Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 • 15. februar 2008 Vikuskifti 4 - Hetta er stórt fyri SÍ og Sørvág. Eg vænti, at høllin á Nabb verður stúgvandi full við sørvingum. Tað hevur gingist væl hjá bæði kvinnum og monnum. Og tað er stórt fyri felagið, sum bara hevur góð 15 ár á baki, sum flogbóltsfelag at koma í steypa- finaluna hjá bæði monnum og kvinnum. Eg vænti, at har verða fleiri sørvingar at síggja til steypafinalurnar, sum ikki hava sæð ein flogbólt í lívinum fyrr. Jón Nielsen gleðir seg til tað dupulta steypabrakið hjá sørvingum leygardagin. Hann fegnast eisini um uppbakkningin, teir hava í landskappingini. Har teir eisini uppliva, at 40-50 sør- vingar fylgja teimum til útidystir. Heima í Sørvági er eisini fitt av áskoðarum. – Men einki kann javnmetast við steypafinaluna, har fleiri hundrað áskoðarar koma, og øll høllin á Nabb kókar. Enn hava vit ikki upplivað slíkt í landskappingini. Jón slær fast, eins og øll onnur, sum leika flogbólt, at steypa- finaludagurin er hátíðardagurin hjá flogbóltsleikarum og fjepparum í Føroyum. Hann letur ongan iva verður um, at hann hatar at tapa. - Hatta hugtakið: “Tab og vind med samme sind” er tað dummasta, eg havi hoyrt. Eg sigi akkurát, sum er: vinna kvinnurnar sína finalu, og tapa vit okkara, so fari eg ongan veg á veitslu. Eg fari ikki í veitslu uttan so, at vit eisini vinna. So siti eg heldur heima. Jón er avgjørdur, men hann veit, at tað er sera javnt ímillum tey fýra liðini í Meistaradeildini. – Hesar seinastu mánaðirnir er tað bara ein dystur, sum er endaður 3-1, hinir eru farnir til ein “javnbrótara” og eru endaðir 3-2, sigur Jón, sum heldur, at sannlíkindini verða rættuliga stór fyri, at steypafinalan eisini gerst ein fimm-settari. Formurin, dagurin og rutinan verður avgerandi. Jón heldur eisini, at stuðulin frá viðhaldsfólkunum kann gerast ein avgerandi faktor, tí ein steypafinala við snøggum rammum og nógvum gangi kann spæla ítróttarfólkum eitt lítið puss. Serliga liðnum, sum liggur undir trýstinum. Búði á vøllinum Jón er uppvaksin í Sørvági. Longu 4 ára gamal fór hann oman á vøllin í Sørvági at sparka saman við javnaldrunum. Hann brúkti so nógvar tímar niðri á vøllinum, at foreldrini – Høgni og Elsa – máttu fara oman eftir honum hvørt kvøld. Komin upp í pinkulingaaldur gjørdist Jón partur av SÍ. Teir vunnu allar økiskappingar vesturi í Vágum, øll barnaárini. Onkrir dystir ímóti MB og SÍF lógu um 30-0. So royndu javnaldrarnir í MB og SÍF at manna eitt lið saman, men teir fingu eisini bank. So royndu teir í MB og SÍF at fáa nakrar vestmenningar uppí liðið hjá sær, men tað hjálpti lítið. Tó gjørdust Jón og javnaldrarnir ov stuttir í meistarabólkinum. Jón var 15 ára gamal tá hann leikti sín fyrsta dyst fyri SÍ í vaksna- mannadeildini. Hetta var suðuri í Sumba. – Tað gekk snøgt sagt av tr...... til. Vit blivu bankaðir sundur og saman, 8-1. Tað var ræðuligt. At liggja undir í ítrótti liggur ikki til Jón. Jón er systkinabarn við fótbóltslegendina: Torkil Nielsen. – Vit røða nógv um ítrótt, tá vit koma saman í Nielsen-ættini. Vinnaramentaliteturin breðgur ikki úr ætt. Jón hevur eisini leikt við FS Vágum og AB. Í bæði FS Vágum og AB hevur hann roynt at vinna næstbestu deildina, sum hava verið størstu upplivingarnar hjá honum í fótbólti. Hann hevur skrivað undir við AB fyri 2008. – Tey eru ótrúliga fitt úti á Argjum. Mær dámar stak væl har úti. Nógva venjingin í bæði flog- bólti og fótbólti, onkra viku upp í 9-10 tímar hevur tó sett síni spor. Ein diskosprolapsur breyt út hjá Jón, og tí velur hann at satsa totalt uppá flogbóltin fyri fyrst. – Eg havi eina avtalu við Allan Mørkerø, AB-venjara, at eg verið fult við í venjingunum hjá AB, tá flogbóltskappingarárið er liðugt í mars mánaði. So má eg bara syrgja fyri at venja og spæla meg inn á liðið tá. Jón vil ikki belasta kroppin meir, enn gagnligt er, og tað hevur týdning fyri hann at gera flogbóltin væl lidnan, áðrenn hann tørnar til fyri AB aftur. Jón byrjaði fótbóltsárið í 2006 í SÍ, men móti kappingarenda gjørdist hann ein funnin fressur hjá AB, og var við til at leika teir upp í Formuladeildina. Hann minnnast við gleði aftur á eldsálina, Tórálv Stenberg, sála, sum fekk yvirtala hann at koma til AB. Hann fegnast eisini um, at bygdarmennirnir bakkaðu hann upp, tá hann valdi hin tiltikna, veðurbarda vøllin, sum sín heimavøll. Gullið manglar Tey sum hava sæð Jón vita, at hann er ein dugnaligur fótbólts- leikari, men tað er í flogbólti, at hann hevur sligið bóltarnar í gólvið, og sligið sítt navn fast í føroyska ítróttarheiminum. Hann hevur verið við til tríggar oyggjaleika-kappingar, og hevur vunnið silvur og bronsu. Hann var við í Gotlandi í 1999, Hetlandi í 2005, og á Rhodos í 2007. Hann hevur eisini verið við til C-EM, sum hann metir verða bestu ítróttarligu upplivingarnar sum flogbóltsleikari. Hann dylur ikki fyri, at eitt landslið er ein motivasjónsfaktorur og ein gula- rót, men enn manglar hann at vinna oyggjaleikagull. Og sum tann avgjørdi vinnarin hann er, sigur hann avgjørdur: - Eg vil vinna hatta oyggja- leikagullið. Tað er gullið, sum er orsøkin til, at ein hevur møtt til allar landsliðsvenjingarnar, sigur hann. Tað sæst á Jón, at hann fær neyvan frið í sína ítróttarsál, fyrr hann hevur vunnið gull á oyggjaleikunum. Byrjaði 13 ára gamal SÍ er aldargamalt felag í fótbólti. Men flogbólturin gjørdist ikki partur av felagnum, fyrr enn fyrst í 1990-unum. Elisabeth Rasmus- sen og Jákup á Stongum vóru undangongufólkini, og tað var skjótt, at Jón gjørdist partur av flogbóltsumhvørvinum. Hann og javnaldrarnir stóðu seg væl í flogbólti. Teir vunnu dreingir 14, dreingir 16 og mans- unglingar. Jón hevur so eisini roynt at vunnið bæði FM og steypakappingina við SÍ. Men tað ætlar hann ikki at liva uppá. Maðurin, sum stoypir hús, ætlar at fáa fult hús við SÍ. Bæði steypakapping og FM. Vinnur Jón ikki steypið leygar- dagin, verður hann við hús! Í sínum dagliga starvi fæst hann við stoyping og stoypiformar. Men betongmaðurin hjá SÍ og liðfelagarnir eru í góðum formi til at fáa steypið aftur til Sørvágs Ítróttarprofilurin Heri Simonsen heri@sosialurin.fo Jón um Beachvolley: - Havi ikki spælt Beachvolley sjálvur. Var burturstaddur tá kappingin var í Sandágerði á sinni. Men Beachvolley riggar rættuliga væl, tá nøkur vøkur sprund leika hetta slagið av flogbólti. ... um veðurlagið við vøllin á Argjum: - Eg havi nógv gott at bera fólkunum í AB. Men veðurlagið við fótbóltsvøllin á Argjum er ræðuligt. Ringastu veðurlíkindi, eg havi upplivað sum fótbóltsleikari, hevur verið úti á Argjum. Viðhvørt kann verða so nógvur vindur, at tað kann avgera ein dyst. Jón stoypir grundi til steypasigurin