fríggjadagur 15. februar 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 33 - 15. februar 2008
Útbygging
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Tvey fundarrúm og eitt ráð
stevnurúm til 60 fólk í erva
og eitt stórt ráðstevnu, sjón
leikar og framsýningarrúm
í neðra, er ítøkiliga úrslitið
av útbyggingini av Norður
landahúsinum.
Tilsamans
fær húsið slakar 700 fer
metrar at búleikast í afturat,
og hetta svarar til, at gólv
víddin verður økt við á leið
25 prosentum.
Í gjár var reisigildi í
nýggja tilbygninginum, sum
verður knýttur til verandi
hús við tveimum gongdum.
Stjórin í Norðurlandahús
inum gleðir seg til at taka
nýggja bygningin í brúk.
Nú hava vit frálíkar
møguleikar at víðka virk
semið, sum til dømis at
gera meiri fyri børn og ung
og at økja um ráðstevnuvirk
semið, sigur Niels Halm,
stjóri.
Hann vísir á, at longu
síðsta ár vóru umboð fyri
danska ráðstevnufyrireikar
ar í Føroyum og hugdu eftir
umstøðunum, og hesi vóru
sera væl nøgd við tað, tey
sóu.
Vit hava gjørt ráð
stevnubransjuna vart við, at
tað er líka so lætt at koma
til Føroya at halda ráð
stevnu, sum at fara til Aal
borg. Og her fáa luttakar
arnir bæði eina náttúru og
atmosferuuppliving, sum
tey ikki fáa aðrastaðni, sig
ur Niels Halm.
Útbyggingin, sum bæði
Mentamálaráðið og Tórs
havnar
kommuna
hava
stuðlað, verður liðug í apríl.
Í sambandi við at nýggi
tilbygningurin verður tikin
í nýtslu, og at tað í ár eru 25
ár liðin, síðani Norðurlanda
húsið varð bygt, fer húsið at
skipa fyri stórum jubileums
tiltaki fríggjadagin 9. apríl.
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Heimatænastan
Endurlýsing eftir Deildarleiðarum til
Heimatænastuna í Suðurstreymoy - øki 1
Heimatænastan í Suðurstreymoy søkir
eftir deildarleiðarum.
Heimatænastan í Tórshavn er býtt í 3 økir,
Vestur-, Eystur- og Miðøkið. Í hvørjum øki
er ein tvørfakligur bólkur av starvsfólki
við heilsuhjálparum, heilsurøktarum og
sjúkrarøktarfrøðingum. Til hesar tvør-
fakligu bólkarnar sóknast vit eftir 3
deildarleiðarum.
Deildarleiðarin hevur dagligu leiðsluna
av einum tvørfakligum bólki og sam-
starvar í toymi saman við hinum deild-
arleiðarunum og deildarleiðaranum fyri
sambýlini.
Deildarleiðararnir eru undir leiðslu av
økisleiðaranum. Uppgávan verður,
saman við starvsfólkunum og leiðslu-
toyminum at skipa eina samansjóðaða
tænastu, har vit við umsorgan stuðla
undir virkisførleika og vælveru hjá tí
einstaka borgaranum.
Vit vænta av tær, at tú
• Hevur útbúgving innan heilsurøkt
• Hevur hug og hegni at leiða og fyrisita
• Evnar at samstarva við bæði brúkara,
avvarðandi, starvsfólk og leiðslu
• Hevur telduførleika á brúkarastøði
• Royndir og útbúgving í fyrisiting og
leiðslu er ein fyrimunur
Sum deildarleiðari hevur tú ábyrgdina av
• Dagligu leiðsluni og fakligu ábyrgdini
av veittum tænastum.
• At leiða, stuðla og menna starvsfólki
• At virka verður innan givnar fíggjar-
karmar
Vit kunnu bjóða
• Eitt dynamiskt og fjølbroytt starv
• Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
• Eitt starv við nógvum avbjóðingum
• Fakliga og persónliga menning
Setanartreytir
Lønar og setanartreytir eru sambært
sáttmála við Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Um tú ynskir at vita meira um starvið
kann tú venda tær til Ceciliu Vestureið,
økisleiðara, ceciliav@naerverk.fo ,
tlf. 31 72 49 ella 21 72 49
Umsókn
Umsóknin skal sendast og stílast til:
Nærverkið
Meginskrivstovan
Argjavegur 26
100-Tórshavn
Stílað: Gunnleyg Durhuus, leiðari
Viðmerkt: umsókn
Umsóknarfreist 29. februar 2008.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Norður-
landahúsið
fær betri
pláss
Fermetratalið í Norðurlandshúsinum verður
økt við einum fjórðingi, tá útbyggingin verður
liðug í apríl. Í gjár var reisigildi fyri nýggja
tilbygninginum
Frá reisigildinum hjá Norðurlandahúsinum seinnapartin í gjár
Niels Halm, stjóri
í Norðurlanda
húsinum, og
Jákup Simonsen,
mentanarleiðari
í Tórshavnar
kommunu,
avmyndaðir í
sambandi við
reisigildið í gjár
Norðurlandahúsið fær
slakar 700 fermetrar
afturat at búleikast í,
tá nýggi tilbygningurin
verður tikin í nýtslu í apríl