fríggjadagur 15. februar 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 • 15. februar 2008
Vikuskifti
6
25 ára gamla Ann Elisabeth
Berg – Lizzie - hevur rættiliga
vunnið seg upp á tónleikatindin í
Danmark.
Hon eigur populerasta sangin í
donskum popptónleiki í løtuni, og
seinastu vikurnar hevur hon ligið
ovast á fleiri donskum hitlistum
við sanginum Ramt I Natten.
Stakfløgan hevur fingið platin-
virðisløn, tí hon hevur selt fleiri
enn 15.000 eintøk, og sangurin
nærkast nú eini platin-virðisløn
afturat. Ramt I Natten hevur
eisini ligið ovast á Tjeklistanum
hjá Danmarks Radio, og á
iTunes er sangurin tann mest
downloadaði danski sangurin í
løtuni.
Tað hevur gingið við rúkandi
ferð hjá Lizzie, tí hetta er fyrsti
sangurin, sum hon hevur givið út
í Danmark, og gjøgnumbrotið hjá
henni komið nógv fyrri, enn hon
sjálv hevði roknað við.
- Tað hevur gingið sera skjótt
hjá mær. Eg hevði roknað við,
at eg skuldi brúka nógv longri
tíð til kom fram sum sangari. Eg
havi arbeitt við tónleiki í nógv
ár, og alt hevur tikið langa tíð,
men nú tá fyrsta stakfløgan hjá
mær kom út, fór hon upp á tindin
beinanvegin. Tað er stuttligt, men
eg skal líka venja meg til hetta,
sigur Lizzie.
Gingið betur enn
væntað
Lizzie hevði ikki roknað við, at
sangurin Ramt I Natten skuldi
fara at klára seg so væl, sum
hann hevur gjørt.
- Eg dugi illa at siga, hví hesin
sangurin er blivin so populerur. Eg
havi sjálv skrivað og gjørt sangin,
og eg havi hoyrt han óteljandi
ferðir í studio. Men kanska
appelerar hann til eina breiða
fjøld. Sangurin er lættur at syngja
við til, og beatið er lætt at dansa
til, sigur hon.
- Tá eg skrivi tónleik, so byrji
eg við beatinum. Eg hoyrdi hetta
80’ara beatið, og mær dámdi
tað sera væl . Tað byrjaði við
rútmunum, og so komu lagið og
teksturin.
Tað verður sagt um tónleikin
hjá Lizzie, at hann hevur fingið
íblástur frá poppinum í 80’unum.
- Um tú lurtar eftir fløguni hjá
mær, so er tað ikki bara 80’ara
poppur. Eg havi blandað ymisk
sløg av tónleiki, og eg havi
eisini brúkt nakað av tí góða frá
80’unum.
Tónleikur í blóðinum
Hóast hon ikki hevur verið
millum kendastu tónleikararnar í
Føroyum – fyrr enn nú - so Lizzie
Rýmdi av landinum o
Ummælini eru ymisk
Danska heimasíðan Gaffa.dk, sum fylgir væl við í tónleiki, gevur fyrstu útgávuni hjá
Lizzie heldur ivasamt ummæli. Ummælarin heldur, at Lizzie rakar við síðuna av sínari
útgávu, og hon fær bert tvær av møguligum seks stjørnum. Hinvegin er ummælarin
Hennin Høeg á BT meira jaligur mótvegis útgávuni Ramt I Natten. Hann heldur, at
framleiðslan er í topp, og honum dámar sera væl røddina hjá Lizzie. Høeg heldur,
at júst stóra hittið Ramt I Natten er besti sangurin hjá Lizzie, men aðrir sangir á
útgávuni fanga eisini, sigur hann. BT gevur Lizzie fýra av seks stjørnum.
- Føroyar eru ikki so stórar, og eg
hevði sera stórar planir. So eg
hugsaði, at eg mátti bara leypa út í
tað og flyta til Danmarkar, sigur
songkvinnan Lizzie, sum 15 ára
gomul flutti av landinum. 11 ár
seinni er hon blivin poppstjørna í
Danmark og eigur mest spælda
sangin í donskum tónleiki í løtuni
Samrøða
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo