Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 33 - 15. februar 2008 tíðindi Vegna støðugt økt virksemi søkir Valdemar Lützen Byggibúð á Skálatrøð eftir lærlingi, at arbeiða í byggibúðini. Viðkomandi kemur at fáast við at avgreiða kundar okkara innan: Amboð & maskinur, Ruko lás og lyklar, urtagarðsútbúnað og annað innan byggimarknað. Førleikakrøv: Vit ynskja ein persón, ið dámar væl at fáast við fólk. Ein positivan og ídnan persón, ið ikki er bangin fyri at fáa ymiskar arbeiðsup- pgávur og taka hond í. Viðkomandi skal vera røkin og møta væl til ásettu arbeiðstíðirnar. Vit kunnu bjóða: Eitt sera gott og spennandi arbeiðsumhvør- vi niðri við sjóvarmálan, har tú sum 4. sølu- maður kemur at arbeiða saman við einum sterkum søluliði, ið heldur væl saman Tað at arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar, ger at ein ikki følir seg at arbeiða við tí sama hvønn dag. Umsókn skal sendast til: Valdemar Lützen Byggibúð Skálatrøð 14, postboks 20, 110 Tórshavn Att: Høgni Lützen Fyrispurningar skulu rættast til: Høgna Lützen - Telefon 30 10 20 Lærlingur søkist Kundi tú hugsað tær eina framtíð innan handilsyrkið? Vit hava pláss fyri einum lærlingi (m/k) í fyritøku okkara. Vit kunnu bjóða tær: • Eitt avbjóðandi starv í eini spennandi vinnu í støðugari menning • Eitt starv, har tú gerst partur av einum góðum toymi, har arbeiðsandin er av teim bestu og fokus verður sett á trivnaðin hjá tí einstaka starvsfólkinum • Tryggar arbeiðsumstøður • Góðar møguleikar fyri persónligari menning Tú mást hava HH ella FHS prógv. Lærutíðin er ávikavist 2 ella 3 ár. Tú mást vera fryntlig/-ur, samstarvsáhugað/- ur, ágrýtin og til reiðar at taka við nýggjum lærdómi. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til okkara og tosa við Jógvan Magnussen, handilsleiðara ella Anniku Krosstein, stjóra. Umsóknarfreistin er 1. mars 2008. Er hetta nakað fyri teg, so send okkum eina um- sókn saman við prógvum og viðmælum til: P/F Svend Krosstein Postboks 3229 FO-110 Tórshavn Viðm: Lærupláss Falkavegur 6 · FO-100 Tórshavn · Tel. 34 46 00 Fax. 34 46 01 · T-post: krosstein@krosstein.fo P/F Svend Krosstein er ein fyritøka í støð- ugari menning, sum í løtuni hevur 20 fólk í fulltíðarstarvi. P/F Svend Krosstein er einasta HVS-heilsøla í Føroyum og hevur harafturat størsta HVS-handilin í landinum. Vit selja alt tilfar til vatnveitingar, hitaverk, sanitet og ventilatión. Eisini selja vit byrsur, patrónir, fiskireiðskap og annað. Restaurant Merlot í Havn hevur skift eig­ara. Mánadag­in tekur Ruben Busk yvir matstovuna, sum Petur Petersen hevur rikið seinasta slaka árið MATSTOVA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Restaurant Merlot hevur skift eigara. Ruben Busk í Hósvík hevur tikið yvir mat­ stovuna, sum Petur Petersen, vanliga nevndur Petur Øl, hevur rikið seianstu níggju mánaðirnar. ­ Summi fara ein salt­ fiskatúr fyri avreagera, með­ an onnur velja at keypa eina matstovu. Tað gjørdi eg, sigur Petur Petersen, sum tey flestu munnu kenna frá avgreiðsluni hjá Føroya Bjór í Havn, sum hann – og ikki minst foreldrini, Anna og Martin Petersen, vóru ímyndin av í nógv ár. Petur er útbúgving kokk­ ur. Hann hevur m. a. starvast á frægum matstovum í Keypmannahavn, men sein­ astu mongu árini hevur hann rikið avgreiðsluna hjá Føroya Bjór í Havn. Fyri sløkum ári síðani fór hann úr hesum starvi og keypti matstovuna Merlot, men nú hevur hann aftur selt. Tað er Ruben Busk, sum hevur keypt matstovuna. Hann hevur seinastu tíðina verið kokkur á matstovuni Gourmet í Havn og fyri ta tíð á Hotel Føroyum. Hann er dani, hevur føroyska konu, og tey búgva í Hósvík saman við tveimum synum. Ruben Busk er útbúgvin kokkur fyri tíggju árum síðani í Danmark, og hann hevur eisini drúgvar royndir hagani. Hann hevur havt egna café í Esbjerg og hevur arbeitt á øðrum matstovum har. Fyri nøkrum árum síðani kom hann til Føroya og arbeiddi á Hotel Hafnia. ­ Mær dámdi sera væl hesa tíðina, har eg eitt nú arbeiddi saman við kendu sjónvarpskokkunum, Gud­ mundi, Benny og Joen Pet­ er. Ruben flutti aftur til Før­ oya við húski fyri hálvum øðrum ári síðani. ­ Eg eri sera fegin um, at eg fekk møguleika at keypa matstovuna. Eg trúgvu upp á hesa vinnuna og ikki minst upp á hesa matstovuna, sum Petur hevur arbeitt so væl upp, sigur Ruben Busk. Hann fer at leggja dent á at hava høga góðsku. ­ Eg fari ikki at ganga upp á kompromis við rávør­ um. Merlot er kent fyri hugna og fyri góðsku, og hesum ætli eg mær at halda fram við, sigur hann. Fyrstu tíðina verður hann einsamallur kokkur, men hann væntar, at hann skjótt skal hava partíðar kokk aftur at sær. Ruben Busk sigur, at høv­ uðsmálbólkur hansara sjálv­ andi er føroyingar. Men í ferðafólkatíðini fer hann sjálvandi eisini at leggja seg eftir tí marknaðinum, eitt nú við fiskarættum og onkrum føroyskum spesialit­ eti. Føroyingar flestir vilja hava gott kjøt og góða sós, og teir skulu teir eisini fáa, sigur hann. Ruben Busk tekur yvir matstovuna mánadagin. Petur Petersen hevur átt og rikið matstovuna Merlot seinasta slaka árið. Mándagin yvirtekur Ruben Busk matstovuna. - Merlot er kent fyri hugna og fyri góðsku, og hesum ætli eg mær at halda fram við, sigur nýggi eigarin og kokkurin á Restaurant Merlot Mynd: Jens Kristian Vang Petur Øl hevur selt Merlot