hósdagur 14. februar 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 32 - 14. februar 2008
Eitt ára gamlir hava
teir longu fingið fleiri
tilboð um plátusáttmála,
drukkið kaffi saman við
Bloc Party, ligið á hitt-
listanum hjá NME beint
undir Justin Timberlake
og spælt á nøkrum
av fremstu og mest
alternativu evropeisku
tiltøkunum. Men hvørjir
eru teir, og hvat vilja teir
við tí, sum teir gera?
samrøða
Sunneva H. Eysturstein
post@sosialurin.fo
- Vit vilja spæla tónleik fyri
fólkinum. Men tað skal vera fyri
fólki, ið dámar okkara tónleik.
Eg vil heldur spæla fyri 10
persónum, ið veruliga dáma mín
tónleik, enn fyri 100 persónum,
ið bara lurta fyri at lurta, ella
sum bara koma fyri navnið, sigur
Filip Mortensen, sangari og
gittarspælarí í The Ghost
Føroyskur tónleikur ger nógv
um seg úti um landoddarnar. Ein
av bólkunum, ið øgiliga skjótt
klívur upp stjørnustigan, er The
Ghost. Men hetta er eisini ein
bólkur, ið vit hoyra lutvíst lítið
um her heima. Nú er tíðin komin
til at varpa ljós á ungu mennirnar
handan bólkin; Filip og Urbanus,
ið eru so ymiskir av lyndi og í
stíli, sum nøvnini hjá teimum
benda á.
Ger tað frá hjartanum
Filip Mortensen er sangari og
gittarspælari í The Ghost.
Spurdur, hvat hann vil við
tónleikinum, leggur hann hart út
við at greiða frá hjartamálum
sínum.
- Um tú gert tað, ið tú gert, frá
hjartanum, skal tað nokk ganga.
Fyri at kunna tað, er neyðugt at
seta sær mál, høg mál. Eg havi
fyrr verið í tí støðuni, at eg havi
sett mær ov stutt mál, og tað kom
eisini aftur um brekku. Eg haldi,
at tað er eitt rættiliga typiskt
føroyskt fyribrigdi at bíða og ikki
ordiliga vita ella tora. Við The
Ghost avgjørdi eg beinanvegin,
at hetta skuldi eg gera 100
prosent.
- Vit eru komnir langt uppá
stutta tíð. Tað, sum vit hava
viljað, hava vit gjørt. Vit settu
okkum nøkur rættiliga abitiøs
mál á sumri í fjør og fingu strike
hvørja ferð. M.a G! 2007, at
spæla uttanlands, áðrenn árið var
av, og at sleppa á Iceland
Airwaves festivalin, sjálvt um
– Halt høvdið kalt og leyp
Í vikuskiftinum skulu The Ghost
spæla í Århus Pakhus og á
Nordklang Festival í Sveis. Í apríl í
Danmark við Boys in a Band og í
juni í Glasgow
Mynd: Heiðrik á Heygum
Tónleikur
tíðindi
tíðindi