hósdagur 14. februar 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 32 - 14. februar 2008
41
tíðindi
skráin var full. Alt hetta gekk
upp, sjálvt um odsini vóru ímóti.
Eg vildi mett, at mann náddi
hetta uppá uml tvey ár, men vit
eru her nú, sjálvt um bólkurin
ikki eingongd er eitt ára gamal.
Eitt blaðfólk fyri Billboard
Magazine kærdi okkum enntá at
vera »evenings best act« tað eina
kvøldið á Iceland Airwaves, og
tað er eitt stórt herðaklapp at fáa.
- Vit hava tó ikki bara havt
eydnuna við okkum. Vit hava
fingið nógv fleiri nei enn ja. Men
vit velja at síggja tað positiva og
at brúka tað til at koma longur
fram, tí tú fært einki burturúr at
seta teg at stara í eitt nei. Tú
steðgar upp, um tú gert tað. Tú
mást bara leypa avstað, halda
høvdið kalt og gera tað, sum tú
vilt.
Lokkandi sáttmálar
- Vit hava fingið nøkur tilboð um
plátu- og promotionsáttmála. M.a
frá Sunday Best, sum er eitt
útgávufelag hjá BBC Radio 1.
Hetta er ein góður sáttmáli, ið
inniheldur nógv spennandi, m.a
at blíva promoveraður í París við
serligum konsertum, har ið mong
stór nøvn, sum t.d Mika hava
framført. Tað er ógvuliga
lokkandi at taka av beinanvegin,
men okkara bakland hevur rátt
okkum til at bíða eitt sindur, tí
sáttmálin kann blíva enn betri,
sigur Filip.
- Um teir veruliga vilja, so
geva teir okkum betri sømdir. Og
eru hesir ikki við uppá at bjóða
meira, so eru onnur, ið liggja klár
við einum dokumenti til okkum,
ið gevur okkum størri og betri
møguleikar. Vit mugu sjálvandi
velja tað besta. Tí ansar mann
ikki eftir, kann mann enda við at
vera fastur í einari avtalu, ið
kundi verið nógv betri, leggur
Urbanus afturat.
Stjørnurnar hugsa eins
Filip skrivar tekstirnar, Urbanus
ger programmeringarnar. Onkun-
tíð báðir, onkuntíð ein. Tað er
pláss til báðar, sum er ógvuliga
gott, tí teir eru ymiskir. Hendan
samansetingin av mótpólum
skapar eitt egið ljóð, ein sam-
leika, ið sker seg burturúr og ikki
ljóðar sum nakað annað.
- Tá vit skriva tónleik, er tað
oftast soleiðis, at eg finni uppá
eitt riff. Urbanus kemur við
einari programmering, og so
kemur teksturin. Ofta hugsi eg,
at tað er eitt sindur amatørsligt at
gera tað uppá ein so tilvildarligan
máta. Men tá vit vóru á Iceland
Airwaves, fingu vit staðfest, at
tað er soleiðis hjá øðrum eisini.
Vit møttu Bloc Party í einari barr
og settu okkum at práta. Eg mátti
spyrja teir, hvussu teir gera, tá
teir gera tónleik, og eg fann útav,
at teir hugsa akkurát líka sum vit,
tá teir skriva sangir. At tú finnur
uppá eitt riff, og so tekur tú tað
víðari. Tað er stuttligt at finna
útav, at tað ikki er so nógv
øðrvísi hjá stjørnunum. At ein
kann relatera til so kendar
persónar, sigur Filip smílandi.
Tá himmalin dettur niður
Spurdur, hvør boðskapur liggur í
tekstunum, sigur Filip heilt
greitt:
- Ein segði við meg einaferð,
at tú selur meira, um tú skrivar
fúlar og ógvusligar tekstir. Eg
svaraði, at tað vil eg ikki, tí tað
er ikki tað, ið eg føli. Eg skrivi
tekstir um kenslur, tankar og
samfelag við fólk. Ein stórur
partur av boðskapinum er
andaligur. Um at Gud kennist
nær ella langt burturi, men í
grundini er tað andaligt, óansæð
hvat evni, talan er um. Eg var eitt
sindur bangin fyri at hava tann
religiøsa boðskapin við at byrja
við, men fólk hava verið positiv
mótvegis hesum. Eg haldi, at tað
er tí, at tað andaliga verður brúkt
súmbolskt, soleiðis at fólk, ið
ikki eru trúgvandi, eisini kunnu
relatera til tað. Td í reglunum »I
must be ready to see the sky fall
down« og »Don't fear the lions«
liggur nógv meira goymt enn
bara ein andalig uppfatan. At tú
ikki skalt óttast forðingar. At
einaferð endar heimurin, og hvat
hendir so?
Nógv jørn í eldinum
- Vit spæla ikki so nógv í Føroy-
um fyri tíðina, men royna at fáa
so nógvar møguleikar úti um
landoddarnar, sum gjørligt. Vit
hava júst verið í London og spælt
tvær væleydnaðar konsertir.
Harav eina, sum plátufelagið
Wall of Sound, ið m.a gevur út
fyri Röyksopp og Mogwai,
skipaði fyri. Ein, ið arbeiðir har,
kontaktaði okkum, tá hann hevði
sæð okkum á einum hitt-lista hjá
NME (Tónleikablað í Onglandi
síðani '50ini, blaðkv) beint undir
Justin Timberlake. Honum dámdi
væl okkara tónleik og bjóðaði
okkum yvir, svarar Urbanus, tá
eg spyrji teir, hvat teir eru í
gongd við í løtuni. Filip greiðir
víðari frá um, hvat fer at koma
næst.
- Í vikuskiftinum skulu vit
spæla í Århus Pakhus og á
Nordklang Festival í Sveis. Í
apríl skulu vit til Danmarkar at
framføra við Boys in a Band á
Norðuratlantsbryggjuni. Í juni til
Glasgow. Vit hava fingið
management samstarv í lag við
SpotOn, hava samskifti við fleiri
feitar bólkar um konsertferðir,
remiksing av tónleiki og
samstarv yvirhøvur. M.a við
nøvn sum As in Rebekka Maria
úr Danmark, Ra Ra Riot úr
Amerika, FM Belfast og Jezebel
úr Íslandi og Quit your Dayjob úr
Noregi.
- Vit hava nógv jørn í eldinum
í løtuni og fara at leggja alla orku
í at fáa okkara tónleik út til fólk.
Eg brúki nógva tíð uppá at fáa
samband við fólk runt í heimi-
num, sum eru í tónleikavinnuni,
at sleppa at spæla ymsastaðni og
yvirhøvur at kasta nakrar bóltar
upp í luftina og kanna av, hvør er
við uppá at lofta teimum. Tað
skal nógvur vilji og orka til, um
nakað skal henda, og um tað skal
henda skjótt. Og tí eru vit altíð til
reiðar at leypa avstað, tá onkur
kallar. Tá onkur kallar, merkir
tað nevniliga, at fólk hava áhuga
í okkum og vilja hoyra okkara
tónleik. Og tað er einki, sum slær
hesa lekru kensluna, ið tú fært, tá
fólk vilja hava tað, ið tú gert.
p avstað
Komandi fløgur
Kaizers
Orchestra
Heiti: »Maskineri«
Útgávudagur: 18.
februar 2008
Stutt um:
»Maskineri« er
klaverrútmur og
Kaizershuglag, sum
vit kenna tað. Hon hevur nýggj, etnisk løg og
hugskot í hasum vælsignaða haminum, sum
ongantíð fær teg at ivast í, hvørt tað er
Kaizers Orchestra, tú hoyrir ella ikki. Ein
spennandi útgáva afturat teimum áður
útkomnu, spennandi útgávunum.
Staklag: »Enden av november«
Plátufelag: Kaizerecords
www.myspace.com/kaizerso
Keyp fløguna á iTunes
Under Byen –
Live EP við
Danmarks Radio
Symfoniorkester
Heiti: »Siamesisk«
Útgávudagur:18.
februar 2008
Stutt um:
»Siamesisk« er ein
live konsert við fýra løgum á. Er upptikin í
apríl 2007 í Keypmannahavn, tá Under Byen
hevði konsert saman við symfoni
orkesturinum hjá Danmarks Radio. Fløgan
verður útgivin í 2000 eintøkum í Danmark og
2000 eintøkum í Canada, umframt eisini
digitalt og á vinyl.
Plátufelag: Morningside records
myspace.com/underbyen
Keyp fløguna á iTunes, amazon.com ella
beinleiðis av teirra myspace síðu.
Goldfrapp
Heiti: »Seventh
Tree«
Útgávudagur: 25.
februar 2006
Stutt um: Alison
Goldfrapp og Will
Gregory manna
duoina Goldfrapp,
ið (eftir eitt stórt kommersielt gjørgnumbrot
við diskoinspireraðu elektronika útgávuni
»Supernature« í 2005) nú venda aftur til
sveimandi, ambienta ljóðið, ið tey byrjaðu
sína tónleikakarrieru við fyri nýggju árum
síðani. Seinasta útgávan seldi yvir eina
millión eintøk, og vónirnar fyri komandi
útgávuna eru eins høgar.
Staklag: »A&E«
Plátufelag: Mute Records
myspace.com/goldfrapp
Keyp fløguna á recordstore.co.uk/goldfrapp
ella á iTunes
Janet Jackson
Heiti: »Discipline«
Útgávudagur: 26.
februar 2008
Stutt um: R&B
drotningin gevur í
hesum mánaðinum
sína tíggindu
studiofløgu út.
Hesaferð í samstarv við framleiðaran og
stjóran á Island Records, L.A Reid. Ljóðið, ið
Miss Jackson og Reid hava lagt seg eftir, er
tað ráða, elektroniska, ið dominerar popp
heimin í løtuni (dømi: »Blackout« hjá Britney
Spears) Singlurnar vísa tað eitt sindur, men
um tað veruliga er eydnast, kemur í ljós um
góðar tvær vikur.
Staklag: »Feedback« og »Rock With You«
Plátufelag: Island Records
myspace.com/janetjackson
Keyp fløguna á iTunes ella á amazon.com
- Tú steðgar upp, um tú setur teg at stara í eitt nei. Tú mást bara leypa
avstað, halda høvdið kalt og gera tað, sum tú vilt, sigur Filip Mortensen,
sangari og gittarspælari í The Ghost
Mynd: Astrid Mohr
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
post@sosialurin.fo