Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 33 - 15. februar 2008 Skrá: 09.00 Skráseting og morgunmatur 09.30 Vælkomin 09.35 Løgmaður setir ráðstevnuna 09.45 Shipping: Ein global vinna Jan Frits Hansen, varastjóri, Danmarks Rederiforening 10.15 Samstarv er neyðugt Klaus Kjærulff, CEO, Torm A/S 10.45 Stuttur steðgur 11.15 Uppkeyp og skráseting av einum reiðaríi John Rajani, leiðari fyri Corporate Finance í Føroya Banka 11.45 Frálandavinna: Soleiðis gera vit Anne Jorunn Møkster, CEO, Simon Møkster Shipping 12.15 Døgurðasteðgur 13.30 Frálandavinna: Vinnuøki fyri føroyingar? Albertus Zwiers, tekniskur stjóri, Mærsk Supply Service 14.00 Innveiting av tænastum Lassi Borðoy, stjóri, Sjóvinnudepilin CMM 14.30 Kaffisteðgur 15.00 Framløga av vinnumøguleikum: FAS Ólavur Gregersen, stjóri, Bitland 15.30 Er FAS-skipanin ein veruligur møguleiki? Vilhjálmur Gregoriussen, stjóri, Skipaeftirlitið 16.00 Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum endar ráðstevnuna Saman leggja vit lunnar undir nýggja vinnu Norðurlandahúsið 7. mars Stuðlar: Føroya Banki, Reiðarafelagið fyri farmaskip, Sjóvinnudepilin, Supply Service, Thor, Statoil, BP, Team beredskab. Tekning á www.industry.fo Ein millión til at marknaðarføra Føroyar Bjóðið verðini vælkomnari til Føroya at ferðast. Søkið nú um stuðul og verið við til at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál! Undanfarin ár eru 1.000.000 kr. settar av til serlig marknaðarátøk. Treytað av, at peningur verður játtaður til hetta átak á løgtingsins fíggjarlóg fyri 2008, vil SamVit bjóða til samstarv um at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Milliónin skal nýtast soleiðis, at føroysk virki/feløg, kunnu søkja um stuðul til verkætlanir eftir »krónu fyri krónu« háttinum. Hetta vil siga, at umsøkjarin letur eins stóra upphædd til verkætlanina, sum SamVit stuðlar við. Verkætlanir Minsti stuðul, ið verður latin einstakari verkætlan, er 50.000 krónur, og mesti stuðul er 250.000 krónur. Ganga fleiri saman um eina verkætlan, kann í serligum føri verða vikið frá hámarkinum, treytað av, at verkætlanin er av slíkari stødd, at stuðul kann verða latin. Nýskapandi tiltøk hava fyrimun. Verkætlanir, har tvey ella fleiri virkir/feløg ganga saman, hava eisini fyrimun. Verkætlanin skal ikki vera partur av vanligu marknaðarrøktini. Stuðul verður ikki latin til faldarar, uttan so at teir eru beinleiðis knýttir at verkætlanini, ið søkt verður um stuðul til. Tað ber til at samstarva við sambond uttanlands, men bert tann føroyski parturin í verkætlanini fær stuðul. Stuðulin verður útgoldin, tá ið verkætlanin er framd í verki. Upplýsingar Í umsóknini skal í øllum førum verða greitt frá: s endamáli s kostnaðarætlan s fíggjarætlan s tíðarætlan s samstarvspørtum Umsóknarblað Umsóknir skulu sendast SamVit á serligum umsóknarblaði, ið kann takast niður á www.samvit.fo, og sum annars er at fáa frá SamVit. Meira fæst at vita við at venda sær til Per Hansen á tlf. 30 69 00. Umsóknarfreist Umsóknarfreistin er 10. mars 2008. SamVit · undir Bryggjubakka 12 · Postsmoga 118 · FO-110 Tórshavn Tlf +298 30 69 00 · Fax +298 30 69 01 · www.samvit.fo