumálaráðharr-
anum, at hann er sinnaður
at samráðast um, at vit
yvirtaka loftferðslumynd-
ugleikan. Og hann var eis-
ini sinnaður at finna eina
loysn, so vit fáa neyðuga
førleikan. Jacob Buksti sá
onga politiska forðing fyri
yvirtøkuni, segði Bjarni
Djurholm beint eftir fundin
í danska ferðslumálaráðnu-
m í gjár.
Sambært Bjarna Djur-
holm var fundurin við
Jacob Buksti ein sera
positivur og greiður fundur.
Fáa flogvøllin í verandi líki
Føroyingar kunnu yvitaka flogvøllin. Men danir lova ikki, at hann fyrst verður bygdur út. Hetta
vóru boðini, tá Bjarni Djurholm í gjár hitti danska ferðslumálaráðharran
M ynd: Føroyska tíðindastovan
Gun Carlson, undirvís-
ingar- og mentamálaráð-
harri Álandi, er í hesum
døgum í Føroyum og
kunnar seg um føroysk
viðurskifti
VITJAN
John Johannessen
Álendski
mentamála-
ráðharrin, Gun Carlson,
kom fríggjadagin til
Føroya at vitja. Enda-
málið við vitjanini er at
kunna seg um føroysk
viðurskifti sum heild.
Ferðin til Føroya kom
í lag eftir, at Tórbjørn
Jacobsen,
fráfarandi
landsstýrismaður
í
mentamálum, vitjaði í
Álandi í fjør summar og
tá beyð Gun Carlson at
koma til Føroya at vita.
Í ferðalagnum er, um-
framt álendska skúla- og
mentamálaráðharran,
stjórin fyri undirvísing-
ar-
og
mentamál
í
Álandi, Yvonne Elias-
son.
Gun Carlson og Yvon-
ne Eliasson fara úr aftur
Føroyum í morgin.
Álendski menta-
málaráðharrin vitjar
Gun Carlson og Tórbjørn Jacobsen á vitjan á maskin-
meistaraskúlanum í Álandi í september í fjør. Á myndini
síggjast Tórbjørn Jacobsen og Gun Carlson í stóra
simulatorhølinum á maksinmeistaraskúlanum í Marie-
hamn
Mynd: MMS
C
M
Y
K
7
6