fríggjadagur 15. februar 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 33 • 15. februar 2008
- Hatta hugtakið: “Tab og vind med
samme sind” er tað dummasta, eg
havi hoyrt. Eg sigi akkurát, sum er:
vinna kvinnurnar sína finalu, og tapa
vit okkara, so fari eg ongan veg á
veitslu, sigur flogbóltsspælarin Jón
Nielsen, sum leygardagin spælir
steypafinalu fyri SÍ
Mynd: Jens Kr. Vang
Navn:
Jón Nielsen
Føddur:
20. mai 1980
Bústaður:
Sørvágur
Feløg: (Flogbóltur:) SÍ og Fleyr
(Fótbóltur:)
SÍ, AB og
FS Vágar
Fakta
... um Oyggjaleikirnar:
- Oyggjaleikirnir hava stórt sæð verið ein góð avbjóðing
fyri flogbóltslandsliðini, um vit hyggja burtur frá nøkrum av
teimum innleiðandi dystunum. Tó er tað meiri spennandi
fyri okkum at líka í C-EM, ímóti javnsterkum, og eitt sindur
sterkari tjóðum. Hvør dystur er mennnandi og spennandi.
... um enskan fótbólt:
- Eftir mínum tykki er Premier League besta og mest
spennandi kapping í heiminum. Eg fylgi trúliga við
Manchester United. Men har kundi gingið heldur betri í
skrivandi stund.
na