hósdagur 14. februar 2008síða 43
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 32 - 14. februar 2008
43
tíðindi
- Tað er eingin ordiligur
pallur til sangskrivarar
at framføra á, sigur
Guðrið Hansdóttir,
tónlistarkvinna og ein
av fyriskiparunum av
mánaðarliga sangskrivara
kvøldinum, eisini kallað
singer/songwriter, ið
byrjaði í Margarinfabrikk-
ini seinasta vikuskifti
Guðrið arbeiðir dagliga í
Margarinfabrikkini saman við
Fríða Bjørgvin, og saman hava
tey tikið stig til at geva
sangskrivarum eitt stað at koma
fram og spæla sín tónleik.
Tiltakið verður einaferð um
mánaðin, og ætlanin hjá teimum
er at hava ymsar sangskrivarar at
framføra hvørjar ferð – bæði
royndar sum óroyndar. Afturat
sang og sangskrivara
framførslunum er eisini opin
mikrofon fyri øllum, ið ynskja at
framføra okkurt. Tað veri seg
yrkingar, tónleikur, sjónleikur,
hvat sum helst. So leingi tað
kann gerast í eina mikrofon og
ein forstyrkjara.
Egið og lænt
Til fyrsta sangskrivarakvøldið
seinasta fríggjadag vóru tað
Guðrið og Fríði, ið sjálvi
framførdu. Guðrið nøkur løg av
fløguni hjá sær, umframt eitt nýtt
lag, ið kemur á næstu fløguna.
Fríði nakrar egnar akustiskar
útsetingar av løgum hjá Queens
of the Stone Age, Linkin Park,
Opeth og sínum egna bólki,
Ineptus. Hann framførdi eisini
tvey løg á føroyskum, ið pápi
hansara hevur skrivað.
Næsta sangskrivaratiltakið
verður 7. mars. Á skránni hetta
kvøldið eru m.a Jóan Petur og
Eva Maria Bláhamar. Eva Maria
er ikki hoyrd fyrr, men Jóan
Petur gav nýliga fløguna »Bow
and Arrow« út. Hon hevur fingið
góða umtalu og er blivin nógv
spæld í loftmiðlunum. Jóan Petur
hevur tó ikki gjørt nógv um seg
alment, og mær vitandi er hetta
fyrstu ferð, hann fer at framføra
til eitt tiltak við egnum tónleiki.
Feedback
- Vit gera tiltakið fyri at kunna
bjóða sangskrivarum fram. Tað
er annars eingin pallur fyri hesi
at framføra sín tónleik. Inntil nú
hevur tað verið soleiðis, at tey
antin mugu fara á »lokalu
barrina« og spæla singalong ella
sita heima einsamøll og plinkra.
Nú vilja vit hava tey fram, tí vit
vita, at tað er ein rúgva av
evnaríkum persónum har úti við
einari rúgvu av tilfari, ið bara
bíða eftir at sleppa at framføra
tað fyri fólki. Einki er meira
týdningarmikið fyri ein
tónleikara, enn at fáa víst tað
fram, ið ein ger, soleiðis at ein
kann finna útav, hvar ein stendur.
Um tað, sum ein hevur arbeitt
við, er gott ella ikki; um fólk
taka ímóti tí, greiðir Guðrið frá.
Sunneva
Opnari møgu-
leikar til sang-
skrivarar
Guðrið Hansdóttir og Fríði Bjørgvin eru bæði tónlistarfólk, umframt at
starvast dagliga í Margarinfabrikkini og fyriskipa sangskrivaratiltakið
Myndir: Kristfríð Tyril
Sangskrivaratiltakið verður einaferð um mánaðin, og pláss er fyri øllum at framføra tónleik, yrkingar ella sjónleik, so
leingi tað kann gerast í eina mikrofon og ein forstyrkjara
Mynd: Eyðun Müller Thomsen
Dreingirnir í bólkinum
eru júst afturkomnir úr
London, har teir hava
verið og tikið fløgu upp
saman við Ken Thom-
as; viðurkenda fram-
leiðaranum av sermerkta
og ráða ljóðinum hjá m.a
Sigur Rós og Sugarcubes
Dreingirnir hava verið burtur-
staddir í ein mánaða. Fyrst
framførdu teir á Eurosonic í
Hollandi, og síðani fóru teir í
studio beint uttanfyri London í
tríggjar vikur.
- Tað hevur verið ordiliga feitt,
sigur forsangarin Pætur
Zachariasson.
- Eurosonic gekk væl. Sikkurt
okkara besta framførsla nakran-
tíð. Vit fingu eisini skítfult av
tilboðum um sáttmálar frá fólki í
tónleikavinnuni aftaná. Men vit
blanda okkum ikki uppí á tí
frontinum. Akkurát nú fokusera
vit sum bólkur mest uppá at fáa
fløguna lidna.
Tað er managearin hjá bólki-
num, íslendski Gísli Thor, sum er
í samband við plátufeløg í Ong-
landi, Danmark og Íslandi og
roynir at finna tað besta til teir.
Tað, ið gevur ein sáttmála, sum
er í trá við innanhýsis ynskini hjá
bólkinum um m.a tónleik, tekstir,
image, hvar teir spæla osfr.
Ljóðføri við samleika
Á fløguni eru 12 løg, ið øll eru
skrivað seinasta árið. Pætur held-
ur, at løgini veruliga eru komin
til sín rætt á fløguni, og at tað
m.a er tí, at teir hava brúkt nógva
tíð uppá at geva øllum ljóðføru-
num hvør sín samleika.
- Framleiðarin, Ken Thomas,
er tann mest óperfektionistiski
persóninurin nakrantíð. Og tað er
so ræðuliga feitt, tí hann hevur
givið fløguni eitt lekkurt, rátt
live-ljóð. T.d bleiv eitt lag ikki
sungið umaftur, um eg sang eitt
sindur falskt, men heldur tá eg
ikki var ordiliga í løtuni, greiðir
Pætur frá.
Rátt og giggut
- Tónleikurin hjá okkum er
ráður rokkur við einum greiðum
bygnaði. Ljóðmessiga er fløgan
inspirerað av tí gamla, ameri-
kanska, men hon er framleidd í
einum enskum høpi, ið er meira
óperfekt í mun til tað ameri-
kanska. Hetta tilsamans við
nógvum føroyskum í ger heildina
deiliga gigguta. Okkurt er ein
total joke. Also, vit taka tað
seriøst, tá vit eru í studio, men
kunnu ikki lata vera við at
flenna, tá vit hoyra tað, tí tað er
so bygdasligt alíkavæl. Men tað
er bara soleiðis, sum vit uppfata
tað. Tað verður spennandi at
hoyra, hvussu onnur hoyra tón-
leikin. Tí tað er heilt sikkurt
Boys in a Band allan vegin í
gjøgnum, bara við meira kanti og
rokk'n'roll, sigur Pætur.
Tíðarleysur tónleikur
Eingin dagfesting er ásett til, nær
fløgan hjá boysunum kemur út.
Tað verður nokk onkuntíð í
hesum árinum, men teir hava
ongan skund, sigur Pætur.
- Tað eru sjálvar framførslur-
nar, sum verða modeleraðar alt
eftir, hvør tíðin er. Hvør bylgja er
hægst í løtuni. Men framførslur
og fløga eru hvør sítt univers, og
tónleikurin á fløguni, soleiðis
sum hann er skrivaður og tikin
upp, er tíðarleysur. Løgini eru
góð, óansæð nær tey verða givin
út, og vit hava gott tol.
Sunneva
Amerikanskt og enskt við nógvum føroyskum
- Komandi fløgan hjá okkum er
inspirerað av tí gamla, amerikanska,
men hon er framleidd í einum
enskum høpi. Hetta tilsamans við
nógvum føroyskum afturat ger
heildina deiliga gigguta, sigur Pætur
Zachariasson, forsangari í Boys in
a Band
Ken Thomas, ið áður hevur arbeitt saman við m.a Sigur Rós,
hevur verið við Boys in a Band í studio og framleitt tónleikin
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
post@sosialurin.fo