Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 33 • 15. februar 2008 Leggur sálina í tónleikin Hóast Lizzie í farnu viku gav sína fyrstu fløgu út, so hevur hon skrivað eina langa røð av sangum. - Eg haldi, at eg mann hava skrivað sangir til einar 10 fløgur, síðani eg var 16 ár. Nú eru so nakrir av mínum sangum komnir út, men tað hevur ikki verið so nógv øðrvísi at skriva og gera hesar sangirnar, hóast eg visti, at eg hesir sangirnir skuldu gevast út. Eg havi altíð lagt nógva orku og mín sál í tónleikin, og tað havi eg eisini gjørt hesaferð. - Eg eri sera væl nøgd við hesa útgávuna. Fyrstu árini skrivaði eg bara á enskum, men so fór eg at skriva á donskum. Tað var eitt sindur trupult í byrjanini, tí eg hugsaði meira á enskum, tá ið eg skrivaði sangir, og eg stúrdi fyri, at tað fór at ljóða løgið, at eg sang á donskum, men nú havi eg vant meg við tað. Kann tað hugsast, at tú fert at syngja á enskum aftur? - Ja, tað kann saktans hugsast. Mær dámar bæði líka væl – bæði enskt og danskt. Fólk biðja um autograf Fleiri danskir fjølmiðlar hava gjørt samrøðu við nýggja stjørnuskotið í donskum tónleiki, og Lizzie fjalir ikki út yvir, at hon er komin í eina støðu, sum hon ikki hevði roknað við at koma í longu nú. - Eg vóni, at tað fer at ganga mær væl, og at fólk í longdini eisini fara tíma at hoyra mínar sangir. Í løtuni er tað bara vilt, at fólk syngja við til ein sang hjá mær. Fólk vilja eisini hava autograf frá mær, tá eg eri úti og spæli, og tað skal eg líka venja meg við, sigur Lizzie við blaðið BT. Við blaðið Kig Ind sigur Lizzie, at hon droymir um at røkka út um Danmark sum sangari og tónleikari. - Eg vóni at kunna fara aftur til at syngja á enskum og koma út um Danmark. Eg eri til reiðar til tað, og eg vil helt til USA, sigur hon. Tíðin fer at vísa, hvussu langt Lizzie kann røkka við sínum tónleiki, men í løtuni kann hon staðfesta, at hon hevur tikið danska poppheimin við stormi. Lizzie til Føroya Tann 29. februar ber til at hoyra Lizzie syngja live í Føroyum. Tað fer hon at gera á einum tiltaki á dansistaðnum Eclipse í Havn. Tiltakið kallast Fully Loaded, og aðrir sangarar úr Danmark verða eisini við til tiltakið. Annar teirra er Alex, sum Lizzie hevur sungið eina duett saman við, og hin er Keith Murray. Hetta kvøldið verður so møguleiki at hoyra stóra hittið hjá Lizzie live í Føroyum. - Tað er sera umráðandi fyri meg, at eg kann gera tað, sum eg brenni fyri og dugi best. Eg geri hetta ikki fyri at koma fram, men um eg kann klára meg væl sum tónleikara, so havi eg eisini betur møguleika at gera tað, sum eg tími best, sigur Lizzie Mynd: Jonathan Bjerg Møller/Polfoto