Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 15. februar 2008 3 Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 36 00 00, Faks 36 00 01, meginskrivstovan@naerverk.fo sansir.fo Nærverkið er ein samansettur stovnur við stórum búskapi. Tí krevur tað eitt gløgt høvd við hepnari hond at stýra hesum – er tað tú? Nærverkið er ein umfatandi stovnur, sum hevur ábyrgdina av f ølbroyttum tilboðum til bæði børn og vaksin. Vit hava brúkarar kring alt landið, sum hava tørv á umsorgan, røkt, stuðul og heilsufremjan. Talan er tískil um ein stovn, sum tekur sær av einum stórum parti av bleytu virðunum her í Føroyum. Búskapardeildin er ein nýggj deild í Nærverkinum. Høvuðsuppgávurnar eru at taka sær av fíggjarstýring, játtanareftirliti, roknskaparhaldi og lønaravgreiðslu við øllum teimum avbjóðingum, sum hetta inniber bæði inneftir í Nærverkinum og úteftir til samstarvspartar, myndugleikar v.m. Tú fært ábyrgdina av at uppbyggja, menna og leiða hesa deildina, og tú skalt tí duga at bróta upp úr nýggjum og bøta um og seta í verk tær fyriskipanir, ið eru galdandi. Deildin hevur tvørgangandi virkisøki. Tú fært sostatt stóra ávirkan og kemur dagliga í samband við spennandi fólk, sum brenna fyri sínum yrki. Nærverkið umsitur uml. 460 milliónir krónur árliga og fevnir um uml. 1400 starvsfólk kring landið. Tú skalt tí hava góð evni til at samstarva við deildir og stovnar og stýra einum samansettum búskapi. Tú verður partur av leiðslubólkinum í Nærverkinum, har tú kemur at arbeiða saman við leiðarunum á hinum deildunum í Nærverkinum. Títt arbeiðspláss verður á Argjum í nýggju hølunum hjá Meginskrivstovuni. Her leggja vit dent á, at øll skulu kenna seg væl, og at tænastan er í hásæti, bæði tá tað snýr seg um starvsfólk og viðskiftafólk. Góðir møguleikar eru fyri menning og eftirútbúgving. Leiðarin fyri Búskapardeildina hevur beinleiðis tilvísing til stjóran í Nærverkinum. Vit vænta: tat tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni og møguliga eftirútbúgving tat tú hevur hollar leiðslu- og starvsroyndir tat tú hevur kunnleika til KT sum arbeiðsamboð tat tú kennir til almenna fyrisiting Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið umfatar Nærverkið og deildir undir tí. Uppýsingar um starvið fáast við at venda sær til Nærverkið, Meginskrivstovuna á telefon 360000 og tosa við Mary í Garði, stjóra. Starvið verður sett sum skjótast. Send eina umsókn við avriti av prógvum og viðmælum til: Nærverkið Argjavegur 26, Argir Postsmoga 3037, 110 Tórshavn Stílað: Mary J. í Garði, stjóri Tlf. 360000, faks 360001 Umsóknarfreist: Fríggjadagin 14. mars 2008. Lesið meira á www.naerverk.fo Dugir tú at ansa eftir bleytu virðunum? Leiðari til Búskapardeildina SA MSK IPAN SAMSTARV LEIÐSLA www.naerverk.fo Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 36 00 00, Faks 36 00 01, meginskrivstovan@naerverk.fo sansir.fo Tú hevur visjónirnar og evnini at leiða. Tú torir at hugsa nýtt og dugir at samstarva tætt við stovnarnar, sum hoyra undir Trivnaðar- tænastuna. Korini hjá menningartarnaðum hava tín serliga áhuga, og tú brennur fyri at geva teimum bestu karmarnar. Trivnaðartænastan hjá Nærverkinum er ein sera týðandi stovnur, sum hevur ábyrgdina av tilboðum til fólk við serligum tørvi. Tað vil siga bústaðarviðurskifti umframt tilboð um virkni og umlætting. Virksemið er kring alt landið. Trivnaðartænastan umsitur 86 milliónir krónur árliga og fevnir um 21 stovnar og 223 starvsfólk. Tú skalt tí hava evnir til dagliga at samskipa og samstarva við allar hesar stovnar. Tú verður partur av leiðslubólkinum í Nærverkinum, har tú kemur at arbeiða saman við leiðarunum á hinum deildunum í Nærverkinum. Trivnaðartænastan skal áhaldandi mennast, og tú mást tí hava hegni og evni at hugsa nýtt, fi nna loysnir og fremja tær í verki. Tú skalt vera savnandi, duga at skapa sambond og eisini at varðveita tey. Nærverkið er eitt f ølbroytt arbeiðspláss, har eingin dagur er eins. Økið hevur sera stóran almennan áhuga, og tað er ein avbjóðing at liva upp til tørvin hjá brúkarunum og teirra avvarðandi og krøvini frá politisku skipanini. Tú fært stóra ávirkan og kemur dagliga í samband við spennandi fólk, sum brenna fyri sínum yrki. Møguleikarnir fyri eftir- útbúgving eru góðir. Vit vænta: tBUUÞIFWVSWJ§LPNBOEJWÓ§BSJÞUCÞHWJOH og møguliga eftirútbúgving tBUUÞIFWVSIPMMBSMFJ§TMVPHTUBSWTSPZOEJS tBUUÞLFOOJSUJMBMNFOOBGZSJTJUJOH Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Leiðarin fyri Trivnaðartænastuna hevur beinleiðis tilvísing til stjóran í Nærverkinum. Upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Nærverkið á telefon 360000 og tosa við Mary J. í Garði, stjóra. Starvið verður sett sum skjótast. Send eina umsókn við avriti av prógvum og viðmælum til: Nærverkið Argjavegur 26, Argir Postsmoga 3037 110 Tórshavn Stílað: Mary J. í Garði , stjóri Umsóknarfreist: Týsdagin 11. mars 2008. Lesið meira á www.naerverk.fo Hevur tú yvirlit, innlit og innliving? Leiðari til Trivnaðartænastuna SAMSK IPAN MOTIVATIÓN SAMSTARV www.naerverk.fo