Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 klumman Nr. 33 • 15. februar 2008 Yes we can Eg sakni forførandi politikarar. Eg veit. Politikarar skulu loysa trupulleikar og klandrast við aðrar politikarar. Ja, eg veit. Men nú eru tvey val farin framvið, og ikki eina ferð hugsaði eg wauw ella yes. Ikki ein politikari hevði eina talu, sum retoriskt bara royndi at forføra áhoyrararnar. Hví kunnu føroyingar ikki eiga ein Barack Obama, sum lyftir retoriska arvin hjá Martin Luther King og tosar um vón, broyting og samanhald við einari styrki, sum fær fólk at spegla sær í einari stoltari tjóðarmynd? Eitt videolag er gjørt úr einari talu hjá Barack Obama. Heitið er Yes We Can. Einasti føroyski valsangurin, eg kenni, er “Hetta gongur ikki longur” hjá Kristiani Magnusen. Og hann bleiv so ikki afturvaldur. Landið Føroyar er í sær sjálvum ein mótsøgn. Vit liva her “against all odds”. Tí mugu politikarar gjarna forføra okkum. Fáa okkum at trúgva upp á okkum sjálvi og framtíðina. Mangla teir hugflog til talurnar kunnu teir passandi hyggja eftir nýggju sendirøðini “Tveir tímar” hjá Kringvarpi Føroya, sum byrjaði í Klaksvík seinasta sunnukvøld. Trý ymisk fólk á trimum ymiskum arbeiðsplássum vístu, at føroyingar kunnu. Vit kunnu fáa blómur at vaksa í kulda og myrkri, vit kunnu fáa lamin fólk at ganga, og vit kunnu bryggja, so einglarnir syngja. Yes We Can! Fyrst vísti Sjónvarpið okkum, at vit eru ymisk, og nú vísa tey okkum, at vit eru ófør. Frálíkt. Kanska hava politikararnir lært tað til næsta val. Heini bloggar úr Ísrael Komandi seks mánaðirnar fer Heini í Skorini, sum er í starvsvenjing á donsku ambassaduni í Tel Aviv, at skriva bloggar í vikuskiftisinnlegginum hjá Sosialinum. Heini fer at skriva um og úr gerandisdegnum í Ísrael. Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo A ssad kemur við einum bakka við kaffi og køkum. Blíður og týður. Mutlar lítil­ látin á vánaligum enskum, at hann er glaður fyri at síggja okkum í morgun. Síðani tekur bossurin yvir. Írin Paul Connelly. Leiðarin hjá Altjóða Reyða Krossi í Ísrael og hersettu økjunum. Ekstremt væl formuleraður. Og Assad, sum er úr Sýria og hoyrir til drus­ iska átrúnaðin, er hansara lokali assistentur. Vit eru hendan sólríka morgunin tíðliga í februar saman við Altjóða Reyða Krossi í Golan­heyggjunum norðast í Ísrael, sum Ísrael hersetti frá Sýria undir seksdagakrígnum í 1967 og formliga annekteraði í 1981. Eftir ein kaffimunn á eini lokalari matstovu við stórum vindeygum í 2000 metra hædd við fantastiskum útsýni yvir hvítklæddu Golan­ heyggjarnar, byrja vit rundferðina í hersettu fjøllunum. Og tað er ikki uttan orsøk, at Altjóða Reyði Krossur er virkin her. Eftir kríggið í 1967 end­ aðu 130.000 drusar á ísraelskari jørð. Bygdir vórðu kloyvdar í tvey. Familjur skildar sundur. Markirnar vórðu tiknar frá bøndrunum og jørðin løgd við minum. Og nýggja markið varð stongt fyri allari fólkaferðslu. Ein vanlukka fyri drusisku fjallabúgvarnar, sum í dag liva undir trongum korum. Lítið vatn. Avmarkað atgongd til jørðina. Og umgird av minum, sum í støðum liggja skamt upp at húsa­ veggjunum, og sum fyri stuttum tók lívið av eini 12 ára gamlari gentu, sum skreiddi í kavanum. ­ They want the land, but not the people, sigur Assad, meðan hann krympar eyguni í sterka sólarljósinum og skyggjandi hvíta kavanum. Tí er Paul Connelly til arbeiðis í Golan. Hann vil hava minurnar burtur. Hann vil hava Ísrael og Sýria at opna markið, so brotnaðu familjurnar kunnu hittast aftur. Um ikki annað so til brúdleyp og jarðarferðir. Men higartil eru Assad og hinir drusarnir í Golan framvegis gíslar í einum stórpolitiskum valdsdysti millum ísraelska og sýriska statin. *** Ísraelska stjórnin við Olmert, Barak og Livni á odda hava annað at hugsa um enn nakrar neyðars arabiskar fjallabúgvar. Tey kunnu fegnast um, at superterroristurin í Hizbollah­ leiðsluni Imad Mughniyah varð sprongdur í luftina í Damaskus týskvøldið. Men annars hava tey ikki so nógv at gleðast um. Seinasta vikuskiftið vóru 38 kassam­rakettir sendar úr Gaza inn í Ísrael. Eingin doyði av heimagjørdu og primitivu rakettunum, men ein níggju ára gamal drongur var á skeivum staði skeiva tíðspunktið og misti annað beinið. “Daddy, where is my leg?”, var forsíðan á ísraelsku avísini Haaretz sunnudagin. Rakettirnar úr Gaza hava lagt stórt trýst á ísra­ elsku stjórnina. Fólkið krevur action! Og knapp­ liga sakna partar av Ísrael gamla forsetan Ariel Sharon. Ein heykur, sum ikki spardi uppá krútið yvirfyri palestinum. Og almenna kjakið um eina hernaðarliga innrás í Hamas­stýrda Gaza­geiran harðnar dag um dag. ­ They are crazy! They don´t understand, that every Israeli attack creates new and more terrorists, sigur 21 ára gamla Attalia á einum náttklubba í Tel Aviv. Attalia er í herinum, men í kvøld slær hon seg leysa. ­ When you wear an ugly uniform from Monday to Friday, you´ll rather be free from all this war gossip in the weekend, slær hon fast. Men hon sleppur ikki so fyri Ilan. Ein skinnaður maður miðskeiðis í 40´unum, sum kulkar øl og snaps í seg. ­ They will never stop the attacks. A military enforced regime­change is the only solution, sigur hann illbrýntur. Attalia tímir ikki at tosa meiri um kríggj, og so fer Ilan í staðin at tosa um dóttrina í Finnlandi, sum hann saknar, so tað pínir. Ósemjan millum Attaliu og Ilan hetta fríggja­ kvøldið í náttarlívinum í Tel Aviv endurspeglar grundleggjandi ósemjuna millum høgravongin og vinstravongin í Ísrael: Filosofiin hjá høgra­ vonginum er, at um tú hevur tíggju terroristar og drepur tríggjar, so eru sjey eftir. Filosofiin hjá vinstravonginum er, at um tú hevur tíggju terroristar og drepur tríggjar, so leggjast seks nýggir afturat, og so eru trettan terroristar. So er upp til hvønn einstakan at velja... heini_skorini@yahoo.com Kavi, kríggj og knústir dreymar Írin Paul Connelly (høgrumegin), leiðarin hjá Altjóða Reyða Krossi í Ísrael og hersettu økjunum, greiðir undirritaða frá torføra lívinum í drusisku fjallabýunum í hersettu Golan-heyggjunum norðast í Ísrael, sum Ísrael hertók frá Sýria í seksdagakrígnum í 1967 Mynd: Catherine Meier