Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 33 - 15. februar 2008 Advokatarnir Eyðfinnur Jacobsen og Jens Wang hava saman við Dania Law stovnað føroyska advokatpartafelagið Faroe Law, sum serliga leggur seg eftir vinnulívinum og samstarvið uttanlands LØGFRØÐINGAR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Seinnapartin í dag hava advokatarnir handan Faroe Law boðið til móttøku í Listaskálanum í Havn. Høv­ ið er, at Eyðfinnur Jacobsen og Jens Wang, advokatar, hava stovnað føroyska advokatpartafelagið, Faroe Law. Higartil hevur Faroe Law verið partur av danska felagnum Dania Law, sum eisini eigur helmingin av partapeninginum í Faroe Law saman við teimum báð­ um føroysku advokatunum, sum eiga ein fjórðing hvør. ­ Talan er sjálvandi mest um eina formliga broyting. Vit koma at profilera okk­ um á sama hátt sum higartil, men vit leggja nú størri dent á vinnulívsøkið, har vit fegnir hjálpa um landa­ mørk – og tað gongur báðár vegir, sigur Eyðfinnur Jacobsen. Nýggja advoktavirkið samstarvar við deildirnar hjá Dania Law í Danmark, í Grønlandi og í Russlandi. ­ Vit kunnu átaka okkum størri uppgávur í Føroyum, tí vit kunnu trekkja upp á hinar deildirnar. Vit hava onkuntíð havt tveir advok­ atar niðrirfrá, tá tørvur hev­ ur verið á tí, og tann skipan­ in virkar væl, sigur Eyð­ finnur Jacbosen. Hann vísir á, at teir eisini hava sín førleikar, sum hini í samtakinum kunnu trekkja uppá, eitt nú hevur Jens Wang serligan førleika á teleøkinum, meðan Eyð­ finnur Jaocbsen hevur ser­ liga førleikar á ráevnisøkin­ um – og teir hava hjálpt við uppgávum eitt nú í Grønlandi. ­ Tað sum eisini er spenn­ andi við hesum samtakinum er, at vit hava eina deild í Moskva. Har vilja vit fegnir hjálpa bæði føroyska privata vinnulívinum og tí almenna, sigur Eyðfinnur Jacobsen. Hann vísir á, at hetta helst fer at hava serligan áhuga, nú tosað verður um at stovna føroyska sendistovu í Moskva. Faroe Law vendir sær serliga til vinnukundarnar. ­ Vit hava faktiskt tikið avgerð um at velja frá fam­ iljurætt og revsirætt og vísa slíkum kundum til aðrar advokatar, sigur Eyðfinnur Jacobsen. Á móttøkuni í Listaskálan­ um í dag verða umboð.... Fýra mans úr samtakinum eru við til móttøkuna í dag. Ein teirra starvast í deildini í Nuuk, ein í deildini í Svendborg og tveir á deidlini í Keypmannahavn. Annar teirra er rættiliga nógv í Moskva og er kønur í russiskum máli. ­ Vit hava fleiri fólk, sum bæði duga at tosa og skriva russiskt, so vit eru faktiskt rættiliga væl fyri at hjálpa á russiska marknaðinum, sig­ ur Eyðfinnur Jacobsen. Vit leggja stóran dent á at koma út um eingjargarðarnar og vilja serliga gera okkum galdandi á millumlanda marknaðinum – bæði tá tað snýr seg um at hjálpa før­ oyskum kundu uttanlands, og tá útlendingar vilja hend­ anvegin, sigur Eyðfinnur Jacobsen. Umframt eigararnar báð­ ar Eyðfinn Jacobsen og Jens Wang, er ein løgfrøð­ ingur afturat settur í starv, tað er Barbara Vang, sum tekur við starvinum 1. mars. Hon hevur higartil starvast hjá Eik Banka. Leggja dent á millumlanda samstarv Eyðfinnur Jacobsen og Jens Wang, advokatar, sum saman við Dania Law hava stovnað føroyska advokatpartafelagið Faroe Law Mynd: Jens Kristian Vang Skaðin er ikki uppgjørdur enn Skálavík: Líka síðani ógvusliga brimskaðan í Skálavík hevur verið arbeitt við at gera upp, hvussu nógv tað fer at kosta at gera hann aftur. Fólk frá Landsverki hava kannað málið, og eru nú í ferð við at leggja seinastu hondina á verkið. ­ Eg vænti at frætta aftur frá teimum ein av allarfyrstu døgunum, sigur Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavík. Annars er John S. Myllhamar úr Skálavík, men búsitandi í Sandavági farin undir ein innsavning av peningi, sum skal fara óskerdur til Skálavíkar kommunu. Tá gjørt varð upp fyrrapartin í gjár vóru 17.200 krónur komnar inn, men í morgun var krónutalið komið heilt upp á 33.350 krónur. Henda innsavningin byrjaði mánadagin og fer fram til týsdagin 26. februar kl. 12. Columbus landar í dag Sandur: Í morgun eru tey á Sandi farin undir at landa Columbus (myndin), sum landar góðar 100.000 pund av upsa til Sandoy Seafood, skrivar Sandoyarportalurin. Columbus samtrolar við Nornagest.