Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-14, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 32 - 14. februar 2008 tíðindi The Dreams Den Nye By ★★★✩✩✩ Tað er sikkurt gott at syngja á donskum, tá ein er í gongd við at hertaka Danmark. Men óansæð hvør orsøkin er, ljóðar tað ikki væl nakra aðrastaðni enn í Danmark. Heldur ikki hjá The Dreams. Tónleikurin er hampuliga væl spældur við nøkrum ordiliga feitum brotum innímillum. (t.d eitt pausubrot við gittarknalli í »La' mig være«) Hetta er Green Day eina stóra tonn harðari við eitt sindur av Muse og einari rúgvu av tannáringarópi og larmi; emo tónleikur í essinum. Kanska tað mest positiva við The Dreams er, at teir hava eitt gjøgnumført image. Eingin ivi er í, hvørjir teir eru, og hvat teir umboða. Arrangement av løgunum er eisini rættiliga væl frágingið, men løgini eru ikki serliga góð. Ljóðstyrkin í teimum ymsu ljóðførunum kundi eisini varierað eitt sindur meira. T.d kundu teir tónað onkran gittara eitt sindur niður, tá aðrir strúkarar eru á. At hetta ikki verður gjørt, ger ljóðmyndina ógvuliga rótuta í støðum. Harafturat er vokalurin ikki nóg búgvin, men ljóðar oftast sum ein hásur teenageari. Alt í alt er »Den Nye By« ikki fantastisk, men heldur ikki vánalig. Fløgan er ok og hevur uppiborið ein miðal karakter. myspace.com/thedreams Jóan Petur »Bow and Arrow« ★★★★✩✩ Við debutfløguni »Bow and Arrow« hevur Jóan Petur givið eitt sterkt tekin um, at hann er sangskrivari av rætta slagnum. Tað er eitt ótal av singer/ songwriter tónleiki, ið kemur út á hillarnar, harav mangt, ið verður gloymt sama dag, sum fløgan kemur út. Men útgávan frá Jóan Peturi hevur eina heilt serliga sjarmu, ið gevur honum eitt væl uppiborið pláss ovalaga á rokanum. Nøkur løg kundu verið betri gjøgnumarbeidd í arrangementið, og sum heild burdi verið arbeitt við at fáa eitt meira egið ljóð yvir tónleikin. Men tey flestu av løgunum eru á hinari síðuni væl skrivað og arrangerað, og fløgan er ótrúliga væl framleidd; er ógvuliga stílfull og rein. Hetta er ikki tónleikur, ið ikki er hoyrdur fyrr, men hetta er tónleikur við persónligheit. Og tað gevur fløguni nógv stig í sær sjálvum. myspace.com/joanpetur Sølva Ford »Á kærleikans gøtum« ✩✩✩✩ Hóast ógvuliga vantandi originali­ tet hvat viðvíkur sangskriving, bjóðar fløgan »Á kærleikans gøtum« hjá Sølvu Ford uppá ektaðan, erligan og jarðbundnan country­popp.Fløgan inniheldur 10 løg, ið eru skrivað av Sølvu sjálvari og famlju og vinum hennara. Hetta er eisini huglagið, ið dominerar á útgávuni. Tað, at fløgan er ein felags verkætlan, ið er sprottin úr upplivingum millum hesi fólkini. Fløgan hevur tó einki nýtt at bera. Ætlanin er allarhelst slett ikki at skula bera nakað nýtt; at flyta nøkur mørk, men at siga nakrar søgur ígjøgnum nakrar væl kendar tónar. Men tað er einki á henni, ið ikki er hoyrt fyrr, og hetta gerst nakað troyttandi, tá av tornar. Tað, sum í síðsta enda hálar fløguna upp á næstan tríggjar stjørnur, er framúr góða framleiðslan. Eingin ivi er í, at nógv arbeiði er lagt í at framleiða hesa fløguna, at taka upp, miksa og manerera. Hevði tað ikki verið fyri øgiliga lágprís­ signalerandi, lítið viðgjørda húsanum, hevði hon kanska fingið eina hálva afturat. Fløguumæli Tónleikur ★★★ Ummæli ★★★★★★ Sunneva H. Eysturstein post@sosialurin.fo Eg dyrki tað, at Teitur altíð er so ókommersiellur. Øll ljóðini eru so lítið mainstream, sum tey kunnu vera. Hann brúkar lekrar blásarar og rútmur, og kórrødd­ irnar eru altíð ógvuliga vanligar og óreyputar. Tað er verri enn so positivt hjá øllum. Hjá mongum blívur tað oftast bara pátikið ella irriterandi, tá tú hoyrir, at við­ komandi artistur roynir at gera sín tónleik meira artsy fartsy, enn persónurin annars sjálvur er. Men hjá Teiti er tað eitt stórt pluss, at hann altíð er so nógv sín egin. Tað ger hann á ein ella annan hátt ræðuliga kul. Tá tú lurtar eftir fløgunum hjá Teiti, merkir tú, hvussu hann knoklar ógvusligt við hvørjari av teimum; við at gera júst tað, ið hann vil, og at gera tað allan vegin ígjøgnum. Og »The Singer« er einki undantak. Løgini á hesari fløguni eru góð og jarðbundin, sum løgini hjá Teiti altíð eru. Tey eru spennandi, ævintýrakend og sprenfull av kreativiteti. M.a løg sum »The Singer« og »Guilt by assosiation« eru baserað á hugtakandi søgur, endurgivnar við Teitursa vælvaldu orðum. Og tað ger bara støðuna betri, at Teitur er ein so góður søguforteljari, og at røddin er so vøkur og kensluborin. Tekstirnir eru betri enn nakrantíð. Tú verður við hvørjum lagi borin ígjøgnum eina hending, kenslu ella ávísa støðu. Arrangementini eru harafturat ógvuliga væl gjørd, soleiðis at ein bert kann fylgja spentur við, so hvørt sum sekundini í hvørjum lagi fara framvið. T.d »The Girl I Don’t Know« og »Catherine The Waitress« eru einki minni enn fantastisk. »Letter From Alex« og »Start Wasting My Time« eru tvey heilt merkverdugt løg við sýrutum fløjtubrotum, blásararútmum og skiftum í. Men eisini hesi hava ein hugtakandi samleika, ið dregur. Hetta er besta útgávan hjá Teiti higartil; er tann fløgan, ið hevur givið mær mest av upplivingum bæði kensluliga og tónlistarliga. Hetta er ein fløga, ið eg meti, at øll tónleikaáhugað fara at hava í fløgusavninum hjá sær um eitt ár ella tvey. Ein fløga, ið ein altíð fer at minnast sum hana, ið var síðsti brikkurin, ið skuldi til í skapanini av sjálvstøðuga og framskygda image’ið Teiturs. Tað, sum kemur úr hansara hondum frá nú av, verður bara meira vælsmakkandi sukur omaná eina fullkomna kaku við róma. Sosialurin fer framyvir at skriva meiri um tónleik. Annanhvønn hósdag fer Sunneva Háberg Eysturstein, sum er ein av Føroya bestu og mest beinraknu tónleika­ ummælarum, at ummæla nýggjar fløguútgávur og javnan gera samrøður við tónleikabólkar ella einstaklingar. Í dag hava vit fyrstu fýra tónleikasíðurnar, sum er ein samrøða við The Ghost og millum annað ummæli av nýggjastu útgávuni hjá Teiti Lassen, The Singer, ið fær seks stjørnur frá ummælaranum Teitur The Singer