fríggjadagur 15. februar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 33 - 15. februar 2008
Tað er væl hugsandi,
at fáa eina smidliga
skipan, so at vit fáa
fría atgongd til ES
marknaðin, uttan
at missa sjálvsav
gerðarrættin. Tað
hevur ein ES nevndar
limur boðað Edmun
di Joensen, fólkatings
manni, frá.
Føroyar og ES
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað er hugsandi, at ES
kann finna eina smidliga
loysn fyri Føroyar, um Før-
oyar vilja knýtast tættari at
samveldinum. Tað hevur
ES-nevndarlimurin,
Leo-
nard Orban, greitt Edmundi
Joensen, fólkatingsmanni,
frá á fundi í Keypmanna-
havn.
ES nevndarlimurin og
Edmund Joensen hittust á
fundi og tá nýtti føroyski
fólkatingsmaðurin høvi til
at tosa við hann um mál,
sum høvdu áhuga fyri Før-
oyar.
- Tá kom hann við ábend-
ingum um, at tað er avgjørt
ikki óhugsandi, at tað ber
til at finna eina smidliga
skipan ímillum ES og Før-
oyar, so at vit kunnu fáa
eina skipan, sum vit kunnu
liva við, sigur Edmund Joen-
sen.
Mugu spyrja fyri
at fáa svar
Spurningurin um at útvega
føroyskum útflytarum fríari
atgongd til ES marknaðin,
hevur verið afturvendandi í
føroyskum politikki í mong
ár.
Men tað eru tey fægstu,
sum hava viljað tosað um
limaskap í ES, tí tey flestu
siga, at prísurin fyri at
amast uppi í ES, er, at vit
noyðast at lata ræðisrættin
yvir okkara fiskivinnupoli-
tikki upp í hendurnar á ES
myndugleikunum.
Tí hevur landsstýrið held-
ur arbeitt fyri einum lima-
skapi í EFTA.
Hesum hevur Sambands-
flokkurin ikki verið samd-
ur.
- Vit halda ikki, at EFTA-
limaskapurin loysir nakrar
trupulleikar, tí vit fáa ikki
eina EBS avtalu ígjøgnum
EFTA og tað merkir, at vit
fáa ikki fría atgongd á mark-
naðinum í Evropa fyri vør-
um og tænastum, sigur
Edmund Joensen.
Samstundis hevur Sam-
bandsflokkurin fleiri ferðir
ført fram, at tað ber ikki til
at vita, hvørjar treytirnar fy-
ri fríari atgongd á ES mark-
nainum eru, fyrrenn vit
hava samráðst við ES og
spurt teir beinleiðis.
Edmund Joensen sigur, at
fundurin við ES-nevndar-
limur, benda á, at Sam-
bandsflokkurin hevur grein
í sínum máli.
-Tað nyttar ikki, at vit sita
hvør í sínum lagi heima í
Føroyum og gita.
- Fyri at fáa røttu svarini,
mugu vit hava dirvi til at
seta røttu myndugleikunum
teir røttu spurningarnar, sig-
ur hann.
Leonard Orban er ES-
nevndarlimur við málsøki-
num fleirmálsligheit. Hann
er rumenari og stóð í fleiri
ár á odda fyri drúgvu fyri-
reikingunum og samráðing-
unum,
tá
ið
Rumenia
gjørdist limur í ES.
Edmund Joensen sigur, at
av tí sama hevur hann holla
vitan um, hvussu tilgongdin
er, tá ið lond og ES taka
upp samstarv.
- Sostatt er hann ikki hvør
sum helst í ES høpi. Hóast
hetta er uttanfyri hansara
málsøki, veit hann avgjørt,
hvat hann tosar um, heldur
Edmund Joensen.
- Á fundinum í Keypman-
nahavn kom fram, at Orban
sær fyri sær, at ES er sinnað
at finna eina smidliga loysn
fyri Føroyar.
Hvat hetta merkir ítøkili-
ga, kom hann ikki nærri inn
á.
- Men tað er hugsandi, at
av tí at fiskivinnan hevur so
avgerðandi týdning fyri før-
oyska samfelagið, eigur tað
at bera til, at gera serskipan-
ir, so at vit ikki noyðast at
frásiga okkum ræðisrættin
yvir fiskivinnupolitikkinun,
sigur Edmund Joensen.
Ongin forðing
fyri fullveldi
Ein annar høvuðstrupulleiki
í sambandi við Føroyar og
ES, hevur verið um føroyar
kunnu gerast limur í ES
sum partur í danska ríki-
num.
Tjóðveldi sigur kortanei,
tí so fara vit fullkomiliga at
hvørva og skal talan vera
um føroyskan limaskap í
ES, kann tað bara vera sum
sjálvstøðugt land.
Eisini hendan spurningin
umrøddi Edmund Joensen
á fundinum við Leonard
Orban.
-
ES-nevndarlimurin
greiddi frá, at báðir mátarnir
bera til. Tó er vegurin upp í
ES sum fullveldisland, rætti-
liga væl drúgvari og torfør-
ari enn leiðin gjøgnum lima-
landið Danmark.
- Ein trupulleiki er, at øll
27 ES-londini skulu góð-
kenna møguligan ES-lima-
skap hjá einum sjálvstøðug-
um landi og tað tekur mong,
mong ár.
- Hinvegin er ikki vist, at
sama
mannagongd
skal
brúkast, um Føroyar velja
at fara upp í ES umvegis
Danmark.
Edmund Joensen staðfest-
ir, at fara vit upp í ES sum
partur í danska ríkinum, er
onki, sum forðar okkum í at
taka sjálvstýri seinni.
- Leonard Orban gjørdi
mær greitt, at Í ES eru ong-
ar reglar, sum forða okkum
í at taka fullveldi, hóast vit
fara upp í ES sum partur í
danska ríkinum.
Landsstýrið má
til arbeiðis nú
Edmund Joensen sigur, at
Føroyar hava stórliga brúk
fyri einum nógv tættari til-
knýti til Europasamveldið,
enn vit hava í dag.
- ES er ein góður lykil til
altjóða og millumtjóða sam-
starv, og vit kunnu fáa nógv
burturúr
t.d.
vinnuliga,
útbúgvingarliga, gransking-
arliga og mentunarliga sum
heild.
Hann sigur, at nýggja
landsstýrið eigur at taka
upp samband við ES alt fyri
eitt, so finnast kann fram
til, hvussu vit kunnu nærk-
ast samveldinum. –
- Málið eigur at vera lima-
skapur við undantøkum, og
eg eri til reiðar at samstarva
við landsstýrið fyri at finna
røttu loysnirnar fyri Føroy-
ar.
ES-umboð gloppar hurðina fyri Føroyum
ES-prát í
Keypmannahavn.
Edmund Joensen,
fólkatingsmaður
Sambandsfloksins,
ytst høgrumegin,
á fundi við ES-
nevndarlimin
Leonard Orban,
nummar tvey
frá vinstru í
Keypmannahavn
í farnu viku.
Myndina tók
Bjørn Digholm
Ansni keypt Vaktargarðin
Í næstu viku er 30 ár síðani Vaktargarðurin varð settur á stovn. Virksemið hjá Vaktargarðinum er skipað í tvey
høvuðsvirkisøki, Vaktartænastuna og Alarmtænastuna, og har starvast tilsamans sjey fólk. Øll árini hevur stovnarin,
Bjarni Thomsen, verið stjóri og rikið fyritøkuna. Nú hevur hann selt fyritøkuna til Ansni, sum smápartafelagið hjá
Helga Justinussen, Sp/f Cura, keypti 1. januar 2006. - 30 ár eru ikki 30 vikur, og tað hevur verið spennandi at bygt upp
og rikið vaktartænastur. Nú haldi eg, at kundar, starvsfólk og fyritøkan sum heild hevur bara gott av, at nýggjar kreftir
sleppa at royna seg, sigur Bjarni Thomsen, sum bæði takkar starvsfólkum og kundum fyri gott samstarv øll árini, sigur
Bjarni Thomsen í tíðindaskrivi frá Eik, sum hevur fyriskipað søluna. - Kundarnir fáa framhaldandi eina tænastu, ið
verður minst líka góð, sum hon, Vaktargarðurin hevur veitt. Frameftir síggi eg fyri mær, at privatmarknaðurin kann
gerast økið, har vit skulu vaksa. Uttanlands síggja vit, at privatkundar vilja hava alarmar móti t.d. stulduri, royki, gassi
og øðrum, og hesir verða knýttir at einum sentrali, sigur nýggi eigarin, Helgi Justinussen.