fríggjadagur 15. februar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 • 15. februar 2008
Vikuskifti
7
g bleiv poppstjørna
hevur fingist við tónleik í nógv ár.
- Pápi mín og abbi mín eru
tónleikarar, so eg havi fingið
tónleikin í blóðið. Eg havi altíð
sungið, og tá eg flutti til Dan-
markar, flutti eg á ein tónleika-
eftirskúla. Síðani fór eg á ein
tónleikaháskúla, og eg havi eisini
tikið eina grundútbúgving upp
á trý og eitt hálvt ár, sum er ein
fyrireiking til konservatorium,
sigur Lizzie.
- Eg havi altíð vilja verið song-
kvinna og fingist við tónleik. Tað
er tað, sum eg eri best til, og
ongantíð betur, um eg eisini kann
liva eitt sindur av tí.
Í onkrum av sangunum skrivar
Lizzie júst um, at fólk skulu gera
tað, sum tey duga best.
- Tað er sera umráðandi fyri
meg, at eg kann gera tað, sum eg
brenni fyri og dugi best. Eg geri
hetta ikki fyri at koma fram, men
um eg kann klára meg væl sum
tónleikara, so havi eg eisini betur
møguleika at gera tað, sum eg
tími best, sigur hon.
Kendar tónleikarar á
vitjan
Hóast Lizzie júst nú hevur fingið
sítt veruliga gjøgnumbrot í
donskum tónleiki, so hevur hon
havt nógvar spennandi upp-
livingar við tónleiki.
Hon hevur hitað upp til konsert
hjá rapparanum 50 Cent, hon
hevur spælt saman við Black
Eyed Peas í sínum studio, og hon
hevur spælt sangir hjá sær fyri
rapparanum Eminem – umvegis
telefonina.
- Eg var sera hugtikin av Black
Eyed Peas. Eg hitti tey backstage
og bjóðaði teimum í studio hjá
mær, har vit spældu saman. Tey
eru sera dugnalig og heilt niðri á
jørðini, sigur Lizzie.
Rýmdi úr Føroyum
Longu fyri 11 árum síðani, tá ið
hon var 14 ára gomul, flutti Lizzie
úr Føroyum, og síðani hevur hon
búð í Danmark.
- Tað hevur broytt mítt lív, at
eg flutti til Danmarkar. Hevði eg
ikki verið komin niður, so hevði
tað ongantíð havt gingið mær so
væl. Tá eg flutti til Danmarkar
at búgva, var eg í einari periodu,
har eg brúk fyri nøkrum nýggjum
og at sleppa at gera tað, sum eg
hevði hug at gera.
Var tað neyðugt hjá tær at rýma
úr Føroyum?
- Eitt sindur. Føroyar eru ikki
so stórar, og eg hevði sera stórar
planir. So eg hugsaði, at eg mátti
bara leypa út í tað og flyta til
Danmarkar.
Lizzie hevur í sínum arbeiði
sum bartendari á karaoke-barrini
Sams Barr hoyrt nógvar sangarar
royna seg – ivaleyst bæði góðar
og minni góðar. Men tað heldur
hon ikki er eitt strævið arbeiði
– tvørturímóti.
- Mær hevur dámat arbeiðið á
Sams Bar sera væl. Eg haldi, at
tað hevur verið besta arbeiðið,
sum eg havi havt. Nógv fólk koma
inn at syngja, og tað gera tey,
tí tey tíma tað og vilja hava tað
stuttligt. Eg kann saktans finna
upp á at synga karaoke sjálv,
sigur hon.
Úr at gera í Danmark
Lizzie hevur nógvar framførslur í Danmark næstu tíðina. Hon
hevur rættiliga fingið gjøgnumbrot, og øll vilja hava fatur á
henni til framførslur. Í annaðkvøld hevur Lizzie framførslur bæði
í Odense og í Kalundborg, og síðani standa danskir býir sum
Hjørring, Frederikshavn, Keypmannahavn, Hammel, Tønder,
Rødovre, Faaborg og Hobro á skránni. Eisini skal Lizzie spæla til
fleiri enn 25 danskar festivalar í summar.
- Tá eg flutti til Danmarkar at búgva, var eg í einari periodu,
har eg brúk fyri nøkrum nýggjum og at sleppa at gera tað,
sum eg hevði hug at gera, sigur Lizzie, sum her sæst í eini
roykipausu frá arbeiðnum á Sams Bar í Keypmannahavn
Mynd: Jonathan Bjerg Møller/Polfoto