Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 15. februar 2008 5 Søkt verður eftir starvsfólki til Radiodeildina hjá FT Net Radiodeildin hjá FT Net hevur høvuðssæti hjá Føroya Tele í Hoyvík, men arbeiðið verður gjørt um alt landið. Nógv útgerð hjá FT Net stendur í náttúruvøkrum umráðum víða um landið, tí er starvið sermerkt á tann hátt, at tú arbeiðir við hátøkni, samstundis sum tú fært møguleikan fyri at vera nógv úti í náttúruni. Vit kunna bjóða einum komandi starvsfelaga eitt arbeiðsumhvørvi við nógvum spennandi og fj ølbroyttum tekniskum uppgávum, har góðir møguleikar eru fyri persónligum og fakligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi. Starvsinnihald Sum starvsfólk á radiodeildini verður tú við til at menna og reka tráðleysar skipanir í tøttum samstarvi við tínar starvsfelagar. Arbeiðið fevnir um allar tráðleysar skipanir, so sum: • Mikrobylgju-linkar • Tráðleysu skipanirnar WiMAX og WiFi • Sjónvarps- og útvarpssendinet • Mastra- og antennuskipanir • Fartelefonkervið GSM Førleikakrøv Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi tekniska útbúgving sum t.d. elektronikkmekanikari, elektronikkteknikari, diplom verkfrøðingur ella viðkomandi fakligar royndir. Umframt hetta vænta vit, at tú ert: • ágrýtin og hevur hug at taka við tekniskum avbjóðingum • dugir væl at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í samstarvi við onnur • dugir væl at arbeiða við teldum og telduforritum • ert væl fyri likamliga, sum t.d. at ganga í haganum, tá farið verður at arbeiða í radiosmáttum og mastrum Umsókn og treytir Starvið verður sett 1. apríl ella skjótast gjørligt. Lønin verður ásett samsvarandi royndum og útbúgving. Fleir upplýsingar fáast hjá Jóhan Poulsen, leiðara á Radiodeildini tel 243649 ella á Starvsfólkadeildini á tel 303030. Umsóknir skulu vera Føroya Tele í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. februar 2008, og tær skulu sendast til: Føroya Tele Starvsfólkadeildin Postsrúm 27 110 Tórshavn ella starvsfolkadeildin@ft.fo Føroya Tele er ein fyritøka í stórum vøkstri, sum eftir fáum árum hevur ment seg til eina eff ektiva og nútímans fyritøku, ið er kappingarfør á øllum økjum. Vit hava sett okkum fyri at menna nýggjar tænastur og bjóða føroyska marknaðinum bestu tænastuna og nýggjastu tøknina. FT Samskifti er dótturfelag í samtakinum Føroya Tele. Í FT Samskifti starvast 100 fólk, og fyritøkan tekur sær av marknaðarføring, sølu, tænastu, kundarøkt og samskifti við privat- og vinnukundar hjá Føroya Tele. STARVSFÓLK TIL RADIODEILDINA HJÁ FT NET sansir.fo Sölufólk til Föroya Bjór Föroya Bjór er eitt nýmótans virki, sum luttekur í spennandi og avbjóðandi kapping við altjóða fyritökur. Á Föroya Bjór hava vit langt síðan skilt boðskapin um, at nýskapan og menniskjaligt tilfeingi er vegurin fram – og nú leita vit eftir tær. Arbeiðsuppgávur Hövuðsuppgáva tín verður at marknaðarföra og selja vörur hjá Föroya Bjór – alt frá vælkendu framleiðsluni til spildurnýggj produkt – har partur av starvinum er at samskipa marknaðartiltök og at seta tey í verk. Tú fert at arbeiða um allar Föroyar, við skrivstovu á Föroya Bjór í Havn. Útbúgving og förleikar Tú hevur royndir í yrkinum, dugir sölukynstrið og hevur ans fyri, hvat rörir seg á marknaðinum. Tú hevur hóskandi útbúgving. Lön Lönin verður ásett sambært avtalu. Umsóknir og umsóknarfreist Umsóknir við avritum av prógvum og viðkomandi skjölum kunnu sendast við vanligum brævi til Föroya Bjór, Postsmoga 4, FO-710, Klaksvík, ella við teldu- brævi til Einar Waag, stjóra, einar@foroya-bjor.fo. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin, 19. februar. Vilt tú hava meira at vita um starvið, vinarliga send ein teldupost til Einar Waag, einar@foroya-bjor.fo. P/f Föroya Bjór er öl- og mineralvatnsvirki, stovnað í 1888. Felagið hevur framleiðslu í Klaksvík og avgreiðslur og goymslur í Klaksvík, Leirvík, Havn, Skálavík og á Tvöroyri. Um 40 fólk starvast hjá P/f Föroya Bjór kring landið.